Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 26 TRÓNDUR ARGE Fimm tey stóru feløgini, sum eisini liggja á fimm teimum ovastu plássunum, spæla á heimavølli. Í so máta eru fimm feitir favorittar til 21. um­far í landskappingini. Men HB var eisini favorittur at vinna á ÍF í farna umfari, og Víkingur var eisini stór­ favo­rittur at vinna á 07 Vest­ur, tá teir seinast vóru í Gøtu. NSÍ hevur verið favo­ ritt­ar at vinna báðar dyst­ir­ nar móti Skála, og B36 var fyrr í ár favorittur at vinna í Sundalagnum. Felags fyri allar dystirnar er, at favoritt­ ur vann ikki. Vit hava fimm feit­ar favorittar, men kapp­ ingar­árið í ár fortelur okkum eisini, at vit fáa ikki fimm feit­ar heimasigrar. Hava fingið allar ávaringarnar VÍKINGUR – 07 VESTUR Sunnudagin 10. septembur DÓMARI: EILER RASMUSSEN -Vit hava fingið allar ávar­ ing­ar­nar, sum vit skulu hava. Orð­ini eigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi. Ver­andi FM vinnararnir eru heili fimm stig fremst, með­ an gestirnir úr Vágunum liggja fýra stig undir niður­ flyt­ingarstrikuni, men í tveim­um dystum hava vága­ menn bitið frá sær. Í fyrstu uppgerðini spældu liðini javnt í Gøtu. Tann dysturin endaði 2-2. Í seinasta umfarinum fyri summarsteðgin vann Vík­ ing­ur 4-2 á Dungasandi, men tað var ikki fyrr enn 07 Vest­ ur hevði verið á odda 2-0. -Tað var eisini ein vána­ ligur dystur, har vit geva tvey teimum mál og vit fáa eitt nú Sorin Anghel út­ vístan. Vit byrja illa í Sør­ vági, har vit eru aftanfyri 2-0, og tað kundi verið 3-0, men tá hava vit eisini stórar møgu­leikar og vinna so í seinna hálvleiki. Vit hava fing­ið allar ávaringarnar, sum vit skulu hava, fyri at vita at hetta ikki er ein lætt­ ur dystur, sigur Sámal Erik Hentze. Fyri 07 Vestur kemur tað illa við, at bæði Martin Tau­sen og Sølvi Egilsson sita uttanfyri við leikbanni, sam­an við skadda Gunnleivi Magnusarson. Hinvegin er stóra plussið, at Ken Fager­ berg er við aftur. Fyri Víking hevur Andreas Lava Olsen vant alla vikuna, men tað er ósannlíkt, at hann verður í hópinum til dystin. Hans Jørgen Djurhuus fór út við skaða í baklærinum móti Skála, og er ivasamur. Víkingur er feitur favoritt­ur at vinna, men við Ken Fagerberg og Søren Niel­sen á liðnum, so er fær 07 Vestur mál. SOSIALURIN TIPPAR: 3-1 ÍF er betri enn tit halda KÍ – ÍF Sunnudagin KLOKKAN 15 DÓMARI: SIVAR ANMLAND Størsti favoritturin í hesum umfarinum er KÍ. Ella tað var hvørtfall støðan undan farna umfari, tá ongin dugdi at síggja ÍF vinna ein fót­ bólts­dyst. Tað er broytt, eftir at teir vunnu á HB, með­an KÍ bara fekk javnleik móti 07 Vestur. Nú er hetta brád­liga ein fótbóltdystur og í Fugla­ firði hava tey nú eina vón. -Spæla teir upp á sama máta sum ímóti 07 Vestur, havi eg góðar vónir. Men tað inniber at vit spæla líka væl, sum vit hava gjørt sein­ astu dystirniar. Eg haldi at ÍF hevur góðar tekniskar fót­ bólts­spælarar, og tað sært tú í dystunum, ið vit spæla, men tíverri fyri okkum verða dystirnir avgjørdir í brots­teig­unum. Har hava vit ikki verið avgjørdir nokk, sigur Albert Ellefsen, sum nú er hjálparvenjari hja Oddbirni Joen­sen. Orsøkin er, at Albert Ellefsen ikki hevur dag­ført venjarapapírini og tí ikki kann verða høvðus­ venjari hjá einum fealgið í bestu deildini. ÍF kann eisini koma í ein málmanstrupulleika, tí Henrik Lindhard Jensen er iva­sam­ur. Hann hevur ein skaða í knænum, með­an eyka­mál­verjin fekk reytt kort í seinasta dysti fyri 1.deild. Í løtuni venur fyrr­ ver­andi venjarin hjá felag­ num, Jákup Mikkelsen, við. Tað vildi verið ein søga, um hann stóð í mál sunnudagin í Klaksvík. KÍ er ikki í stórform, men tað skal nógv ganga galið, áðr­enn fuglfirðingar klára at fáa nakað stig við sær um fjørðin. SOSIALURIN TIPPAR: 2-0 Skála best í kommununi NSÍ – SKÁLA Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: RANSIN DJURHUUS NSÍ er steypavinnari og ligg­ ur á triðja plássi í lands­kapp­ ingini, men í kommun­uni er Skála omaná. Fyrri dyst­ urin millum liðini endaði við javnleiki, meðan Skála á heimavølli knúgvaði NSÍ und­an summarsteðginum. Stóri spurningurin undan dystinum er, um steypa­vinnararnir hava Árna Frederiksberg og Bárð J. Hansen tøkar. Teir sótu uttan­fyri í steypafinaluni, men Anders Gerber veit fram­vegis ikki, um hann fær teir tøkar til sunnudagin. -Eg vænti mær ein týpiskan NSÍ-Skála dyst. Skála fara at standa kom­ pakt og verja. Vit skulu stýra og skapa dystin. So fáa vit at síggja um teir eru betri til verja, enn vit eru til at leypa á, sigur Anders Gerber, sum eisini er uttan Pól Jóhannus Justinussen og Karl Løkin, sum báðir hava leikbann. Hóast Skála bara hevur UPPTAKT TIL EFFODEILDINA FÓTBÓLTUR Um fótbóltur bleiv spældur á pappírinum, so var talan um fimm greiðir heimasigrar í komandi umfari í landskappingini. Veruleikin er tó, at fótbóltur verður spældur á vøllinum, og har hava fimm tey aftastu fingið fleiri stig móti fimm teimum ovastu Upptakt til 21. umfar: FIMM FEITIR FAVORITTAR – Á PAPPÍRINUM