Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 25 Louise úr Vági. Teir vóru sjálvir við at missa tveir mans av veðrinum. Nakað tað sama var galdandi fyri Star of Hope. Tískil kostaði henda vanlukkan sjey mannalív, men tað kundi eins væl verið 22 mans, sum fórust uttan, at nakað frættist frá teimum. Hafstein visti eftir øllum at døma einki um úrslitið av hesum samanstoyti. Sjálvir merktu teir nærum einki til hann. Eingin visti heldur, um Hafstein hevði fingið stóran skaða, ella hvat var hent teimum. Tískil varð leitað eftir teimum, men tað vísti seg at standa væl. Teir seks menninir, sum doyðu umborð á Florens vóru: Joen Jacob Jacobsen, Skúvoy Jaspur Tausen, Eiði Johan Petersen, Hvítanes Thomas Peter Thomsen, Skúvoy Jens Sivar Thomsen, Skúvoy Johannes Hansen, Miðvági Jaspur gav lívið fyri hinar Jaspur Tausen, búsitandi á Eiði, var bestimaður á Florens. Hann var ein teirra, sum fór úr bátinum og upp á Florens aftur. Ein av teim­um, sum var eftir umborð á bátinum var eiðismaðurin, Marius Hansen. Teir báðir vóru vinir. Marius og dóttir hansara, Marin, tóku tað, sum at Jaspur hevði latið lív fyri at bjarga Mariusi. Tey bæði brúktu alla sína tíð eftir hetta til at hjálpa familjuni hjá Jaspuri, sum ikki var so væl fyri. Konan, Salmina, var á sanatorii­ n­um, tá ið teir fóru avstað við Florens. Heima vóru seks ikki til­ komin børn. Marin kom sum frá leið at vera sum ein partur av ættini hjá Marini, og seinni flutti hon sum ein onnur omma inn til Turid, dóttir Jaspur. Komandi partur Í komandi tveimum pørtum verður frásøgn hjá nólsoyinginum, Sigmund Jacobsen, kallaður Munde, um hansara lív til sjós í Føroyum og Hirtshals Gazet Patursson: Á heysti 1927 var Riddarin klár­ ur til at fara heim eftir ein væl­ eydnaðan túr. Men fyrst skuldu nakrir av manningini í land við báti at avrokna bóndan á Fagranesi á Langanesi fyri seyð, teir høvd keypt frá honum á túr­ inum. Teir vóru sjey mans við bát­ inum. Men tá teir kom inn móti landi, kom eitt brot, sum koppaði bátinum. Seks av monnunum fóru á bláman og komu á kjøl. Men báturin holvdist yvir Petur Nielsen úr Lopra. Hann fekk hildið sær uppi við at halda um toftubekk. Undir bátinum var lufttómt, og Petur var leingi í iva, um hann skuldi halda takinum ella sleppa. Men hann hugsaði við sær sjálvum: »Eg dugi ikki at svimja og sleppi eg takinum, so er deyðin mær vísur. Eg velji heldur at halda mær, meðan eg kann, og er tað meira lívsvón í tí. Eg eri hjálparleysur, hvar eg eri - verði vilji Guds«. Sum hann hugsar, hoyrdi hann rødd skiparans, sum var komin á kjøl saman við øllum bátsfeløgunum. Skiparin spurdi: »Hvar er Petur?« Men eingin visti. Petur var útlúgvaður og krafta­leysur og fekk einki sagt. Stutt eftir kom aftur eitt boðabrot, sum aftur sópaði teir seks menninar á kjølinum á sjógv og breyt bátin í helvt. Hetta var tað seinasta, vit vita um teir. Hálvi báturin, sum Petur hekk í, lyftist nú upp, og kom tá meira luft undir bátsrovið. Hann fekk nú drigið ondini, og varð eitt sindur betri fyri. Óendaliga leingi vísti tað seg fyri Peturi at hanga undir báts­rovinum upp undir akslar í sjógvi. Fekk fast undir fótum Aftaná at hava hingið undir báts­rovinum ógvuliga leingi, varð Petur varur við, at hann hevði fast undir fótum. Hann fekk tá lívsvónina aftur. Síðan kom triðja boðabrotið og vendi bátsrovinum, so kjølurin nú vendi niðureftir. Bátsrovið var komið niðan í grýtuta grótlendið í fjøruni. Hann royndi nú at gera seg leysan av bátsrovinum, og tað eydnaðist. Millum stórgrótið í fjøruni var nú roynt at fáa fast undir fóti, men har var heilt djúpt millum klettarnar. Ofta fór hann heilt undir kav í fjøruni á veg niðan í fjøruna. Brimið var vaksið nógv frá tí, at báturin holvdist, men tað merkiliga hendi, at meðan Petur stríddist við at koma niðan frá, var tað blikalogn. Tá ið Petur var komin so langt niðan frá, at sjógvurin ikki náddi honum, tveitti hann seg útlúgvaðan og hjálparleysan av møði niður á helluna. Knappliga hoyrdi hann málið á bóndanum á Fagranesi. Hann var saman við einum húskalli farin til fjals at hyggja eftir seyði, og teir høvdu sæð, tá báturin holvdist við lendingina. Teir riðu oman til strandar, so skjótt teir kundu. Nú teir nærkast, hoyrir Petur bóndan siga við felaga sín um at skunda sær. Petur var skjótur at reisa seg upp á albogarnar. Hann var so útlúgvaður, at tað var við neyð og deyð, at hann slapp upp á føturnar. Hann var blivin sera kaldur, og kroppurin var nærum stirðnaður. Bóndin tók nú Petur uppá hest sín, og tvísporaðu teir heim til Fagranes stutt frá lendingini. Á Fagranesi varð hitað mjólk, sum konjak varð latið í. Hetta varð givið Peturi at drekka. Hann fekk turr klæði at fara í, og síðan varð hann lagdur í eina song. Bóndin legðist nú hjá honum í seingini fyri at fáa hann heitan. Petur ernaðist skjótt eftir hesa viðgerð og alt hjálpsemið, ið víst varð honum, og hann sovnaði skjótt. Hevði hingið 4 tímar undir bátinum Tá ið hann vaknaði aftur spurdi bóndin Petur, nær teir vóru farnir frá skipinum, Petur helt tað vera um hálvgum átta, og báturin holvdist hálvan annan tíma seinni ella um 9 tíðina. Á, Gud almáttugi,« helt bóndin fyri, «tú hevur hingið undir bátinum í fýra tímar, tí hann rak upp á land um eitt tíðina.« Sjálvur hevði Petur onga hugmynd, hvussu tíðin gekk, men hann helt, at tíðin var ótrúliga long. Lækni varð boðsendur at koma til Petur, tí bóndin var bangin fyri, at hetta var meira enn hann toldi, og kundi hetta elva til lungnabruna. Men læknin helt, at Petur var hóast alt væl fyri, aftaná at hann hevði havt ein so harðan umgang á sjónum og í fjøruni. Tó helt læknin, at nervarnir til hjartað høvdu fing­ið skaða og var overvað av trupul­leikunum undir bátinum, har Petur eisini hevði fingið ov lítið av luft. Metingin hjá læknanum helt, tí Petur gjørdist ikki sami maður aftur og fór ikki burtur aftur. Hann doyði í 1965, 77 ára gam­al. Teir, sum doyðu í hesi van­ lukku vóru: Mortan Nielsen, Johan Nielsen, Niklas Nielsen, Sofus Kristiansen, Poul Kjærbo, Tummas Stenberg og Sigurd Han­sen. Mortan var beiggi Niklas og pápi Johan. Nakrir teirra vórðu funnir aftur sum lík, og teir vórðu jarð­ aðir í kirkjugarðinum á Seyðis­ firði nakar dagar seinni. Á leið­ inum er ein vakur steinur, sum er gjørdur av tí eldra Óla Arge. RIDDARIN: HEKK FÝRA TÍMAR UNDIR HÁLVDUM BÁTI Fjøran á Fagranesi, har vanlukkan hendi Jákup Zachariassen skrivaði frásøgnina um bjargingina av manningini á Florens Petur í Lopra var bjargaður á ein undursaman hátt