hósdagur 7. september 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 104
24
Óli Jacobsen
Tvey 90 ára minni:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
H
óast vit hava mist nógv
fólk á sjónum og søga
er skrivað um tað, eru
tó eisini nógvir mans,
sum eru bjargaðir úr neyðini,
hóast hart hevur staðið á. Marius
Absalonsen hevur í bókini »Teir
bóru boð í bý« nakrar av hesum
frásagnum, men her eru nakrar
afturat.
Í 1927 vóru tvey skip, har menn
sjólótust, men har tað kundi ging
ist verri. Tey vóru Florens og Ridd
arin. Nú 90 ár eru liðin síðan hesar
hendingar, kann vera vert at tríva
í tær.
Florens: Allir kundu
eins væl gingið burtur
Fyrst er tað Florens, sum í mars
fyri 90 árum síðani stoytti saman
við Hafstein, og sjey menn
umkomust. Hetta er ein vanlukka,
sum í síni varð nógv umrødd. Hon
var so kensluborin, at eingin hevur
viljað skrivað um hana, fyrr enn
tað varð gjørt í bókini Havið tók
Teir í 2011.
Hetta hendi undir Íslandi í
ringasta veðri. Skipini høvdu
ongan ella lítlan motor, og hetta
setti eisini sínar avmarkingar.
Heldur ikki kundu skipini geva
boð frá sær. Hafstein sigldi á
Florens, sum fór at leka. Hafstein
helt leiðina fram, so haðani kundi
eingin hjálp fáast.
Umborð á Florens fóru teir at
pumpa, men kundu teir ikki halda
skipinum lens, tað var tí við at
søkka. Teir settu stórabát út, og
allir menninir komu í bátin.
Men tað vísti seg, at báturin
tók ikki allar menninar, og hann
var við at søkka undan teimum.
Tá lupu seks av monnunum upp
aftur á dekkið á Florens.
Tað kann sigast, at hesir menn
settu egið lív í váða fyri at bjarga
hinum. Tá lætnaði báturin, og tað
var skjótt, at bátur og skip fóru frá
hvørjum øðrum.
Báturin rak fyri vág og vind,
men átta tímar seinni vórðu teir
bjargaðir. Tað er so heppið, at tað
finst ein frásøgn frá hesi bjarging.
Hon var skrivað av Jákupi Zacha
riassen í Norðragøtu og prentað í
blaðið Røddin, har sonur Jákup,
Zacharias, var blaðstjóri. Nú
Zacharias er farin foldum frá,
skal hann eiga tøkk fyri at hava
varðveitt hesa søgu, eins og hann
hevur gjørt við aðra siðsøgu sum
henni hjá Edvardi í Svínoy.
Jákup var við Wellfare, kallað
Vælfarið, har systkinabarn hans
ara, Amaliel Jacobsen, var skipari.
Jákup greiðir millum annað
frá, at um sjeytíðina sóu teir eitt
bluss, men góvu tí ikki stórvegis
gætur. Tað vóru so nógv skip, sum
blussaðu av eini orsøk ella aðra.
Hetta kundi eins væl vera eitt
skip sum blussaði fyri trolarar at
fáa teir at halda seg burtur.
Men um hálvgum trý tíðina um
náttina hoyrdist eitt róp. Tá sóu
teir afturút ein fullsettan bát. Øll
manningin varð útpurrað, og so
var farið at bjarga monnunum.
Veðrið var so ringt, at tað mátti
farast varliga fram og við skili.
Ein lína varð bundin í bjargingar
kransin, og hann varð loraður
niður í bátin. Teir fingu fatur í
línuna, men bíðast mátti eftir
líkindum at fáa bátin fram við
síðuna á skipinum.
Men tað gjørdist eini skái,
meðan bjargingin vardi, og teir
fingu bátin fram við skipssíðuna
í øllum góðum. Men tá kundi hent
ein vanlukka. Teir flestu menninir
reistust í senn fyri at sleppa upp á
skipið, so báturin mundi koppað.
Men hetta spældi kortini væl
av, og menninir vórðu hjálptir
umborð á Vælfarið. Ein maður
lætst tó ikki um vón. Tá vísti tað
seg, at hann var deyður. Hann varð
tikin uppá dekkið og fingin niður
í kahúttina.
Skiparin, Amaliel, hevði frívakt,
tá ið báturin var sæddur. Hann
leyp upp í berum undirklæðum.
Hann arbeiddi eisini uppá mannin,
til eingin vón var eftir.
Teir á Vælfarinum royndu at
hjálpa bjargaðu og illa sperdu
monnunum alt teir kundu sum
at fáa teimum turr klæði at fara í.
Kokkurin hevði bakað breyð
dagin fyri, so teir fingu nýbakaði
breyð.
Ein ungur drongur greiddi
frá, at hann læt seg úr stivlunum
at oysa, tá ið báturin fyltist við
sjógvi. Hann mátti eisini taka
bjargingarbeltið og balla um høvd
ið á sær, tí hann var so kaldur um
høvdið.
Skiparin á Florens, Óla Jákup
Christiansen, helt, at um teir
høvdu verið í bátinum eitt korter
afturat, høvdu nógvir ikki klárað
tað.
Tað er neyvan ivi um, at henda
bjarging hevur verið mestsum eitt
undur. Eitt var, at báturin hevði
kunnað hildið seg flótandi alla
hesa tíð í hesum veðrinum.
Hitt var, at teir yvirhøvur komu
at einum skipi, sum kundi bjarga
teimum. Welfare var tá niðasta
skip undir Oyggjunum. Teir høvdu
eisini hugsað um at fara eina aðra
leið til lands. Hevði tað verið gjørt,
hevði verið ógvuliga ivasamt, um
teir vóru komnir fram á bátin.
Út móti middegi minkaði vind
urin og farið var at sigla móti Vest
mannaoyggjunum og fáa bjargaðu
menninar settar í land. Men tað
var drúgført sum veðrið var.
Tann deyði, Edvard Thoma
sen, varð jarðaður í Vestmanna
oyggjunum tann 25. mars. Tá
kundu hansara skipsfelagar fylgja
honum til gravar.
Edvard var ein evnaligur drong
ur, sum bara bleiv 27 ár. Hann
hevði sínar ætlanir, tí hann hevði
verið á sjómansskúla í Svendborg.
Beiggi hansara, Jógvan, doyði trý
ár seinni við Ernestine. So merki
ligt var tað, at báðir vóru »nærum
bjargaðir« og kortini ikki.
Báðir yrktu teir sálmar, sum
hava verið í heimamissiónssang
bókum.
Hinir kláraðu tað ikki
Teir seks menninir, sum fóru upp
á Florens aftur, hava havt eina
vón um bjarging. Teir gjørdu,
hvat teir kundu við at blussa og
at senda rakettir upp.
Men her var tað veðrið, sum
beindi fyri vónini. Tað vóru fleiri
skip, sum vóru so mikið nær, at tey
høvdu kunnað hjálpt, um tað ikki
var veðrið, sum spældi inn.
Eitt av hesum skipum var Agnes
Vit hava nógvar frásagnir um skipsmanningar, sum eru farnar
á sjónum. Men í 1927 vóru tvær merkisverdar bjargingar
BJARGINGIN AV MONNUM VIÐ
FLORENS OG RIDDDARANUM
Báturin av Florens, sum Ingálvur av Reyni ímyndaði sær hann
Jaspur Tausen var ein teirra
sum fór umborð aftur á Florens
Skiparin á »Wellfare« var
Amaliel Jacobsen í Norðragøtu