hósdagur 7. september 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 104
23
so ring at fáa inn aftur. Ímeðan sat eg
so fitt og fín í bilinum og bíðaði.
Vígslan skuldi vera í Christianskirkjuni
í Klaksvík og gingu brúðargenturnar
inn fyrst, har tær gingu inn til lagið
“Thinking out loud” upprunaliga sungið
av Ed Sheeran, men í hesum førum varð
sungin av 5 vinmonnum hjá okkum. Tá
eg so kom gangandi inn, gekk eg inn til
lagið “Hooked on a feeling” upprunaliga
sungið av Blue Swede, men sum í
hesum sama føri eisini varð sungin av
teimum 5 vinmonnunum. Tað var so
stuttligt at síggja, hvussu øll upplivdu
hesa løtuna og hvussu bilsin øll vórðu.
Pápi mín sum leiddi meg inn, gjørdist
eisini bilsin, tí hann visti heldur ikki av
nøkrum. Kristinn stóð har frammi so
fittur og bíðaði og var hann í klædningi,
sum var keyptur í Skálki. Bergur D.
Joensen vígdi okkum og av tí at hann
kennir okkum og vit kenna hann, so
dugdi hann at gera vígsluna bæði
stuttliga og avlsappandi. Eg og Kristinn
høvdu tikið ta avgerð um, at vit ikki
skuldu mussast í 3 mánaðir áðrenn
brúðleypið og hesum visti Bergur
próstur av. Hesin fyrsti mussur sum
hjún varð tí ein heilt serligur mussur
fyri okkum sum hjún, men eisini fyri
Bergur, tí hann hevði ongantíð roynt
nakað líknandi áður og var hann
orduliga spentur, tá vit skuldu geva
hendan fyrsta muss sum hjún.
Vit valdu hendan mátan, tí vit vildu
ikki hava eina vígslu, sum skuldi verða
seriøs, men heldur eina vígslu sum var
avslappandi og ikki minst stuttlig! Eg
hevði slettis ikki klára, um øll høvdu
byrjað at gráti og lippa, tá eg kom
gangandi inn, men at fáa fólk at flenna,
tað elski eg og tað eydnaðist tíbetur
orduliga væl.
Eftir vígsluna tóku vit nakran
myndir í kirkjuni og eisini tóku vit
myndir í Árnafirði saman við Andra
Gerðisá og Jonnu Gerðisá og vóru vit
sera væl nøgd við allar myndirnar.
Veitslan varð hildin í Nesvík, har vit
eisini høvdu møtt hvørjum øðrum fyri
fyrstu ferð. Eftirsum at hetta var tætt
uppundir jól, so var temaði tískil eisini
jól og livandi tónleikur var spældur
úti í gongini áðrenn farið var til borðs.
Vit høvdu veitsluna fyri innbodnum
og uml 190 gestir høvdu leitað sær til
Nesvíkar, at hátíðarhalda dagin saman
við okkum.
Vit vildu gjarna hava eitt brúðleyp,
sum kundi verða so bíligt sum møguligt
men eisini so hugnaligt sum møguligt,
men eg vildi, at pyntið skuldi verða
vakurt og stórbært. Vit valdu at hava
sjálvtøkuborð við bæði heitum og
køldum rættum, har familja og vinir
høvdu bjóðað seg til at gera ymiskt
til matna og Hjalmar J. Juul stóð fyri
kjøtinum ímeðan 3 óførar kvinnur
hjálptu til at gera matin kláran. Eftir
hetta fingu tey bjóða ein drekkamunn
saman við køkum og eisini kom
brúðarkøkan á borðið, sum kom frá
Miðberg Bakaríi.
Tað besta við degnum var at enduliga
vera gift og vóru vit sera spent uppá
at liva lívið sum maður og kona. Vit
gleddu okkum mest til hjúnabandi,
sum skuldi byggjast og ikki sjálvt
brúðleypið, sum allíkavæl var besti
dagurin í lívið okkara.
Vit valdu at fara ein road trip við bili
ígjøgnum Evropa, har vit bíløgdu
okkum eitt luksus kamar niður við
Norrønu og svituna áveg til Føroyar
upp aftur. Av tí at vit søgdu teimum
frá, at vit vóru á brúðarferð, so bjóðaðu
tey okkum svituna “ókeypis” ístaðin
fyri eitt luksuskamar uppaftur og tað
vóru vit sera glað fyri, tí vit fara nokk
ongantíð at unna okkum at keypa
svituna aftur. Vit ferðaðust ígjøgnum
Hirtshals, Hamburg, Amsterdam og
París, har vit vóru í Disneyland, sum
eg helt vera so stuttligt at uppliva.
Vit endaðu so í Offenburg á einari
legu, sum eitur Mission-Net, har fleiri
føroyingar eisini vóru á. Eftir leguna
fóru vit til Danmarkar, har vit slappa
av og nýttu teir síðstu dagarnir áðrenn
gerandisdagarnir í Føroyum byrjaðu
aftur.
Tað sum eg haldi er mest umráðandi
er, at njóta dagin! Tit skulu hugsa um
tykkum, tí hetta er tykkara dagur og
verið glað fyri øll tey, sum hava hjálpt
tykkum og ein ella annan hátt. Eisini
er umráðandi at ikki gerast alt ov
stressaður, tí tað er altíð okkurt sum
fer at ganga galið og tað er okey. Vit
eru sera væl nøgd við dagin og høvdu
gjarna vilja uppliva akkurát hendan
sama dag umaftur.
Ein stuttur filmur sum Rógvi
Langgaard tók á okkara brúðleypsdegi:
https://www.dropbox.
com/sh/h5u3duqoo42y8bd/
AADcBUzho5F2NvUPg5vEwRkLa?dl=0
12.12.15
Fíggjarætlan:
uml. 90.000 -
100.000 kr.
185-195 fólk
arbrúðleyp