hósdagur 7. september 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 104
22
BRÚDLEYP
V
it møttust fyrstu
ferð á einari legu í
Nesvík í 2009. Eg
gjørdist beinaveg
púra vekk í honum, men var
alt ov smæðin til at fortelja
honum tað tá. Fyrstu ferð
vit so tosaðu saman aftaná,
byrjaðu vit at skriva vit eitt
sindur saman aftur og fram
og gjørdist hann so eisini
forelskaður í mær á einari
novemburlegu í Nesvík 1 ár
aftaná í 2010.
Eg havi altíð sagt bæði
við meg sjálva og onnur, at
eg ikki aldrin fór at fáa mær
sjeik áðrenn eg varð 18 ár og
tískil havi eg ongantíð tímað
at havt nakað barnafjas við
nakran drong. Eg visti, at um
eg nakrantíð skuldi hava sjeik,
so skuldi tað verða seriøst og
halda í allar ævir. Dagin eftir
eg so varð vorðin 18 ár tann 22.
januar, bjóðaði eg so Kristinn
út á »double date« saman við
einum øðrum vinapari hjá
okkum, og 25 Február tóku
vit ta avgerð um at gerast par.
Tað gekk skjótt, bert 1 mánaði
eftir »dateina«, til vit gjørdust
par, men allíkavæl føldist tað
sum vit høvdu kenst leingi,
tí eg mátti bíða so leingi eftir
honum :D.
Meiningin var, at Kristinn
skuldi spyrja meg um at giftast
við tær, men alt gekk ikki eftir
ætlan. Eg hevði funnið ein ring
á netinum, sum mær dámdi
sera væl og hevði eg tí sagt við
hann, at eg ynskti mær hendan
ring. Sjálvt um eg hevði funnið
mín dreymaring, so bleiv
Kristinn við at siga við meg,
at hann vildi sleppa at taka
avgerðina um, hvønn ring eg
skuldi hana, so eg royndi bara
at fortelja honum nóg ofta um
hendan dreymaring og at hatta
var tann eg ynskti mær. Nakað
eftir at eg hevði sæð ringin á
heimasíðuni, fann eg útav at
hann var seldur og eg visti væl
av, at tað var ikki Kristinn,
sum hevði keypt hann. Eg
var nakað so kedd um, at
dreymaringurin hjá mær var
vekk, men tað sum eg so ikki
visti av tá var, at ringurin á
ein ella annan hátt aftur var
komin til sølu, og at Kristinn
tá hevði keypt hann. Um sama
mundi hevði eg keypt mær eina
nýggja fartelefon úr Danmark
og tá hevði Kristinn so ornað
fyri, at ringurin skuldi verða
goymdur í pakkanum saman
við fartelefonini, og hevði
hann fingið ein vinmann at
orna tað. Fasturin hjá Kristinn
skuldi taka pakkan upp við
sær, tá hon kom til Føroyar,
men visti einki um ringin, bert
um fartelefonina. Nú hendur
tað keðiliga so, at posin við
pakkanum í verður stolin so
bæði fartelefonina og ringin
sóu vit ongantíð aftur og eg
var so kedd, tá eg fann útav
tí. Endin varð so, at vit høvdu
ongan forlovilsisring, so tað
gjørdist einki stórt fríggjarí,
men tóku vit bara eina felags
avgerð, um at vit vildu vera
saman restina av okkara lívið
og tískil gifta okkum.
Dagurin byrjaði við at eg
skuldi møta hjá Salong K í
Leirvík kl: 06.00, har Kartin
Høgnesen skuldi gera meg og
vinkonur mínari, sum skuldu
vera brúðargentur, klárar til
tann stóra dagin. Diana L. á
Skansa gjørdi make-up og
var eg sera væl nøgd við
bæði, hvussu eg var
sminkað og hvussu
hárið var gjørt.
Eftir hetta skuldi eg
í brúðarkjólan hjá
mær, sum systur
mín eigur og var
hann keyptur í
Brúðarlín. Eg fór
so í brúðarbilin,
sum svágur mín
koyrdi og skuldi
hann koyra meg
til vígsluna, sum
skuldi verða kl:
11.00. Vit valdu
at hava hana so
tíðliga fyri at fáa
so góðar myndir
úti sum gjørligt, av
tí at tað verður so
skjótt myrkt hasa
tíðina.
Eg var longu
klár kl. 10.20, so eg
burdi havt klárað at
verið har til tíðina,
men var allíkavæl
20 min ov sein.
Fyrst ringdi ein
brúðargenta til
mín og spurdi um
vit kundu dølla
okkum eitt
sindur, tí hon
enn sat hjá
frisør og
møtti hon
tískil eitt sindur yvir
11. Men hví eg var 20
min ov sein, var tí at
hundurin hjá systur
mínari varð rýmd út
og øll í fínasta stási
máttu út at renna
eftir henni, tí hon var
TÓTA ER ÆTTAÐ ÚR LAMBA, ÍMEÐAN KRISTINN ER
ÆTTAÐUR ÚR KLAKSVÍK OG ERU TEY Í DAG BÚSITANDI Í
HEIMBYGDINI HJÁ TÓTU, LAMBA, HAR TÓTA ARBEIÐIR Á
MIÐBERG OG KRISTINN Á PLATTAVIRKINUM Á TOFTUM
TÓTA GREIÐIR SJÁLV FRÁ ØLLUM
Eitt vetra