hósdagur 7. september 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 104
21
ÁRNI GREGERSEN
T
að hevur víttgangandi
ávirkan inn í politisku
skipanina, at stóra
uppsjóvarvirkið hjá
Varðanum Pelagic brendi í grund
í summar.
Varðin Pelagic var so stórur
spælari, at tað var virkið á Tvøroyri,
sum gjørdi, at tað bar til at taka
ímóti øllum makrelinum og virka
hann til matna í Føroyum.
Støðan er tann í dag, at hetta
ber als ikki til.
Tey bæði virkini – Kollafjørður
og Fuglafjørður – kunnu virka
rættuliga nógv, men verður alt
sett uppímóti, hvussu stóra kvotu
føroysku skipini hava, so vísir tað
seg, at orka ikki er í Føroyum í ár
at viðgera 70.000 tons av makreli
til matna.
Tað kann fáa álvarsligar fylgj
ur fyri vinnuna, tí munurin á
prísinum fyri makrel til matna
og makrel til ídna er so stórur, at
samlaði virði minkar munandi.
Í fiskimálaráðnum kenna tey
til hendan trupulleikan og júst í
hesum døgum royna tey at finna
eina loysn.
Ein loysn kann vera, at ein
aprtur av fiskapinum verður
fluttur til eftir ársskiftið, men
tað er ein rættuliga torfør leið at
ganga.
Hóast tað, so er okkurt sum
bendir á, at hetta er mátin at
loysa spurningin uppá. Hettat
ger, at trýstið á virkini á landi ikki
verður so ógvusligt – og at nýtt
virki á Tvøroyri møguliga longu
fyrst í komandi ári aftur fer at taka
ímóti fiski.
Landing uttanlands
Ein annar spurningur, sum tek
ur seg upp í sama sambandi er,
at landa føroysk skip makrel og
annan uppsjóvarfiski uttanlands,
so verður eitt slag av útflutnings
tolli lagt á.
Fyri hvørt kilo av makreli,
sum verður landað uttanlands, so
skal skip og manning gjalda tvær
krónur til landskassan.
Hetta er ein áseting, sum er
gjørd fyri at tryggja at onnur enn
fiskivinnan á sjónum skal fáa nak
að burtur úr tí ríkidømi og tilfeingi,
sum er fallið Føroyum í lut.
Summir partar av fiskivinnuni
eru farnir at leggja stórt trýst á
politisku skipanina, fyri at fáa
hetta avgjald ella toll burtur.
Tey siga, at fyri at kenna veru
liga marknaðarprísin á makreli, so
er neyðugt, at føroysk skip sleppa
at landa uttanlands, uttan at tey
skulu gjalda eyka til landskassan
fyri tað.
Um fiskimálaráðið fer at finna
eina loysn á hesum spurningi, er
óvist, tí politikkurin er, at tað, sum
føroyingar eiga í sjónum skal koma
føroyska samfelagnum til góðar í
so stóran mun, sum til ber.
Hetta eru spurningar, sum
loysn skal fáast á nú.
Tað er ikki lætt, tí ikki bert sam
gongan er ósamd um smálutir,
andstøðan er eisini ósamd og
fiskivinnan sjálv er heldur ikki
samd um, hvør besta loysnin er.
Uppskotið um nýskipan av
fiskivinnuni verður lagt fram
hósdagin. Tað er onki endaligt, tí
tá byrjar tað politiska stríðið um
smálutirnar av álvara.
Ein spennandi tingseta er fyri
framman – í hvussu so er frá nú
og til nýggjárs, tá okkurt er hent
við lógini um vinnuligan fiskiskap.
Meðani hart stríð er um nýggja uppskotið um vinnuligan fiskiskap, eru
átroðkandi spurningar eftir at loysa fyri uppsjóvarveiðuna í ár
Hvussu fæst fiskurin
upp í ár – og verður
avgjald lagt á
ngin
ið
anina
Eldurin á Varðin Pelagivc ger, at føroysku virkini ikki megna at taka ímóti øllum makrelinum í ár.
og síðani alt Løgtingið longu nú
at áseta dagarnar fyri 16 mán
aðir heldur enn fýra. Grund
gevingin er, at hetta gevur
vinnuni ein møguleika at leggja
vinnuna til rættis fyri alt næsta
ár eisini.
Hendan broytingin í lógar
uppskotinum hevur givið
fiskimálaráðnum tekniskar
avbjóðingar, tí at av tí, at eitt
heilt nýtt lógaruppskot kemur
um alla fiskivinnuna, sum
kemur í gildi um slakar tríggjar
mánaðir, so máttu nógvar tekn
iskar broytingar gerast í lógar
uppskotinum.
Tær broytingarnar eru gjørd
ar og innarbeiddar í nýskipanar
uppskotið.
Ein annar trupulleiki er, at
tað eftir øllum at døma ikki
finst nakað smla yvirlit, hvør
hevur fingið veiðuloyvi sein
astu mongu árini, meðan lógin
um vinnuligan fiskiskap hevur
virkað.
Løgtingsins umboðsmaður
hevur boðað frá, at hann hevur
gjørt nakrar kanningar, men at
fiskimálaráðið hevur boðað frá,
at onki yvirlit finst yvir veiðu
loyvini.
Veiðuloyvini hava verið
grundin undir, hvør fekk fiski
loyvir.
Sambært nýggja uppskot
inum, sum vit ikki hava sæð
enn, so eru veiðuloyvini tikin
burtur, men kortini verða tey
gomlu loyvini brúkt til at geva
teimum sum eru í vinnuni, loyvi
til framhaldandi at sleppa at
fiska.
Tað kann gott vera, at politisk
semja er í samgonguni um,
hvussu nýggja lógin skal virka,
men framvegis eru nógvar av
bjóðingar eftir at loysa.