Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 20 ÁRNI GREGERSEN O ngir løgtingsfundir hava verið í september higar­til og tann fyrsti verður hósdagin 14. septemb­er. Tá verður uppskotið um ný­skipan av fiskivinnuni lagt fram. Nýskippanaruppskotið hevur verið ávegis leingi, men bæði politiskar telvingar og tekniskar forðingar hava spent bein fyri, so at tað ikki verður lagt fram aftur fyrr enn nú. Í farnu tingsetu var uppskotið lagt fram og beint í vinnunevndina, men har vóru ósemjurnar so nógvar, at tað ikki eydnaðist at fáa málið úr aftur nevndini. Politisku bylgjurnar gingu so høgar, at Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, at enda setti eitt evstamark, annars sendi hann tingið heim í summarfrí og endaði tingsetuna. Hetta var eisini endin og soleiðis datt uppskotið burtur og skal leggjast framaftur í nýggju tingsetuni, sum byrjaði á ólavsøku. Tað er hendan framløgan, sum verður næsta hósdag. Uppboðssøla og evstamark Samgonguleiðararnir, Akseel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, Høgni Hoydal, Tjóðveldi og Poul Michelsen, Framsókn, hava ferð eftir ferð sagt, at semja er millum samgongulimir, um hvat skal standa í ný­skipanaruppskotinum. Eftir fund á Seglhúsloftinum á Tvøroyri í vár var sagt, at sam­ gongan var samd, men tað vísti seg at knútar vóru á vegnum. Tað stutta av tí langa var, at ein semja var um at uppskotið skuldi leggjast fram, men at tað bert vóru kjarnurnar í flokkunum, sum vóru heilt samdar, tá ið tað snúði seg um smálutirnar í uppskotinum. Tað er ongin loyna, at spurning­ urin um at selja rættindini til at fiska, alla tíðina hevur verið ein kardinalspurningur í nýggja lógar­uppskotinum. Vinnan hevur í stóran mun sagt frá, at hon als ikki tekur undir við, at hesi rættindi skulu seljast, men hon vil heldur hava, at veiðuloyvini verða latin teimum, sum longu frammanundan eru í vinnuni. Samgongan hevur hinvegin sligið fast, at hennara politikkur er, at nýggj fólk skulu sleppa fram­ at í vinnuni og fyri at hetta skal bera til, so má ein skipan gerast til hetta. Tí er ein uppboðssøla neyðug, sigur samgongan. Ein annar spurningur er at seta hámark fyri, hvussu nógv rættindi at fiska hvørt einstakt felag skal sleppa at eiga. Í hesum førinum er talan um hámark fyri, hvat ein kann eiga í ávísum veiðum, men eisini hvussu nógv hvør einstakur kann eiga av rættindum í samlaðu føroysku fiskivinnuni. Samgongan sigur, at 17 undir­ skriftir eru á einum skjali, har hetta stendur og at semja er um hesar spurningarnar. Tekniskar avbjóðingar Ein lóg um fiskidagar skuldi eis­ini gerast at koma í gildi 1. sep­temb­ er. Í uppskotinum, sum lands­ stýrismaðurin við fiskivinnu­mál­ um, legði fram, vóru fiskidagarnir bert ásettir fyri í ár – altso til nýggj­árs. Í nýskipanaruppskotinum er ætlanin at fara frá fiskidøgum til eina kvotaskipan, men løgmaður boðaði frá longu á ólavsøku, at kvotaskipanin ikki kemur í gildi fyri 1. januar 2019. Tað vil siga, at vit skulu hava fiskidagar í alt 2018. Hetta fekk fyrst vinnunevndina Steðgurin í tingarbeiðnum hevur givið fiskimálaráðnum tíð at gera nýskipanaruppskotið liðugt at leggja fram hósdagin Mánadagin fær umsiti hjá tinginum uppskoti um fiskivinnunýskipa Høgni Hoydal, landsstýrismaður, stendur á odda fyri fiskimálaráðnum, sum skal loysa fleiri stórar spurningar bæði uppá langt sikt, men eisini fyri uppsjóvarvinnuna í ár. Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin, er formaður í vinnunevndini. Tað er vinnunevndin, sum skal syrgja fyri, at ein nýggj lóg er at arbeiða eftir 1.januar 2018 FISKIVINNAN