hósdagur 7. september 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 104
19
miðlarnir skriva, at so long tíð
gekk, áðrenn tað frættist, at tveir
mans vóru umborð, tí eg boðaði
frá beinanvegin, greiddi eigarin av
Mars frá. 1. stýrimaður á Mykinesi,
sum eisini var í bjargingar
bátinum, váttaði eisini hetta.
– Tað fyrsta hann segði, var
at ein maður var eftir umborð á
bátinum, segði hann.
Í skundinum at sleppa sær í
bjargingarbátin, høvdu menninir
á Mykinesi tó gloymt at taka radio
við sær og teir máttu tí sigla aftur
til Mykines við boðunum um, at
tveir mans vóru við bátinum.
Síðani sigldu teir aftur til Mars og
festu enda á hann og sigldu síðani
við endanum yvir á Bak, sum var
komin til hjálpar. Bjargingar
báturin mátti fleiri ferðir sigla
aftur til Mykines við boðum, av
tí at teir onga samskiftisútgerð
høvdu umborð.
Lá við kjølinum upp
Á Baki royndi teir so at draga
bátin til sín, í tí vón, at teir kundu
halda honum flótandi til Brimil
kom.
– Vit høvdu tríggjar endar
festar í bátin, ein í fanglínuna á
bátinum og tveir í gelendaran.
Tíverri
slitnaði
fanglínan,
samstundis sum gelendarin
brotnaði av bátinum, og so sakk
báturin.
Manningin á bjargingarbátin
um greiddi frá, at ein av teimum
leyp umborð á bátin og royndi
at festa endan í alt hann kundi,
men av tí at hann lá við kjølinum
upp og at minni enn ein metur av
stevninum nú stakk úr sjónum,
var sera lítið at festa í.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
Hann greiddi frá, at teir høvdu
sett eina kalvalínu úr Trøllhøvda
og móti Klovningi í Vágum.
Teir løgdu síðani leiðina móti
Gomlurætt gjøgnum Kolturssund.
Sum teir nærkaðust Kolturssundi
samdust teir um, at við tað, at
tað var so myrkt og teir ikki sóu,
hvussu sjógvurin var, var betri
at leggja leiðina suður gjøgnum
Skopunarfjørð og so tvørtur um
eystan fyri Hest, hóast tað var
longri túrurin.
– Men tað, sum skuldi vera
okkara góða ætlan, førdi kortini
bara ólukku við sær, segði hann í
rættinum.
Komnir inn í Skopunarfjørð
síggja teir fyrst fýrin á Hælinum
á Hesti og ljósini frá Skopunarbygd
og so tvey stór ljós, sum teir seinni
skiltu vóru frá Mykinesi.
– Vit sóu hann koma á radaran
hjá okkum, líka til bakborð, men vit
vistu ikki, hvat skip talan var um.
Vit samdust um, at vit skuldu halda
í stýriborð, móti Sandslandinum,
og so fara aftur um skipið og síðani
tvørtur um yvir á Gomlurætt.
Teir vóru tá báðir staddir
inni í stýrhúsinum.
– Skipið man hava verið nærri enn
vit hildu, tí brádliga rópar hann,
»Slepp tær út, vit verða ásigldir.«
Eg sat nærri hurðini og leyp út,
men tá var sjógvurin longu á veg
inn. Eg haldi, at báturin er kopp
aður beinan vegin. Eg kom upp
uttan fyri bátin og fekk tikið
hondina í eitt lensihol á síðuni á
bátinum. Hann lá nú við kjølinum
upp eftir. Eg royndi at rópa eftir
vinmanninum, men fekk einki
svar, greiddi 67 ára gamli maðurin
frá.
Báturin byrjaði spakuliga at
søkka og tá kom stevnið undan.
Maðurin fekk tá klatrað upp á
stevnið og helt fast í gelendari.
Hann veit ikki, hvussu leingi hann
sat har.
– Eg rópti alt eg kundi um hjálp,
og teir munnu hava hoyrt meg, tí tá
settu teir ljóskastaran á meg. Bakur
var tá eisini komin undir liðina á
mær og teir róptu til mín, at hjálpin
var á veg, greiddi hann frá.
67 ára gamli maðurin hevur
alt gott at bera bæði manningini
umborð á bjargingarbátinum og
umborð á Brimli.
– Teir tóku sær væl av mær, og
gjørdu tað teir kundu fyri at bjarga
okkum. Ein teirra í bjargingar
bátinum leyp í Skopunarfjørð á
miðjari nátt fyri at festa í bátin.
Á bjargingarbátinum fekk eg
beinanvegin eitt teppi at balla meg
í, so eg ikki skuldi gerast og kaldur
og á Brimli fekk eg beinanvegin
kaffi og suppu fyri at gerast heitur
aftur, greiðir maðurin frá.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
Eigarin av lítla glastrevjabátinum var
týðiliga merktur av hendingunumí
Skopunarfirði, sum kostaðu
vinmanninum og fiskimakkaranum
lívið, tá Mykines sigldi á teir báðar.
ov seint
Skuldu ongantíð
í Skopunarfjørð