Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 18 DANJAL AV RANA S kiparin, 1. stýrimaður og maskinstjórin á Mykinesi, sum eisini var staddur á brúnni, tá óhappið hendi, vórðu avhoyrdir, eins og eigarin av lítla glastrevjabátinum, sum slapp frá vanlukkuni við lívinum, og skiparin umborð á Baki, sum var fyrstur á staðnum. Nógv ivamál standa enn ósvar­ aði, nú rætturin hevur hoyrt frá­ greiðingarnar frá pørtunum, men tað tykist tó greitt, at Mars ikki sást á radaranum hjá Mykinesi. Hvørki Mykines ella Bakur, sum var á veg á Runavík eftir fiskiskap vestan fyri Mykines og hevði kós móti Skopunarfirði, sóu lítla glas­ trevjabátin á skerminum. Eigarin av glastrevjabátinum sigur tó, at báturin hevði alla lógar­kravda útgerð og meiri afturat. Hann hevði radarrefleks, men tó ikki AIS-skipan umborð. Skiparin umborð á Mykinesi, sum sat við róðrið í stýriborð, greiddi frá, at Skopunarfjørður var at síggja til tómur hetta kvøld­ ið. Veðrið og sýnið var gott, men tað var sera myrkt. Mykines sigldi við høgari ferð, okkurt um 16 knob. Megnaði ikki at snara Brádliga sær hann eina reyða lanternu okkurt um 100 metrar frá sær, eitt vet í bakborð. – Tá eg sá hetta, tók eg neyð­ stýring og royndi at fáa skipið í stýriborð, men frástøðan var ov lítil til at eg fekk snara skipinum, greiddi skiparin frá. Hann var ikki greiður yvir, um glastrevjabáturin lá stillur ella ikki. Skiparin á glas­ trevjabátinum greiddi frá, at teir sigldu okkurt um seks knob. Skiparin helt, at kanska hevði báturin ligið í myrkri, men eisini hesum avsannaði eigarin av Mars. Øll ljós og lanternur vóru tendrað, segði hann. Tað gingu bara nøkur sekund, so brast lítli glastrevjabáturin í bakborðsbógv á Mykinesi. Skip­arin sigur, at tá valdi hann at stýra fult í bakborð, so at báturin ikki bleiv drigin undir hekkin á Mykinesi. Millum fremstu uppgávurnar hjá sjórættinum er at staðfesta, um skiparin á Mykinesi bar seg rætt at og gjørdi tað hann kundi, fyri ikki at stoyta saman við Mars. Lógin um trygd á sjónum sigur, at um skip eru á samanstoytingarkós skulu tey halda av til stýriborð. Tríggir mans á brúnni Sjórætturin hugdi at útskriftum frá AIS-skipanini hjá Mykinesi og GPS-plottarum, men meinti, at tað ikki kundi staðfestast, at Mykines hevði roynt at snara í stýriborð undan samanstoytinum. Á skipanunum sá ikki út til, at Mykines skifti kós fyrr enn hann eftir samanstoytin snaraði til høgru. Umboð fyri MRCC vístu tó á, at Mykines væntandi hevur skipanir umborð, sum skráseta júst hvat skiparin ger við róðrið og at hesar kunnu siga, um tað er, sum skiparin sigur, at hann beinanvegin royndi at fáa skipið í stýriborð, men at ferðin var ov høg og frástøðan ov stutt. Eisini royndi sjórætturin at stað­festa, um alt var í lagi við út­ kikkinum á Mykinesi. Skiparin var staddur á brúnni og helt útkikk, meðan 1. stýrimaður gjørdi rutuna klára og gekk tí eitt sindur aftur og fram. Beint framman undan samanstoytinum var hann í aftara partinum av brúnni, aftan fyri nakrar gardinur. Hann sá tí ikki, hvat hendi. Triði maðurin á brúnni, maskin­ stjórin, hevði ikki ábyrgd av útkikk, men var farin upp at fregn­ast um, hvørja kós teir skuldu taka. 1. stýrimaður greiddi frá, at vanliga er ein dekkari á brúnni og heldur útkikk, afturat tí, sum førir skipið. Hesa náttina var hesin dekkarin ikki møttur enn, men sat og skaffaði í messuni, tí bæði skiparin og 1. stýrimaður vóru á brúnni kortini. Hoyrdu rópini frá manninum Beinan­vegin tá tað gjørdist mann­ ingini á Mykinesi greitt, at teir høvdu rent saman við Mars, leyp 1. stýrimaður, sum var staddur á brúnni, út á brúgvaveingin í bak­ borð. – Eg sá tá Mars fara aftur við skipinum. Eg eri rættiliga vísur í, at hann er koppaður longu tá. Meðan vit snara í bakborð missi eg bátin burtur, men tá heldur ein dekkari seg hoyra róp. Tá vit so sløkkja ventilatiónina umborð, hoyra vit týðiliga rópini og fáa sett ljóskastaran á ein mann, sum situr upp á stevninum á Mars, greiddi stýrimaðurin frá. Hann segði, at lítli glas­trevja­ báturin longu var farin at søkka og einans okkurt um ein metur av stevninum var oman fyri vatn­ skorpuna. Tríggir mans frá Mykinesi lupu tá í mob-bátin, men av tí at hann kann vera eitt sindur ringur at starta, fóru teir avstað í bjargingarbátinum. Vistu beinanvegin um hin mannin Komnir út til Mars fingu teir skjótt mannin á stevninum umborð á bátin og hesin boðaði beinanvegin frá, at ein maður afturat var í sokna bátinum, allarhelst inni­læstur í stýrhúsinum. – Tað harmar meg nógv, at Tað var longu SJÓFORHOYR Sjóforhoyr var í gjárkvøldið í Føroya rætti um vanlukkuna í Skopunarfirði seinastu hósnátt, tá Mykines sigldi á ein lítlan glastrevjabát, Mars, í Skopunarfirði. Ein maður, staddur umborð á lítla bátinum, lat lív.