Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 17 17 Hon leggur afturat, at hon heldur ikki roynir at sannføra familju og vinir um, at avgerð hennara er rættari enn teirra. – Eg kann einans taka av­ gerðina fyri meg og mína familju, staðfestir hon. Tilmæli ikki tikið í álvara Sonja Henriksen heldur, at tað er undrunarsamt, at føroyingar ikki taka eitt alment tilmæli í størri álvara enn tað sama. Hon greiðir frá, at grundgeving­ arnar, sum hon hevur hoyrt frá øðrum mammum, sum hava etið grind áðrenn, í meðan og aftana tær hava verið við barn eru ofta, at tær altíð hava etið grind, og onki er hent teimum enn, tað eru eisini góð føðsluevni í hvali, tað er so mangt annað, sum eisini er vandamikið og skaðar kroppin og at tað man ikki bila, tá ein ikki etur alt ov ofta. Hon heldur tó ikki, at slíkar grundgevingar eru nóg góðar. Vit hava tó fingið at vita, at grindina skulu vit als ikki eta, og hóast vit vita, at ov nógv av ymiksum øðrum, so sum kjøti ella sukur ikki eru sunt, so hevur ongin sagt, at tað ikki er manna­ føði ella mælt til, at tað als ikki verður etið, greiðir hon frá. – Granskingin vísir, at tung­ málmur í kroppinum ávirkar heil­an hjá barnunum, og at tey yvirskipað klára seg verri í royndum, hóast tú ikki sært tað nágreiniliga á einstaka barninum, sigur hon – Tað er ikki tí, at mammurnar ikki vilja barni sínum tað besta, og tað er so nógv onnur ráð, sum mammur taka til sín, tá tær eru við barn, so eg skilji ikki, hví hendan ávaringin ikki verður tikin fyri fult, sigur hon. Hon heldur eisini, at fólk ofta tosa niðrandi um almennu tilmælingarar og um lands­ læknan, sum kemur við ráðunum, og tykist tað, sum ætla fólk ikki at broyta hugsan um evnið. Onkursvegna er tað ósamsvar í, tá almennir stovnar millum annað ikki fylgja slíkum tilmæl­ ingum, og grind verður borðreitt fyri eitt nú búfólki á sambýlum, heldur hon. Tá verður tilmæli heldur ikki tikið fyri fult av landinum, og almennu Føroyar senda ikki boðskapin hjá lands­ læknanum víðari. Hon heldur, at um landið stóð á odda, so hevði tað kanska gjørt ein mun soleiðis, at fólk tóku ráðini í størri álvara. Tilvitað um kostin Heima hjá Sonju og familju hennara eru tey tilvitað um kostin, sum tey keypa og eta. Tó so er onki annað forboð líka strangt, sum forboðið ímóti at eta grind. Tey eta minni av dálkaðum fiski, so sum tunfiski, av somu orsøk. Eisini dámar henni væl, at eta lítið av kjøti og tað er orsakað av heilsuligum, umhvørvisligum og etiskum orsøkum, greiðir hon frá. Hon ivast tó í, um hon hevði etið grind aftur, um kanningar vístu, at dálkingin var minkað, og grind aftur var egnað til manna­ føði. – Mær dámar væl grind, og eg hevði óivað umhugsað tað, um eg var í støðuni, sigur hon. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Tá landslæknin sigur, at grind ikki er mannaføði, so velji eg ikki at eta tað, sigur Sonja Henriksen Køksleiðarin: – Tað hevði verið synd í búfólkunum, um heimið fekk grind, og tey onki fingu av tí. Samanumtikið skal man fylgja tilmælingunum, men hava í huga, hvønn bólk av fóki talan er um, sigur Richa Beinta Richardsdóttir, køksleiðarin á Boðanesheiminum í Tórshavn ANNIKA KUNOY IM S amanumtikið held­ur Richa Beinta Richards­dótt­ir, køksleiðari á Boða­nes­ heim­in­um, at almennir stovnar, so sum bú­stovnar, barna­ garðar og sjúkrahús, eiga at fylgja almennu kosttilmælingunum, og soleiðis ganga undan sum góðar fyrimyndir, og ikki geva búfólki meir grind og spik enn tilmælt verður. Tó, so fær búfólkið á Boða­ nes­heiminum grind og spik av og á, tí tað er munur á at gera mat til eldri, ung ella børn, heldur hon. – Á Boðanesheiminum búgva eldri fólk, sum ikki eru í barnførum aldri og teimum dámar væl, at fáa eitt kók og hava eisini etið grind og spik alt lívið, sigur hon og leggur afturat, at hon ikki hevði borðreitt við grind arbeiddi hon í barnagarði. – Tað hevði verið synd í búfólk­ unum, um heimið fekk grind og tey onki fingu av tí. Samanumtikið skal man fylgja tilmælingunum, men hava í huga, hvønn bólk av fóki talan er um. Sjálv lurtar hon eftir tilmæling­ unum og borðreiðir bert grind og spik fyri búfólkunum eina ferð um mánaðin. Hon velur at fylgja tilmælingunum, bæði tí hon heldur, at almennir stovnar eiga at ganga undan, og eisini tí tilmælingarnar ikki eru ógrundaðar, men bygdar á nágreiniliga gransking, kanningar og dokumentatión. Tó verður ikki borðreitt við grind í tíð og ótíð á Boðanes­heim­ in­um, men døgurðin verður skriv­ aðu á matar­ætlanina, og búfólkið fær bert grind og spik eina ferð um mánaðin. Hetta tí, at tað í kost­tilmæli frá Heilsuligu Starvs­ stovuni stendur, at vaksin fólk eiga í mesta lagi at eta ein døg­urða av tvøsti og spiki um mán­aðin. Tað hevur tó verið longri enn ein mánaði millum grindabitarnar á Boðanesheiminum seinastu árini, tí stovnurin ikki hevur átt grind. Í summar hevur grind tó aftur verið á matarskránni, og tá tey eldru, sum búgva á heiminum tá fingu grind, vórðu tey ómetaliga væl nøgd, og tey ótu eisini nógv av tí, greiðir hon frá. – Tey elskaðu tað, og njótilsi telur eisini nógv, tá vit taka slíkar avgerðir, sigur hon. Tað er ikki komið fyri á Boða­ nes­heiminum, at eitt búfólk ikki ynskir at eta grind, tá tað stendur teimum í boði, men Richa Richardsdóttir greiðir frá, at tað hevur hon roynt á einum øðrum heimi, hon arbeiddi á. – Eg gangi út frá, at hevur onkur tann hugburðin, so lata tey boð til køkin, og so fáa tey okkurt annað at eta tann dagin, sigur hon. Hóast Richa Richardsdóttir heldur, at almennir stovnar áttu at fylgt almennum kosttilmælingum, so er ongin orðaður kostpolitikkur í Tórshavnar kommunu, har hon starvast, tí er tað upp til hvønn einstakan køksleiðara at taka skynsamar avgerðir og raðfestingar. Hon heldur sjálv, at ein slíkur kostpolitikkur er neyðugur og átti at verið raðfestur. Eisini nevnir hon møguleikan at brúka eitt teldu­program, sum loyvir tær at sláa inn allan matin, sum tú gert, og soleiðis mennist ein databasi líðandi, har til ber at lesa av, hvussu nógv føðsluevni og eisini skaðilig evni eru í matinum, sum verður borðreiddur. So ber til at velja og leggja til rættis út frá tí, greiðir hon frá. – So fær man ein seðil, sum greiðir frá um týningarevni, vandar og dálkingar í valda matinum, og tað gevur tí, ið ger matin møguleika at velja annan mat, um neyðugt er, sigur hon. Í køkinum á Boðanesheiminum hugsar stavsfólkið nógv um, at maturin er heilsugóður, gjørdur frá grundini, og at ikki ov nógvur dálkaður matur er á matarskránni. Hóst tey ikki rokna út, soleiðis sum ein databasi hevði gjørt, so viga tey tað góða og tað minni góða, og velja ta gagnligu loysnina, sigur hon. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Almennir stovnar eiga at ganga á odda Tað hevði verið synd, fekk búfólki ikki grind, heldur Richa Richardsdóttir KKI ÐI