Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 16 ANNIKA KUNOY IM 29 ára gamla Sonja Henriksen av Saltangará býr í Bretlandi við manni og eitt ára gamla syni teirra. Hon flutti til Skotlands í 2009 at lesa sálarfrøði, og er í barns­burðarfarloyvi við eitt ára gamla syni sínum. Hon hevur tilvitað valt als ikki at eta grind, og orsøkin er útsøgnin hjá lands­ læknanum, at grind ikki er egnað sum mannaføði. – Tá landslæknin sigur, at grind ikki er mannaføði, so velji eg ikki at eta tað, sigur hon. Á Saltangará, tá Sonja vaks upp, ótu tey ikki ofta grind, men fingu eitt kók nakrar ferðir um árið. Hon er tí uppvaksin við, at eta grind og spik av og á – sum føroyingar flest – hóast tað ikki hevur verið gerandiskostur. Hon minnist, at tosað varð um, at børn og ung ikki skuldu fáa ov mikið av tvøsti og spiki, og konufólk í barnførum aldri als ikki skulu eta tað. Hóast hon ikki fekk bjóðað grind og spik ofta, so var hugburðin, at eitt sindur av og á ikki mundi bila. Hon minkaði tó um inntøkuna av grind og spik, og tá hon og maðurin hennara valdu, at fáa sær eitt barn, so hevði maðurin eisini greiða meining um avgerðina. – Hann helt, at tá kanningar vísa, at grind og spik er heilsuskaði­ ligt fyri ófødda barnið, so skuldi eg halda meg frá tí, og vit avgjørdu tá í felag, at steðga við at eta grind, sigur Sonja Henriksen. Grind er skaðilig Sonja Henriksen hevur lisið sálar­ frøði, og hon greiðir frá, at vitanin og útbúgving hennara eisini hevur verið ein liður í avgerðini. – Eg skilji granskingina og havi áhuga fyri tí kognitiva. Eg vil ikki seta son mín í beinleiðs vanda fyri sjúkum, sum kunnu elvast av tungmálmi og dálking. Tá ein lækni sigur, at stórur vandi er fyri, at børn verða ávirkaði kognitivt og eisini fyri sjúkum so sum Alzheimer og Parkinson, so taki eg tað fyri fult, staðfestir hon. Gevur ikki syni sínum grind Sonja og maður hennara búgva í Bretlandi, og tey hava ongantíð enn verið í støðuni, har tey hava kunnað bjóðað syni teirra ein grindabita. Hon sigur tó, at hon ikki hevði givið honum grind, um hon hevði møguleikan. Eisini hevur hon sagt familju síni, at hon ikki ynskir, at tey bjóða honum grind. Hon greiðir frá, at tey skilja væl avgerð hennara, og eiga tey grind, tá Sonja og familjan vitja í Føroyum, so plaga tey at útseta døgurðan ta vikuna. Hon er tó í iva í, um hon hevði lovað soni sínum at smakka grind seinni, um hann sjálvur ynskti tað. – Tó, spyr hann um eitt petti á Ólavsøku, tá hann er 15 ár, so hevði eg ikki sagt nei, sigur hon. Sterkar kenslur fyri grindadrápi Av tí, at grindadráp hevur verið partur av føroysku mentani í øldir, so er torført hjá summum at skilja, at ein føroyingur velur tað frá. Eisini tykist tað, sum nógv fólk fara í verjustøðu, um ein tosar ringt um grindina, greiðir hon frá. Í og við, at sjóneykan hevur verið vend móti Føroyum og grinda­drápi, og inn­rás hevur verið av mót­støðu­fólki, so er áhugin fyri grinda­drápi í Føroyum eisini vaksin. Sonja Henriksen greiðir frá, at tað er natúrligt at vilja verja mentan okkara, og tað sum er part­ur av søgu okkara, hóast tað møgu­liga ikki er tað rætta. Hon hevur tó ikki merkt nakað til hvast orðaskifti ella ágang frá nærumhvørvinum fyri avgerð sína. – Tey halda møguliga, at eg eri eitt sindur roksutt, hóast tey hvørki spyrja nærri inn til avgerðina ella taka tilmæli til sín, sigur hon. – Tá landslæknin sigur, at grind ikki er mannaføði, so velji eg at lata vera við, at eta og geva barni mínum grind, sigur 29 ára gamla Sonja Henriksen, sum als ikki etur grind longur Eg skilji granskingina og havi áhuga fyri tí kognitiva. Eg vil ikki seta son mín í beinleiðs vanda fyri sjúkum, sum kunnu elvast av tungmálmi og dálking. Tá ein lækni sigur, at stórur vandi er fyri, at børn verða ávirkaði kognitivt og eisini fyri sjúkum so sum Alzheimer og Parkinson, so taki eg tað fyri fult TEMA: Grind Sonja Henriksen og familja hennara eta als ikki grind longur GRIND ER I MANNAFØÐ