hósdagur 7. september 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 104
15
Kosttilmæli um at eta grind
Seinastu árini eru fleiri kanningar gjørdar av heilsuskaðiligum evnum í okkara matvørum og árin teirra
á menningina og heilsuna hjá fólki. Serfrøðingabólkar undir altjóða felagsskapum hava mett um hesar
kanningar og gjørt nýggjar tilráðingar um, hvat ein persónur kann fáa av heilsuskaðiligum evnum við føðini
uttan árin á heilsuna. Áður hava tilráðingar verið fyri kyksilvur, og nú eru so eisini gjørdar tilráðingar fyri
dioxin og dioxinlíknandi PCB.
Tað er við støði í hesum tilráðingum, at kosttilmæli um at eta grind ljóðar:
•
Vaksin fólk eiga í mesta lagi at eta ein døgurða av tvøsti og spiki um mánaðin.
•
Serlig tilráðing rættað kvinnum og gentum: Gentur og kvinnur eiga at halda seg heilt frá at eta spik,
til tær hava átt børnini. Kvinnur - sum ætla at gerast við barn innan tríggjar mánaðir, barnakonur og
kvinnur, ið hava barn at brósti – eiga helst einki tvøst at eta.
•
Grindanýru og grindalivur eiga ikki at verða etin. 1 Ein døgurði er roknaður at vera 250g tvøst og 50g spik
(rátt, ikki viðgjørt).
* Ein persónsvekt á 70 kg.
Kelda: Heilsufrøðiliga Starvsstovan
VISTI TÚ?
Grindanýru
og grindalivur
eiga ikki at
verða etin