mánadagur 11. september 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur síða 13
Aimée
danmarks
meistari
Tíðindi síða 8-9
Mentan
í Runavík
ar komm
unu
Fríggjadagin stóðst kjak um, hvørt
føroyingar skulu missa lestrarstuð
ulin av uppskotinum hjá Danska
Fólkaflokkinum um, at fólk, sum
ikki hava búð í »Danmark« í sjey
av seinastu átta árunum ikki skulu
hava rætt til lestrarstuðul í Dan
mark.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmað
ur, sendi út tíðindaskriv fríggja
morgunin, sum festi í kjakið.
Dansk Folkeparti svaraði seinni
fyrrapartin og segði, at sjálvandi
meintu tey eisini við Føroyar og
Grønland, tá tey søgdu »Danmark«.
Helst var hetta tað, ið danir
kalla »en tanketorsk«, tí tað hevur
víst seg, at »Danmark« á lógarmáli
merkir Danmark, men at »Konge
riget Danmark« merkir Danmark,
Føroyar og Grønland.
Well, soleiðis kunnu vit skeldast
og brikslast – í staðin fyri at fara
beint til kelduna, sum in.fo gjørdi
fríggjamorgunin, og spyrja Dansk
Folkeparti, um tað var málið hjá
teimum, at hetta skuldi raka føroy
ingar. Tað var tað ikki.
Í kjalarvørrinum á hesum stóðst
víðari kjak, har sambandsmenn
briksla Sjúrði Skaale at birta eina
ósanna søgu.
Jú sjálvandi kundi Sjúrður bara
spurt Danska Folkaflokkin, so sum
in.fo og Rás2 gjørdu og fingið svar.
Men so var søgan helst ikki eins
áhugaverd.
Men tá sambandsformaðurin
fer víðari og sigur, at ósanna søgan
hjá Sjúrði um at føroyingar missa
lestrarstuðulin kann gerast veru
leiki »um tað eydnast samgonguni
at trýsa sonevndu "stjórnarskip
anina" ígjøgnum. Øll onnur ríkis
borgararættindi eru í vanda fyri at
fara sama veg við loysingarskjali
num, ið sjálvt Javnaðarflokkurin
tekur undir við«, so er Bárður Niel
sen ikki smettin frægari enn Sjúrð
ur Skaale.
Lars Løkke Rasmussen hevur
víst á, at tað broytir einki við ríkis
rættarligu viðurskiftunum, um Før
oyar samtykkja eina stjórnarskipan
ella ikki. Tað verður ikki broytt, fyrr
enn føroyingar taka loysing.
Sambandsflokkurin sigur, at
sjálvsavgerðarrætturin longu er
í Føroyum. Tað vil siga, at vandin
longu er til staðar, at føroyingar
kunnu taka loysing.
Hetta eru dømi um, at politik
arar tosa við okkum veljarar, sum
um vit vóru smábørn. Tað er ikki
sømiligt.
Fáið meira virðing í kjakið, so vit
kunnu tosa saman sum vaksin fólk.
Kjakið skal gera okkum klókari og
ikki býttari.
meira virðing í kjakið
Kappingarneytin hjá okkum
í Miðlahúsinum, Knassar,
sum
rekur
heimasíðuna
Portal, hevur leingi verið í
tungum sjógvi.
Felagið hevur koyrt við
halli í 10 ár við tilsamans fýra
milliónum krónum í halli.
Síðani felagið keypti Port
alin frá Føroya Tele og har
við yvirtók virksemið frá
Miðlahúsinum í 2013, hava
ársúrslitini verið verri, enn
tey vóru frammanundan.
Seinasti ársroknskapurin
hjá felagnum vísir eitt hall á
558.000 krónur, sum er mun
andi verri enn árið framm
anundan, tá felagið hevði
slakar 400.000 krónur í halli.
Ársúrslitini fyri 2014 og 2013
vóru ávikavist 1.143.000 og
713.000 krónur í halli.
Í roknskapinum skrivar
leiðslan í felagnum, at allur
partapeningur felagsins er
mistur, og at eginogn felags
ins er negativ.
»– Leiðslan er als ikki
nøgd við gongdina og hevur
bæði áðrenn og eftir stat
usdagin framt umfatandi
tillagingar til tess at spara
útreiðslur og effektivisera
raksturin. Avtalur eru gjørd
ar við fíggjarstovnar og
peningaognarar viðvíkjandi
gjaldstreytum. Arbeitt verð
ur eisini við at fáa avtalur
við aðrar ognarar.
Rakstrarætlan er gjørd,
ið vísir væntað nettoavlop
í komandi roknskaparári.
Leiðslan væntar, at við ver
andi treytum frá ognarum
felagsins, kann virksemið
halda fram. Við støði í hesum
verður
ársroknskapurin
gjørdur við framhaldandi
rakstri fyri eyga.«
Hóast felagið hevur havt
orðarætt somu orðing í
undanfarnum roknskapum,
so er gongdin ikki vend enn.
Eginognin
hjá
Sp/F
Knassum er nú negativ við
1.133.000 krónum. Felagið
hevur goldið 1.575.000 krón
ur í lønum í árinum, og
skuldin hjá felagnum er 6,9
milliónir krónur.
Partafelagið Varðin í Gøtu
stendur skrásett sum eigari
av Sp/F Knassum.
Kelda: vinnuvitan.biz
Tíggjunda árið við
reyðum tølum
Kjakið skal ikki gera
okkum býttari – men klókari
Sp/F Knassar hevur trupulleikar av at fáa Portal at geva
pengar. Síðani felagið keypti Portalin í 2013 fyri góðar 5,5
milliónir krónur, hevur raksturin givið hall upp 3,1 millión
krónur
Tað gongur sera væl hjá
bilasøluni Waag & Co í
Havn.
Ársúrslitið hjá felagnum
fyri síðsta ár vísir góðar 10
milliónir krónur í yvirskoti,
um er óvanliga stórt, tá talan
er um bilasølur.
Og góða úrslitið stendur
mát við úrslitið árið fyri, tí
tá var tað eitt sindur størri,
10,7 milliónir krónur.
Bruttuvinningur
fel
agsins var í fjør 22,3 mill
iónir krónur, og lønarút
reiðslurnar vóru 8,8 milliónir
krónur. Upplýst verður ikki í
roknskapinum, hvussu nógv
fólk starvast hjá felagnum,
men árið fyri vóru tey 24 í
tali.
Eginognin hjá felagnu er
nú góðar 35 milliónir krónur,
og samlaða skuld felagsins
slakar 21 milliónir krónur.
Bilasølan Waag & Co
umboðar bilmerkini Citroën,
Mitsubishi og Mercedes.
Stjóri í P/F Waag & Co er
Joen Pauli Waag
P/F Waag & C0 10
milliónir í yvirskoti
Annað árið á rað hevði bilasølan P/F Waag & Co yvir 10
milliónir krónur í yvirskoti
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin