Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105 SJÁLVMORÐ Áki Bertholdsen Seinnapartin í gjár ringdi ein hoy­víkingur til løgregluna og boðaði frá, at ein rútur ú húsun­um var brádliga farin í smild­ur, og at tað ljóðaði sum eitt byrskuskot. Tá ið løgreglan kom á stað­ið, sóu tey ein mann ganga við byrsu og tey fingu hana frá honum. Maðurin var rættiliga ávirkaður og hann varð tikin á støðina, men tað hevur ikki borið til at avhoyra hann fyrrenn nú. Løgreglan sigur, at hann læt bara hetta eina skotið av, men tað eru ongar ábend­ing­ ar um, at hann hevur roynt at raka nakran, ella hevur lig­ið nøkrum eftir lívinum, sigur løgreglan. Maðurin við byrsuni er væl­kendur av løgregluni. Tey vita eisini, at hann eigur vápn og hann hevur somu­ leið­is vápnaprógv, og byrsan hann skeyt við, var ein vanlig høgl­byrsa. Løgreglan kannar nú møguleikan fyri at leggja halda á byrsuna, og møgu­ leik­in verður eisini kannaður fyri at taka vápnaloyvið frá hon­um. Maðurin er skuldsettur fyri at hava sett lív og heilsu hjá øðrum í váða av grovum fyri­litar­loysi. Eirikur Lindenskov – Hvussu nógv menniskju gera sjálvmorð í Føroyum saman­borið við onnur Norður­lond? Hendan og fimm aðrar spurn­ingar um sjálvmorð í Føroy­um hevur Kristianna Winther Poulsen sett lands­ stýris­kvinnuni á økinum, Sirið Stenberg sum ein grein 52 fyrispurning. Hinir spurningarnir eru soljóðandi – Vita vit ella hava vit nakra ábending um, hvussu nógv fólk royna at gera sjálvmorð í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond? – Hvat slag av fyri­byrgj­ andi arbeiði verður gjørt á hesum øki, og er hetta ar­ beiði nøktandi? – Er nakað framhaldandi við­gerðartilboð til teirra, sum hava roynt at gera sjálv­ morð, tá ið tey eru útskrivað av sjúkrahúsinum? – Hvørjir møguleikar eru fyri heilsustarvsfólk at menna fakligu førleikarnar í mun til arbeiðið við fyri­ byrging av sjálvmorði? – Er nakað tilboð til av­ varð­andi hjá teimum, sum hava gjørt sjálvmorð ella hava roynt at gera sjálv­ morð? Kristianna Winther Poul­ sen vísir á, at dagurin í gjár, 10. september, er altjóða dag­ ur fyri fyribyrgjan av sjálv­ morði. – Eitt dapurt høvi at markera, men tíðansheldur hvørvur ein trupulleiki ikki við, at hann verður tagdur burtur. Í Føroyum eru tølini fyri sjálvmorð tíbetur lág, men okkara mál má vera, at einki menniskja missir meiningina við egnum lívi so ógvusliga úr eygsjón, at einasti útvegur verður at gera enda á sær, sigur hon og heldur fram: – Orsøkirnar til sjálvmorð eru nógvar og kompleksar, men eftir sita tey avvarðandi – foreldur, maki, børn, syst­ kin og næstringar - sum alt lívið mugu liva við hesi hend­ing og við royndunum at skilja, hvat gekk galið og allarhelst eisini við sjálvs­ ábreiðslu, tí at tey ikki gjørdu nokk fyri at hjálpa. Hon vísir eisini á, at nøkt­ andi tilboð eisini skulu vera til teirra, sum royna at gera sjálv­morð, so at tey ikki fara heim til júst teir somu trupul­leikarnar, tá ið tey verða útskrivað av sjúkra­ húsinum eftir sjálv­morðs­ roynd. – Sjálvmorð og sjálv­ morðs­royndir eru framvegis í stóran mun knýtt at stigma­ti­sering og tøgn, hóast fleiri batar eru at síggja. Fólkaheilsuráðið hevur seinasta árið raðfest sálar­ heilsu, Sinnisbati ger eitt gott og upplýsandi ar­beiði, og eyma evnið hevur eisini funnið vegin til films­lørift­ ið, har tað verður við­gjørt í nýggja føroyska filmi­num Dreymar við havið eftir Sakaris Stórá, vísir løg­tings­ kvinnan á. – Vit mugu alla tíðina arbeiða fyribyrgjandi og við at betra um sálarheilsuna, so at vit ikki enda við einum sam­felag, har alt fleiri menniskju hava so ilt í sálini, at tey ikki orka sína tilveru. SPYR LANDSSTÝRISKVINNU UM SJÁLVMORÐ Í FØROYUM Sirið Stenberg, landsstýris­kvinna, skal greiða frá um sjálvmorð, sjálvmorðs­royndir og fyribyrging av hesum Skeyt við byrsu inn í eini hús í Hoyvík Løgreglan hevur tikið ein mann, sum gekk rættiliga ávirkaður við byrsu í Hoyvík í gjár