Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Reimund Langgaard: SAMRØÐA Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Annika Kunoy Im Seinastu tíðina hevur hev­ ur fyrrverandi løgtings­mað­ urin, Reimund Langgaard, selt hús, bil og innbúgv sítt, og leygardagin flutti hann úr Leirvík til heimlandið hjá konuni, Kambodja. Ætlanin at flyta úr Føroy­ um til Kambodja er ikki nýggj. Reimund Langgaard búði í Kamboðja í hálvtannað ár fyri á leið átta árum síðani, og tá møtti hann eisini konu síni, sum er úr Kambodja. Hann greiðir frá, at hann treivst væl, ta tíðina hann búði í Kambodja og arbeiddi sjálvboðin í kirkjuarbeiði. – Eg treivst væl, tí veður­ lagið í Kambodja er gott, og fólk eru so fitt og fyri­kom­ andi. Eisini er tað bíligt at búgva í landinum, og man fær nógv fyri pengarnar. Tað eru eisini góðir møguleikar í Kambodja at gera mun og hjálpa fólki, sigur hann. – Hóast eg treivst ómeta­ liga væl, so vóru tað tvinnar orsøkir til, at eg tá flutti heim aftur til Føroyar at búgva. Eg vildi heim aftur til Føroyar at arbeiða, so eg kundi tjena pengar, og eg ynskti eisini, at kona mín fekk møguleika til at búgva í Føroyum, so hon kundi læra mál og mentan mína, sigur hann. Hann greiðir frá, at í ein­ um hjúnalagi við tveim­um mentanum krevst, at bæði skilja, mentanina hvør hjá øðrum. Tá tey fluttu til Føroyar at búgva, var ætlanin altíð, at tey einaferð skuldu aftur til Kambodja at búgva. – Tá tosaðu vit um, at vit skuldu búgva í Føroyum í tvey ár, men síðani varð eg valdur í Løgtingið, og hon treivst væl í Føroyum, so ætl­aninar um at flyta vórðu út­settar. Seinastu tvey árini havi eg tó ofta spurt, um vit ikki skulu fara aftur til Kambodja at búgva, og nú var tíðin inni, sigur hann. – Tíðin var væl vald, tí nú er dóttur okkara næstan tvey ár, og húsaprísurin er góður, leggur hann afturat. Flyta við sorgblídni Kona Reimund flutti aftur til Kambodja við dóttur teirra fyri einum mánaði síð­ani. Reimund hevur verið í Før­ oyum hesa tíðina og avklárað seinastu praktisku viður­ skift­ini. Hann greiðir frá, at hóast kona hansara fór úr Før­oy­ um og heim til familju sína, so er tað við sorgblídni at lítla familjan sigur farvæl á hesum sinni. – Vit fara at sakna Føroyar nógv, men júst nú sakna vit at búgva í Kambodja meir, staðfestir hann. – Nú velja vit Kambodja, og seta tað í fremstu røð. Um vit einaferð í framtíðini eru í tí støðu, at vit sakna Føroyar meir, so koma vit aftur, legg­ ur hann afturat. Dótturin má kenna báðar mentanirnar Heimurin er lítil, og tað er lætt og reiðiliga ómakaleyst at flyta úr einum landi í ann­að. Eisini er tað gott fyri dóttur teirra at uppliva heim­landið hjá mammu síni á hendan hátt, heldur hann. – Tað er umráðandi, at hon eisini kennir land, mál og mentan hjá mammu síni, sum jú eisini er hennara mentan. Umframt tað, at hon eisini hevur ommu, abba og familju har, sum hon nú sleppur at vera saman við. Tað er ein viktig barlast, stað­festir hann. Hann leggur afturat, at familja hansara í Føroyum sjálvsagt fer at sakna tey, og møguliga serliga tvey ára gomlu dóttur teirra, men Reimund fegnast um, at lætt er at ferðast úr landi í annað, og tí kunnu tey tíðum vitja í Føroyum. Tvey mál Hann hevur sett sær fyri bert at tosa føroyskt við dótt­ur sína, tá tey eru í Kam­ bodja. Hetta so, at hon lærir føroyskt væl, hóast hon ikki býr í føroyum. Tað er eisini umráðandi, heldur Reimund, tí tað kann væl verða, at familjan velur at flyta heim aftur, tá dóttir teirra skal í skúla. – Vit hava onga avgerð tikið enn, og vit tíma onki at avgerða nú, og hava valt bert at hugsa seks mánaðir fram í senn. Tá vit nærkast ta tíðini, taka vit avgerðina um vit flyta heim aftur ella ikki, hóast tað eru fleiri góðir altjóða skúlar, har sum vit fara, sigur hann. Tað er ikki bert dóttir Rei­mund, sum skal læra før­oyskt í Kambodja, men Reimund sjálvur skal eisini læra Khmer, sum er málið, ið alment verður tosað í Kam­ bodja. Hann heldur sjálvur, at Khmer verður torført at læra, tí tað ikki líkist nøkrum av tí, sum vit eru von við. Tá hann búði í Kambodja fyri á leið átta árum síð­ani, brúkti hann nógv tolka­tæn­ astu, tí lønirnar eru lágar í landinum, og tað er bíligt at keypa sær tolk. Hann sigur tí, at hann óviað fer at gera sær dált av somu tænastu hesuferð, men umhugsar eisini at læra seg málið, tí tað hevur nógvar fyrimunir at duga at samskifta. Nógv er enn óvist Reimund Langgaard og kona hansara hava enn ikki tikið avgerð, um tey fara ta búgva til leigu ella byggja hús í Kam­bodja. – Vit hava ikki avgjørt nak­að enn, men man fær nógv fyri pengarnar, so vit fara at búgva gott, sigur hann. Tað er eisini óvist, hvussu gerandisdagurin hjá Rei­ mundi verður, nú hann er flutt­ur. Hann hevur jú búð í landinum fyrr, so hann veit, hvat hann hevur í væntu. Í Føroyum eigur og rekur hann fyritøkuna Krea saman við beiggja sín­um, og tað ætlar hann at halda áfram við at gera í Kam­bodja. Tað hevur við sær, at hann verður nógv á teldu og net­in­ um, men hann væntar ikki, at hann fer at arbeiða vanligar arbeiðs­tímar, tí eisini hevur hann ætlanir um at gera hjálpar­arbeiði í bydgunum gjøgnum kirkjuna, sum hann arbeiddi saman við, síðst hann var í Kambodja. – Eg veri tó enn á Krea, so eg fari at ferðast nakað aftur og fram. Eg havi longu keypt mær ferðaseðil til Føroyar í november og veri tá heima allan mánaðin, sigur hann. Turisman er eisini vaks­ andi í Kambodja, so Reimund nevnir møguleikan at byrja egið virksemi innan ferða­ vinn­una, men hevur ongar ítøki­ligar ætlanir gjørt sær enn. Hann ætlar sær tó ikki upp í politikk har yviri, greið­ ir hann flennandi frá, men sigur, at hann ikki hevur slept øllum ambitiónunum hann hevur í føroyskum polit­isk­um høpi. Mentanirnar eru ymiskar Tað er stórur munur á bæði máli og mentan, tá ein samanber Føroyar við Kambodja. Reimund greiðir frá, at ein tann størsti mun­ urin er, at fólk eru ómetaliga fátøk, og hetta ávirkar alt annað í mentan teirra. Eisini er munur á átrúnaðinum, tí megin parturin av fólkunum har eru buddistar. – Tað er altíð trupult at vera í hjúnaligi, har tvey hava hvør sína mentan, men tað hevur hjálpt okkum báð­ um, at vit bæði hava búð í heimlandinum hvør hjá øðrum. Høvdu vit ikki roynt tað, so hevði tað verið trupl­ ari, enn tað hevur verið hjá okkum, staðfestir hann. FLYTUR TIL KA – Vit fara at sakna Føroyar nógv, men júst nú sakna vit at búgva í Kambodja meir, sigur Reimund Langgaard, sum leygardagin flutti úr Føroyum til Kambodja við familju síni Kona Reimund er úr býnum Siemreap, har Angkor Wat templini standa. Templini eru eitt av heimsins sjey undrum