hósdagur 21. oktober 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 201 - 21. oktober 2004
Nr. 201 - 21. oktober 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Verkfall ímóti sparingum
Amerikanska bilaverksmiðjan General Motors hevur
boðað frá stórum sparingum á verksmiðjunum, sum
fyritøkan hevur í Evropa.
Avgerðin hevur fingið øði í fólk, og umleið 50.000
starvsfólk á teimum evropeisku deildunum hjá General
Motors eru farin í verkfall fyri at mótmæla avgrðini.
Fyrrakvøldið vóru stórar mótmælisgongur utan fyri
deildirnar í týsku býunum Rússelheim og Bochum. Har
verða Opel-bilarnir gjørdir, men mótmælisgongur vóru
eisini uttan fyri deildirnar hjá General Motors í Belgia,
Fraklandi, Pólandi, Portugal, Bretlandi, Svøríki,
Eysturríki og Ungarn.
Leiðslan í General Motors sigur, at hon ætlar at spara
3,7 milliardir krónur á deildunum í Evropa, og tað fr at
hava við sær, at 12.000 starvsfólk mugu fara til hús.
Drongur skjeyt foreldrini
Mánadagin skjeyt ein 13 ára gamal drongur í russiska
býnum Talmenka foreldur síni, eftir at pápi hansara
hevði bukað hann.
Drongurin hevur greitt løgregluni frá, at hann hevði
fingið ringan karakter í skúlanum. Tað fekk øði í páp-
an, sum bukaði hann. Hetta var ikki fyrstu ferð, at hetta
var hent, men hesaferð var pápin harðligari, enn hann
plagdi at vera, hevur drongurin greitt frá. Morgunin tók
hann byrsuna hjá pápanum, sníkti seg inn í kamarið,
har foreldrini svóvu, og skjeyt tey. Undir avhoyringun-
um segði drongurin, at hann hevði ætlað at tveta líkini
í eina á, men tá hann ikki orkaði at draga tey út úr hús-
unum, fjaldi hann tey í einum skápi. Tá 26 ára gamla
systir hansara kom at vitja um kvøldið, fann hon líkini.
Russisku myndugleikarnir siga, at løgreglan viðgerð
málið sum eitt drápsmál, men at tað er ikki vist, at
drongurin verður ákærdur fyri dráp. Hann skal mental-
kannast, áðrenn støða verður tikin, siga myndug-
leikarnir.
Drápsmaður funnin
Í fleiri ár hava indisku myndugleikarnir leitað eftir tí
umleið 60 ára gamla brotsmanninum Koose Munis-
wamy Veerappan, og teir høvdu lovað 60.000 krónur í
finningarløn, bleiv hann avdúkaður.
Mánakvøldið eydnaðist tað endiliga løgregluni at
finna brotsmannin. Sambært løgregluni endaði tað við
einum skotbardaga, og tá løgeglumenninir seinni tóku
seg fram, funnu teir líkið av Koose Muniswamy Veer-
appan.
Tann 60 ára gamli brotsmaðurin hevur argað indisku
myndugleikarnar í fleiri ár. Hann byrjaði sítt brots-
mannavirksemi við at skjóta fílar, men seinni fór hann
at beina fyri fólki, og indisku myndugleikarnir halda, at
hann hevur ábyrgdina av meiri enn 100 morðum. Fyri
fýra árum síðani gjørdist hann kendur um allan heim,
tá hann burturflutti ein kendan indiskan filmsleikara,
sum bleiv hildin gísli í 108 dagar.
Tað vóru kortini ikki allir indarar, ið mettu hann sum
ein brotsmann. Summi bóru hann saman við Robin
Hood.
Horvin í Alpunum
Myndugleikarnir í Eysturríki eru givnir at leita eftir tí
67 ára gamla týskaranum Simon Helmut. Í síðstu viku
fór hann á fjøllini og skuldi koma aftur fýra dagar
seinni, men tá hann ikki var komin sunnudagin, vórðu
bjargingarlið send at leita. Tey funnu hann ikki, og
mánakvøldið góvust bjargingarmenninir at leita.
Simon Helmut og kona hansara, Erika, gjørdust
heimskend í 1991, tá tey av tilvild komu fram á eina sera
væl varðveitta mumiu frá bronzuøldini. Tey funnu hana
í fjøllunum í Suður-Tyrol tætt við markið ímillum
Eysturríki og Italia. Seinni fóru tey bæði londini at stríð-
ast um, hvør átti mumiuna. Í seks ár var hon á einum
savni í Eysturríki, men í 1997 bleiv hon flutt til Italia.
Mumian er 5300 ára gomul og hevur givið
granskarum fleiri týðandi upplýsingar um lívið í
bronzuøldini, skrivar VG.
Síðani 11. september í
2001 er USA betur
vart ímóti yvirgangi,
og álop á amerikonsk
mál í Irak hava ikki so
stóran týdning longur.
Tí veksur vandin fyri
yvirgangi í Evropa
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er niðurstøðan í einari
nýggjari frágreiðing hjá tí
viðurkenda stovninum Int-
ernational
Institute
for
Strategic Studies í London.
Stovnurin sigur, at vand-
in fyri yvirgangi er fram-
vegis sera stórur, og at talið
á yvirgangsbólkum, sum
virka í meiri enn einum
landi, veksur í hvørjum.
Kríggið í Irak hevur eggjað
fleiri til at bjóða seg fram
sum
sjálvmorðsbumbu-
menn, og kríggið hevur eis-
ini givið al-Qaeda eitt ann-
að grundarlag fyri at halda
fram við sínum virksemi,
sigur IISS.
– Sjálvt um Osama bin
Laden og Ayman al-Zawa-
hiri hava avmarkað rása-
rúm, eru teir framvegis teir
fremstu leiðararnir í einum
heilagum kríggi. Síðani
kríggið í Afganistan er
leiðslan í al-Qaeda meiri
fjøltáttað, og tí er tað trupl-
ari at halda eygað við
henni, sigur stjórin í IISS,
John Chapman.
Hann vísir á, at tann al-
menna uppfatanin er, at
kríggið ímóti altjóða yvir-
gangi fer at vara eini 10 ella
15 ár, men sjálvur veit hann
ikki, um tað ber til at vinna
kríggið.
IISS sigur í frágreiðing-
ini, at strong amerikonsk
trygdartiltøk
gera
tað
trupult hjá yvirgangsmonn-
um at søkja at málum í
USA, og álopini á amerik-
anskar hermenn í Irak hava
ikki so stórt hugsjónarligt
virði longur, heldur hann. Tí
mugu yvirgangsmenninir
venda sær ímóti øðrum mál-
um, og her stendur Evropa
ovarlaga á dagsskrá teira.
Ein rættiliga stórur partur
av teirri nýggju frágreið-
ingini hjá IISS snýr seg um
Russland. John Chapman
sigur við Reuters, at tað ber
ikki til at fyrireika Russ-
land ímóti yvirgangi, so
leingi tann hernaðarliga út-
gerðin er avoldað, og so
leingi trygdartænastan er
so gjøgnumsúrgað av kor-
rupsjón sum nú.
John Chapman vil ikki
leggja eg út í amerikanska
forsetavalið, men hann
heldur, at verður Bush aft-
urvaldur, kann tað fáa týdn-
ing fyri viðurskiftini í Mið-
eystri. Bush kann ikki stilla
upp eina ferð afturat, og tí
nýtist honum ikki at taka
fyrivarni fyri, hvat teir
sterku jødisku felagsskapir-
nir í USA halda um polit-
ikk hansara í Miðeystri,
sigur stjórin í IISS.
Endar forsetavalið í
USA javnt, er tað ikki
óhugsandi, at republ-
ikanararnir og demo-
kratarnir fara at býta
valdið
VAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Meðan fólk kring heimin
bíða við spenningi eftir am-
erikanska forsetavalinum,
stúra amerikanskir valser-
frøðingar, at úrslitið kann
elva til uppaftur størri iva og
stríð enn fyri fýra árum síð-
ani, tá nakrar fáar hundrað
atkvøður avgjørdi valið.
Atkvøðugreiðslan, sum
byrjaði í Florida og nøkrum
øðrum statum mánadagin,
hevur longu avdúkað fleiri
trupulleikar, og bæði repu-
blikanaarnir og demokratar-
nir hava sent sakførarar til
Florida at fyrireika seg til at
leggja sak, er úrslitið teim-
um ikki til vildar.
Summir valserfrøðingar
siga, at tá valið er so javnt,
kann tað væl henda, at tað
fer at standa á jøvnum ímill-
um George W. Bush og John
Kerry, soleiðis at teir fáa
269 valmenn í part. Tað
hendir, um veljararnir at-
kvøða sum seinast, men at
demokratarnir vinna tveir av
teimum smáu statunum frá
republikanarunum.
Hendir tað, skal Umboðs-
mannatingið velja forsetan,
og Senatið skal velja vara-
forsetan. Í Umboðsmanna-
tinginum hava republikanar-
arnir meirilutan, so har
verður Bush valdur, men
vinna demokratarnir meiri-
lutan í Senatinum aftur,
verður John Edwards vara-
forseti hjá Bush.
Ein bók, sum júst er út-
komin í USA, staðfestir, at
amerikanska valskipanin er
ótíðarhóskandi, og at fólk
hava fleiri møguleikar at
snýta
myndugleikarnar,
hava tey hug til tess. Eitt nú
verður víst á, at í 33 av
teimum 50 statunum krevja
valmyndugleikarnir ikki, at
fólk skulu hava samleika-
prógv við sær, tá tey skrá-
seta seg sum veljarar. Har-
afturímóti sleppa fólk ikki at
leiga ein film ella at leiga
eitt kamar á einum gisting-
arhúsi uttan at vísa sam-
leikaprógv.
Eitt nú hevur bókin eitt
dømi um, at ein kvinna
slapp at atkvøða tvær ferðir.
Hon hevði skrásett seg sum
veljara í sínum egna navni,
men hevði harafturat skrá-
sett seg sum veljara í navnin-
um hjá mammuni. Mamman
var deyð, men tað kannaðu
myndugleikarnir ikki.
– Í USA ber til at vera
politiskt virkin, eftir at ein
er deyður, sigur John Fund,
sum hevur skrivað bókina,
og sum The Heritage Fo-
undation hevur ivið út.
Evropa verður nýggja
yvirgangsmálið
Bush forseti og Edwards
varaforseti
Hetta er ikki óhugsandi - republikanarin George W. Bush sum forseti og demokraturin John
Edwards sum varaforseti
Nýggj fløga á veg
Knút Háberg Eysturstein,
ið tey flestu munnu kenna
sum tangentleikandi brillu-
mannin úr bólkinum Gestir,
gevur 2. november sína
fyrstu solofløgu út
Talan er um fløgu, ið
Knút hevur arbeitt við sein-
asta árið og innspælt saman
við vinmanninum og co-
produsaranum Allan Tau-
sen. Upptøkurnar vóru
gjørdar í bygdarhúsinum á
Strondum og í Jak Zak
Studio í Havn.
Tónleikurin er atmos-
feriskur singer/songwriter
tónleikur við eitt sindur av
sveimandi rocki, electron-
ica og post rock blandaðum
uppí. Tekstirnir eru bæði á
enskum og føroyskum, og
eru
skrivaðir
gjøgnum
fimm tey seinastu árini.
Tað er plátufelagið Tutl,
ið gevur fløguna út. Ungi
listamaðurin Bruno Mikael
Eysturstein hevur gjørt
myndir og tekningar til
húsan, ið teir báðir Niels
Arge Galan og Uni Árting
hava sniðgivið og sett
saman.
Kemur út í Sveits
samstundis
Eitt sermerkt við fløguni
"Havsglóð" er, at hon verður
givin út í Føroyum og í
Sveits um somu tíð. Fløgan
verður nevniliga til sølu í
býnum St. Gallen sum
liggur norðaliga í Sveits.
Fløguhandilin Ton-Art,
sum er einasta umboð fyri
Tutl í Sveits, og sum hevur
breitt úrval av Tutl útgáv-
um, fer at selja fløguna.
Tað er Føroyavinurin
Felix Van Der Berg ið
hevur fingið samstarvið í
lag. Felix stendur fyri
innflutningi og útbreiðslu
av føroyskum tónleiki í
Sveits
saman
við
eigaranum av Ton Art,
Roger Rey.
Hesir báðir gera eitt stórt
kunningar
arbeiði
fyri
føroyskan tónleik í økinum
kring St. Gallen, har tað
búgva umleið 500.000 fólk.
Føroyskur tónleikur
væl móttikin
Í september mánaði var
Høgni Lisberg og vitjaði í
Sveits saman við bólkinum
hjá sær, har Knút eisini
spælir við.
Høgni Lisberg er við at
gerast eitt kent navn í Sveits.
Fleiri greinar hava verið í
sveisiskum bløðum, og løg
av fløguni "Most Beautiful
Things" eru javnan at hoyra
í sveisiskum útvarpi. Høgni
Lisberg
Band
spældu
tríggjar konsertir, sum gingu
avbera væl, á túrinum. Tað
var eisini her, at avtalan kom
í lag um at geva fløguna hjá
Knút út samstundis sum her
heima. Tískil verður nógv
gjørt burturúr útgávudegn-
um í Sveits. Sveitsarar vísa
seg at vera sera jaligir um
føroyskan tónleik, og verður
tað spennandi at frætta
nærri hvussu hetta fer at
ganga.
-eys-
C
M
Y
K
3
2
Seinasta freist
at lata broyt-
ingar inn til
telefonbókina
2005 er mána-
dagin 1. nov.
2004
Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist, at koma við
rættingum til Hvítu síður í telefonbókini fyri ár 2005 (vanliga
telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu síður er á síðu 660 í
telefonbókini 2004,og skal sendast til: Kundaskráseting, Føroya
Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 93 01.
Eykaupptøkur v.m.:
Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber
eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum tele-
fonnummari, við undirstrikingum, eykaupptøkum og undir-
upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja
undirstriking, eykaupptøku ella undirupptøku.
Búmerki:
Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu síðum. Prísurin fyri
búmerki er 2.000,00 kr. (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku.
Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist at boða frá av
nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu síðum.
Prísir:
(A) Standardlýsing ................................. kr.700,00
(B) Innramming...................................... kr. 800,00
(E) Grafisk lýsing pr. mm (min. 30 mm) . kr. 25,00
(sí dømi á s. 658 í Telefonbókini 2004)
Litlýsingar:
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at
lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta
bakgrund er kr. 500,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr.
1.250,00.
Skrásetingar-/Rættingarblað til Gulu síður er á síðu 659 í
telefonbókini 2004, og skal sendast til:
Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66.
GG: Prísirnir á Gulu síðum eru uttan mvg!
Í mars 2005 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum.
Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum.
Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist við óbroytt.
Hvítu síður
Gulu síður
tel 30 30 30 www.tele.fo
www.nummar.fo · info@nummar.fo - www.gulu.fo · info@gulu.fo