hósdagur 21. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 201 - 21. oktober 2004
Nr. 201 - 21. oktober 2004
5
Føroya Arbeiðara-
felag mælir samgong-
uni til heldur at
lækka oljuavgjaldið
enn at lækka skattin,
tí tað høvdu tey lág-
løntu veruliga fingið
nakað burturúr
SKATTUR OG
AVGJALD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Øll tey mongu, sum hava
lágar inntøkur, fáa lítið og
onki burturúr einum skatta-
lætta. Vildi samgongan av
álvara lætt um hjá teimum
lágløntu, skuldi hon heldur
tikið oljuavgjaldið av.
Tað
heldur
Ingeborg
Vinther, forkvinna á Føroya
Arbeiðarafelag.
Hon mælir sostatt sam-
gonguni til at taka olju-
avgjaldið av, heldur enn at
seta ætlaða skattalættan í
gildi.
Ingeborg Vinther sigur, at
oljuavgjaldið vendir av-
gjørt tann tunga endan nið-
ureftir, tí tey, sum forvinna
150.000 - 200.000 krónur
um árið, hava nógv verri
ráð til at betala oljuavgjald,
enn tey, sum forvinna eina
hálva millión.
Hon vísir eisini á, at oljan
er blivin sera dýr. Hon er nú
omannfyri 4,50 krónur fyri
liturin. Oljuavgjaldið er
heili 80 oyru fyri litur-
in.Varð oljuavgjaldið tikið
av, hevði prísurin á olju so-
statt komið niður á 3,70
krónur fyri liturin. Og tað
er rættiliga stórur munur, tí
sostatt høvdu fólk spart 800
krónur uppá ein vanligan
oljutanga upp á 1000 litrar.
Sita køld í vetur
Ingeorg Vinther sigur, at
hetta hevði verið ein ovur-
honds stórur lætti hjá ein-
um vanligum húski, tí oljan
er nú so dýr, at hon er blivin
ein veruligur trupulleiki at
betala.
Samstundis er arbeiðsloys-
ið alsamt veksandi, ikki
minst í fiskivinnuni á landi,
har ein stórur partur av
limunum í verkamannafel-
øgunum arbeiða.
Hon vísir eisini á, at stuð-
ulin, sum fæst úr ALS, er
altíð roknaður eftir inntøk-
uni seinastu 12 mánaðirnar.
So hvørt, arbeiðsloysið
veksur, minkar inntøkan og
sostatt eisini útgjaldið úr
ALS, og tað eru mong, sum
fáa minni enn 50 krónur um
tíman frá ALS og tað kann
ongin liva fyri.
Men Ingeborg Vinther
hevur eisini hoyrt dømi um
fólk, sum fáa undir 20
krónur um tíman frá ALS
og enntá undir 10 krónur
um tíman.
– Í Føroya Arbeiðarafel-
ag frætta vit av og á um
húski við lágum lønum,
sum als ikki hava ráð til at
fylla sær tangan. Og tað er
ongin ivi um, at nú veturin
verður yvir okkum og tað er
veruliga brúk fyri varma,
verða tað mong, sum rætt
og slætt koma at sita køld, tí
tey hava ikki ráð til at
keypa olju, nú hon er so
dýr.
– Og hugsa vit um
pensjónistarnar, fáa teir
ikki stórt meiri í pensjón
enn fyri ein góðan olju-
tanga um mánaðin.
– Tí heita vit staðiliga á
samgonguna um at strika
oljuavgjaldið, tí tað hevði
muna nógv meiri hjá húskj-
um við lágum lønum enn
ein smávegis skattalætti
ger.
– Og nú oljuprísurin er
methøgur, og veturin er
yvir okkum, er akkurát
stundin komin til at taka
oljuavgjaldið
av,
sigur
Ingeborg Vinther
Leggjast kann afturat, at
samgongan ætlar at lata
einar 60 milliónir í skatta-
lætta næsta ár og tað er
áleið tað sama, sum oljuav-
gjaldið er.
– Verður tilmælið hjá
einum arbeiðsbólki
hjá landsstýrinum
sett í verk, fer tað at
raka verkafólkið og
tey ungu harðast, siga
Føroya Arbeiðara-
felag og Havnar
Arbeiðsmannafelag
SKATTUR OG
AVGJØLD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta fer at fáa sera
álvarsligar avleiðingar fyri
okkara ungdóm.
Dómurin hjá Føroya Ar-
beiðarafelag og Havnar Ar-
beiðsmannafelag yvir til-
mælið, sum ein arbeiðs-
bólkur undir Fíggjarmála-
ráðnum
hevur
handað
landsstýrinum, er greiður
og eirindaleysur.
Fíggjarmálaráðið
setti
fyri tíð síðani ein arbeiðs-
bólk at kanna mvg og av-
gjøld og at gera eitt tilmæl-
ið til landsstýrið um broyt-
ingar.
Tilmælið er nú komið og
tað er síðani send ymsum
feløgum til ummælis.
– Verður tilmælið frá ar-
beiðsbólkinum fylt, fer tað
at raka tey, sum eru ringast
fyri frammanundan, nevni-
liga tey ungu og verkafólki,
siga Føroya Arbeiðarafelag
og Havnar Arbeiðsmanna-
felag í eini felags viðmerk-
ing um málið.
Àlvarsligar avleið-
ingar fyri ungdómin
Eitt tilmæli, sum arbeiðs-
bólkurin mælir til, er at nú
skal mvg eisini gjaldast av
arbeiðslønum í samband
við húsabygging.
– Hetta er sera lítið um-
hugsað, tí hetta fer at fáa
sera álvarsligar avleiðingar
fyri okkara ungdóm, sum
skal seta búgv, og tað er
óskiljandi, at arbeiðsbólk-
urin als ikki tykist at hava
hugsað um hesar avleiðing-
ar.
– Arbeiðslønin at byggja
eini sethús er vanliga
400.000 til 600.000 krónur
og skulu tey, sum byggja,
nú eisini gjalda mvg av
arbeiðslønini, fer tað sostatt
at føra við sær, at eini hús
verða
100.000
til
150.000,00 krónur dýrari at
byggja.
Arbeiðsbólkurin sigur, at
tey sum byggja, vinna ein
part av hesum innaftur við
tað, at ætlanin er eisini, at
punktgjøld skulu takast av
hvítvørum og útvarps- og
sjónvarpstólum.
– Tað er átaluvert, at
einki verður nevnt um, at
útreiðslurnar til vanligar
hvítvørur eru rættiliga nógv
lægri enn útreiðslurnar til
arbeiðsløn. Samanumtikið
verður talan sostatt um
eina munandi útreiðslu-
øking hjá teimum, sum
byggja, siga tey bæði
verkafeløgini.
– Hendan útreiðsluøking
fer í stóran mun at raka tey,
sum frammanundan eru
ringast fyri fíggjarliga, tí
ein tílík øking hevur ikki
somu ávirkan á eitt húski,
sum hevur eina inntøku upp
á 700.000 - 800.000 krónur
um árið, sum tað hevur á
eitt
húski,
sum
bert
forvinnur
200.000
-
300.000 krónur um árið.
– Enn meira asosialt
verður tilmælið, tá vit
kunnu staðfesta, at familjan
við hægru inntøkuni har-
umframt fer at fáa størri
fyrimun av ætlaða skatta-
lættanum, sigur Føroya Ar-
beiðarafelag
Ein duld roynd at
hækka skattin
Felagið sigur, at tað hevur
somu hugsan um tilmælið
um at nú skal mvg eisini
leggjast heilivág.
– Aftur her verður tað tey,
sum frammanundan eru
ringast fyri, sum fara at
merkja sviðan av hesari
útreiðsluøking. Enn meira
ivasom er ætlaða broyting-
in, tá talan eisini í nógvum
førum er um fólk, sum
eisini dragast við heilsu-
trupulleikar, sigur Føroya
Arbeiðarafelag.
Annars
tekur
Føroya
Arbeiðarafelag sum heild
undir við, at umhvørvis-
gjald, ella grønt avgjald,
verða lagt á dálkandi virk-
semi.
Men hetta eigur ikki at
raka arbeiðsfólk, sum eru
noydd at koyra í egnum bili
til og frá arbeiði.
Tey bæði verkafeløgini
eru sannførd um, at veru-
liga ætlanin við hesum ar-
beiðsbólkinum er ein dulda
roynd at at økja um inntøk-
ur landskassans, og sostatt
eisini at herða skatta- og
avgjaldstrýstinum í samfel-
ag okkara.
– Og tað mótmæla vit
staðiliga, siga Føroya Ar-
beiðarafelag og Havnar Ar-
beiðsmannafelag.
Sí annars viðmerkingarn-
ar frá Føroya Arbeiðarafel-
ag og Havnar Arbeiðs-
mannafelag í fullum líki á
síðu 13.
Nógvir føroyingar fara at sita kaldir í vetur
Fer at raka verkafólk
og tey ungu sera hart
Fylgir landsstýrið ráðunum frá einum arbeiðsbólki hjá fíggjarmálaráðnum, verður tað einar
100.000 – 150.000 krónur at byggja eina vanlig sethús, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag
Úrmælingarnir skulu fáa betri sømdir
Føroya Musikklær-
arafelag vil veita okk-
um mest framkomnu
tónleikarum betri
sømdir, og tí skal
verandi musikkskúla-
skipan dagførast
RÁÐSTEVNA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Um vikuskiftið skipa Før-
oya Musikklærarafelag og
Sanglærarafelag
Føroya
fyri ráðstevnu, um hvussu
føroyski musikkskúlin skal
skipa seg í framtíðini.
Sunnleif Rasmussen er for-
maður í Føroya Musikklær-
arafelag, og hann er av
teirri greiðu áskoðan, at
tíðin er farin frá verandi
musikskúlaskipan.
– Tað eru 20 ár síðan
verandi musikkskúlaskipan
bleiv gjørd, og ikki so
mikið sum eitt komma er
broytt síðan, sigur hann
Á ráðstevnuni um viku-
skiftið koma fimm umboð
úr norðurlondum at halda
fyrilestrar, sum í hvør sín-
um lagi skulu vera við til
birta undir kjakið um
nýggja musikkskúlaskipan
í Føroyum.
Betri sømdir
Sambært Sunnleifi Ras-
mussen er ein av stóru trup-
ulleikunum við núverandi
lóggávu, at okkara mest
framkomnu tónleikarar ikki
fáa neyðugu tónleikaundir-
vísingina í Føroyum, og tí
velja teir at fara út um
landoddarnar at nema sær
tónleikakunnleika.
– Vit mugu nógv duga
betur at pleyga okkara
elitu, so vit ikki missa tey
av
landinum,
sigur
formaðurin
í
Føroya
Musikklærarafelag.
Hann vísir á, at nærum á
hvørjum ári flyta føroying-
ar í onnur lond at nema sær
útbúgving innan tónleik, tí
teirra tørvur ikki verið
nøktaður í Føroyum.
– Vit mugu leggja nógv
fyri at geva elituni betri
sømdir, tí alternativi er, at
vit flyta trupulleikan av
landinum. Vit hava lærarar,
ið hava førleikað at geva
undirvísing heilt inn á
gáttina til konservatorium-
ið, og tað mugu vit gera
okkum dælt av, sigur
Sunnleif Rasmussen.
Verður minni orka so sett
av til breiddina?
– Nei vit hava ongar ætl-
anir um at sleppa teimum
upp á fjall. Vit skulu hava
fleiri ressoursur til Musikk-
skúlan, so vit bæði megna at
røkja breiddina og eisini úr-
mælingarnar. Tú mást gera
tær heilt greitt, at tú fært
ongantíð nakrar úrmælingar
uttan eina breidd, og tað
ætla vit halda fast um, sigur
formaðurin í Musikkskúl-
anum.
Nakrir av fyriskiparunum av ráðstevnuni um vikuskiftið. F.v.: Claire Thomsen, Andrea
Heindriksdóttir, Palli Hansen og Sunnleif Rasmussen
Mynd: Jens Kr. Vang
Kvinn-
urnar
brynjast
til val-
stríðið
Komandi
mánakvøld
verður skipa fyri fundi
fyri kvinnulig valevni í
Eydnuni á Oyrarbakka.
Við undirheitinum "Fel-
ags
avgerð
felags
ábyrgd" er endamálið
við fundinum at brynja
kvinnuligu valevnini til
valstríðið og politiska
arbeiðið.
Herfyri varð skipað
fyri einum kvinnusem-
inari, sum hevði til
endamáls at økja um
kvinnurnar lut í polit-
iska arbeiðinum. Í tíð-
indaskrivi um fundin
verður boðað frá, at
somu kvinnur, ið lut-
tóku á seminarinum,
skipa fyri fundinum.
Skráin á fundinum verð-
ur hendan:
• Annita á Fríðriksmørk
býður
vælkomin
og
greiðir frá arbeiðnum,
sum er í gongd við at
økja um kvinnurnar lut í
politisku avgerðarpro-
sessini
• Annika Wardum Joen-
sen, forkvinna í Javn-
støðunevndini, sigur frá
um
javnstøðu
og
kvinnuumboðan
í
politikki
• Eyðgunn Samuelsen
og Mia Petersen, bý-
ráðslimir,
siga
frá
spennandi royndum, og
greiða frá arbeiðnum í
bý- og bygdaráðum
• Per Højgaard fer at
halda fyrilestur um at
tora at stíga fram og um,
hvat krevst av einum
kommunalpoltikkara
At enda verður bólka-
arbeiði, har evnið verð-
ur:
Hvussu gerast kvinnur
meira sjónligar í polit-
iska arbeiðnum?
Fundurin verður mána-
kvøldið 25. oktober
klokkan 19 og hann
endar klokkan 22.00
-páll
Ein nýggjur kvinnu-
listi stillar upp til
kommunuvalið í
Fuglafirði. Nýggi
listin miðar eftir at
fáa fleiri kvinnur
valdar í býráðið
NÝGGJUR
KVINNULISTI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Teir níggju menninir í
Fuglafjarðar býráð kunnu
vænta sær ein skarpan gang
á kommunuvalinum 9. nov-
ember. Í Fuglafirði hava átta
kvinnur tikið seg saman á
ein kvinnulista, og tær miða
eftir at vinna sær fleiri um-
boð á kommunuvalinum.
Saman við Ann F. Obra-
dovic hevur Kristina Larsen
verið at fyrireika nýggja
kvinnulistan í Fuglafirði,
og hon sigur, at kvinnulist-
in hevur verið undir upp-
sigling seinastu tríggjar
vikurnar.
– Vit vóru nakrar, sum
byrjaðu at tosa saman fyri
trimum vikum síðan. Hó-
ast vit hava verið eitt sindur
ivingarsamar, hevur undir-
tøkan verið ómetaliga góð,
og tí tóku vit týsdagin
endaliga stigið at stilla upp,
sigur Kristina Larsen.
Stutt fyri klokkan 18
týskvøldið varð listin hand-
aður kommunuskrivaran-
um.
Fyrireikararnir
av
Kvinnulistanum hava ynskt
at hildið listan loyniligan, tí
tær vildu tryggja sær, at
listin gjørdist veruleiki,
áðrenn tað varð almanna-
kunngjørt.
Tað hevur ikki verið nak-
ar trupulleiki-heldur tvørt-
urímóti- hjá kvinnunum í
Fuglafirði at finna 25 still-
arar til Kvinnulistan. Tað er
vert at leggja til merkis, at
meir enn helmingurin av
stillarunum eru mannfólk.
Ikki spurdar
Spurd, hví kvinnurnar í
Fuglafirði ikki stilla upp á
teimum listum, sum van-
liga stilla upp, svarar Krist-
ina Larsen, at við undantak
av einari kvinnu, er eingin
teirra eftirspurd.
– Vit eru nakrar sum
leingi hava havt stóran
áhuga fyri kommunalpolit-
ikki, men tað er ikki eydn-
ast okkum at koma upp í
part á teimum listum, sum
hava nógv ár á baki í
Fuglafirði. Tað er millum
annað orsøkin til, at vit
hava tikið stig til okkara
egna lista. Tó skal sigast, at
vit seinasta dagin áðrenn
deadline fingu tilboð um at
fáa pláss á borgaralista,
men tá vóru vit lidnar við
fyrireikinganar. vísir Krist-
ina Larsen á.
Á
kvinnulistanum
í
Fuglafirði eru í alt átta
kvinnur, og bert ein teirra
hevur áður stilla upp til
kommunuval.
Kristina
Larsen leggur dent á, at
Kvinnulistin er ikki heftur
at nøkrum ávísum politisk-
um flokki, men er fyrst og
femst ein bólkur av kvinn-
um, ið ynskja ávirkan á
kommunuarbeiðið
í
Fuglafirði.
Spurd um hon væntar, at
Kvinnulistin í Fuglafirði
fer at vinna sær umboðan í
býráðnum, svarar Kristina
Larsen, at tað væntar hon,
og tær miða eftir at fáa 2 - 3
kvinnur valdar.
Kvinnurnar í Fuglafirði vilja
sleppa upp í part
4 av teimum 8 kvinnunum á
kvinnulistanum. F.v.: Durita
R. Djurhuus, Kristina Lar-
sen, Ninni Paulina Forna-
garð og Elisabeth Eldevig.
Durita er komin á soppin og
er sett at eiga fyrst í novem-
ber. Kristina við 5 mánaðar
gamla soninum í fanginum
tryggjar sær, at uppstillingar-
listin er í lagi.
Mynd: Rúna Sivertsen
Kvinnulistin í Fuglafirði:
Durita R. Djurhuus, Virkisrráðgevi
Elisabeth Eldevig, Fiskivinnufrøðingur
Ninni Paulina Fornagarð,Krambakvinna
Judy Torleifsdóttir við Gjónna, Innkeypsleiðari
Malan Kjærbo, Skrivstovukvinna
Kristina Larsen, Fyristøðufólk
Ann F. Obradovic, Krambakvinna
Marilyn Toftegaard, Reingerðingskvinna
FAKTA
C
M
Y
K
5
4