Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. oktober 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 201 - 21. oktober 2004 Nr. 201 - 21. oktober 2004 7 Skála Kommuna ger nýtt, stórt áskoðara- skýli í ovara borði við fótbóltsvøllin KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Skála: Fótbóltsáskoðarar- nir á Skála skulu ikki standa á berajólum, tá landskappingin byrjar aftur næsta vár. Kommunan hev- ur gjørt eitt stór áskoðara- skýli við vøllin. Skála Kommuna eigur alt stad- ionøkið, sum tað er. Bæði høll og vøll, sum borgar- stjórin tekur til. Skýlið er umleið 90 metrar langt, sigur Kári Johannesen, borgarstjóri á Skála. Tað kostar hálvaaðru millión krónur, sigur hann. Hvussu nógv fólk sleppa at kroka í nýggja skýlinum, er hann eitt sindur ivasamur um. Ta velst alt um, um tosað verður um standandi ella sitandi áskoðarar. Verður talan um at hava fólk standandi, væntar hann, at eini 600 fólk sleppa undir tak. Nakað minni verður tað, um alt verður gjørt til sitipláss. Tað er smápartafelagið Húsasmíð á Skála, sum ger skýlið fyri kommununa. Stálkonstruktiónirnar eru fluttar inn úr Danmark, sigur Kári Johannesen, borgarstjóri á Skála, tað sum eftir er av árinum, tá Skála verður partur av Runavíkar Kommunu. Hann sigur, at nýggja skýlið fer at standa liðugt um mánaðarskiftið kom- andi. Tað er ein mána ella so seinni enn ætlað varð frá byrjan. Farið verður nú undir aftur arbeiðið upp á landsvegin oman fyri Skála VEGAGERÐ Edvard Joensen Skála: Arbeiðið við vega- gerðini millum Skála og Strendur heldur fram. Í ár verður arbeitt fyri 5,7 milliónir krónur, sigur Oy- vindur Brimnes, stjóri á Landsverki. Samlaða vegalongdin á strekkinum er 5 kilometrar, sum vera mettir at fara at kosta 52 milliónir alt í alt, sigur Oyvindur Brimnes. Arbeitt verður hvørt árið so mikið, sum pengar verða játtaðir til, sigur hann. Í ár er játtanin so hesar 5,7 milliónirnar, og tá tær eru brúktar, steðgar arbeiðið. Teir eru komnir til Gjógvará, har brúgv er gjørd. Men enn eru einar tvær stórar brýr eftir at gera, áðrenn komið er út á Strendur, sigur Oyvindur Brimnes. Arbeiðið, sum nú verður gjørt, ger byggife- lagið Byggitek. Oyvindur Brimnes sigur, at næsta ar verða helst fleiri pengar settir av til vega- gerð, enn tað hava verið seinnu árini. Hugsanin er tann, at tað loysir seg betri at arbeiða skjótt, so veg- irnir koma fyrr til nyttu, enn at toyggja arbeiðini fyri at spara pengar tey einstøku árini. Men samlaða játtanin fer nokk ikki at hækka, heldur hann. Tað verður bara flutt innanhýsis, so vegirnir fáa hægri prioritering. Nýtt áskoðaraskýli á Skála Vegagerð á Skála Norðskálamenn hava keypt skip úr Galway í Írlandi. Ætlanin er at brúka skipið til heima- útróður SKIPAKEYP Edvard Joensen við Norðskála: Eitt nýtt skip fer í næstum at verða skrásett tí før- oyska flotanum. Tað loysir útróðrarbátin Hvíthamar av í skráset- ingini, og fer eisini at eita Hvíthamar. S/Pf. SBJ, sum teir tríggir børðurini Steyni, Bjarni og Jákup Andrias Andreasen við Norð- skála eiga, hevur keypt skip úr Írlandi. Talan er um trolbát, sum er merktur 93 BT í írsku skkrásetingini, greiðir Steyni Andrea- sen frá. Skipið er 21 metrar langt og góðan hálvansjeynda metur breitt. Tó metir hann, at tá skipið er uppmált og merkt av nýggjum av føroyska skipaeftirlitin- um, verður tonsatalið heldur minni. Eini 60-70 BT, heldur hann. Skipið, sum eitur Juli- et M, er keypt úr Galway á írsku vesturstrondini. Tað er bygt í 1980 og hevur 450 HK Cummins maskinu frá 1997-98, sum gav tí eina ferð upp á níggju míl á ferðini úr Írlandi til Føroya. Skipið hevur kahyt har afturi við átta koyggjum. Har er rúmligt, láta eig- ararnir at. Á dekkinum er messa. Steyni Andreasen sig- ur, at keypsprísurin var 45.000 evrur, sum er góðar 330.000,- danskar krónur. Men tað skal gerast nakað væl við skipið, áðrenn tað er klárt at fara til fiskiskap, sigur hann. Ætlanin er at rógva út við línu, men ikki at fáa sær egningarmaskinu umborð. Egnt verður upp í stampar, og tá hevði verið gott við skúrum. Men um teir verða gjørdir beinanveg, er ivasamt, sigur Steyni Andreasen. Innflutnignsloyvið er galdandi til einaferð í vár, og til ta tíð meta eigararnir, at skipið verður klárt at fara til fiskiskap. Tá skal tað vera sýnað av nýggjum og riggað til. Meðan skipið verður gjørt klárt, fer tað at hava gamla navnið, Juliet M. Men tá farið verður til fiskiskap, verður Hvíthamar, sum teir nú eiga, lagdur, og Juliet M fer tá at eita Hvíthamar, sigur Steyni Andreasen. Hann sigur, at Juliet M upprunaliga var trol- ari, men hevur seinnu árini verið brúkt til gággufiskiskap. Keypt skip úr Írlandi Vegagerðin millum Skála og Strendur er komin út til Gjógvará. Í ár eru játtaðar 5,7 milliónir krónur til arbeiðið, og tá tær eru brúktar, steðgar arbeiðið upp, sigur stjórin á Landsverki Mynd: Edvard Joensen Skála Kommuna ger stórt áskoðaraskýli við fótbóltsvøllin á Skála Mynd: Edvard Joensen Brøðurnir Steyni, Bjarni og Jákup Andrias Andreasen við Norðskála hava keypt Juliet M úr Írlandi. Teir fara at rógva út við skipinum Mynd: Edvard Joensen Oftani hoyra vit, at føroyingar eru alla staðni. Og hesi orð megu vit sanna, tá vit hoyra nøvnini Skemman, Jysk og Jákup á Dul Jacobsen nevnd. Maðurin aft- anfyri Skemmuna, eisini kent undir heit- inum Jysk, og líkn- andi handlar í fleiri øðrum londum, ger nú aftur um seg HANDILSLÍV Jan Müller Hesaferð ella rættari, enn einaferð hinumegin Atlans- havið, í Kanada. Í dag letur hann upp nýggjan handil í Kanada, tann átjandi hand- ilin í hesum stóra landin- um. Hetta er samtíðis tann 36. handilin undir föroyska merkinum, sum Jákup letur upp, síðani hann byrj- aði í fyrsta handlinum á Hálsi í Havn í 1986. Í dag fevnir handils"imperie" hjá Jákup á Dul Jacobsen so- statt um ein handil í Føroy- um, fýra í Íslandi, 13 í balt- isku londunum og síðani 17 í Kanada. Gingið skjótt og væl Tað hevur gingið ómetaliga skjótt og væl hjá unga handilsmanninum úr Havn, síðani hann legði leiðina um hav til Íslands og lat fyrsta handilin upp har í 1987. 9 ár eftir tað byrjaði hann í Kanada og í 2001 lat hann fyrsta handilin upp í Baltisku londunum. Í dag arbeiða umleið 800 fólk í 36 handlum í seks londum. Áhugavert kundi verið at vitað, hvussu stórur umsetningurin er í øllum handlunum. Men tað fáa vit ikki at vita, tó so, at tað ikki man vera av leið, tá sagt verður, at alt samtakið telist ovarliga millum tær 10 størstu fyritøkurnar í Føroyum. Við so nógvum jørnum í eldinum verður tað heldur ikki til meira enn onkra ferðina til Føroya um árið. Og nú Jákup er stæddur í Kanada til upplatingina har var tað so heppið, at Sosial- urin hitti eitt undangongu- fólkunum í fyritøkuni, Nils Stórá, tá hann nú um dag- arnar vitjaði í Føroyum. Hann arbeiðir dagliga í balt- isku londunum, har hann ferðast millum teir mongu handlarnar. Hesaferð vóru ørindini hjá Nilsi í Føroyum at vera ferðaleiðari hjá barna- og familjumálaráð- harranum í Litauen, sum vitjaði her fyri at kunna seg um viðurskifti hjá børnum og annars um sosial viður- skifti sum heild. (Hesa vitj- an venda vit aftur til í seinni blað, blaðm.) Nils hevur sjálvur arbeitt hjá fyritøkuni Jysk í 12 ár. Hann byrjaði í Íslandi, men hesi seinastu 3-4 árini hev- ur hann arbeitt í baltisku londunum, har hann hevur havt nógv um at vera at fyrisita ikki færri enn 13 handlar í trimum londum. Hetta er krevjandi uppgávu men afturfyri eisini sera áhugaverd og gevandi. Meðan fyritøkan í Føroy- um hevur alla tíðina borið heitið Skemman, so hava tey í Íslandi brúkt heitið Rumfatalagerinn. Handlar- nir í Kanada og Eystrasalti brúka tó navnið Jysk. Hetta er nýggja navnið fyri Jysk Sengetøjslager, sum er farið í søguna. Tað varð gjørt m.a. fyri at gera tað lættari at samskipa eitt nú lýsingar við tær í Danmark. Nils Stórá sigur annars, at koyrt verður framvegis eftir sama konsepti men tað verður so justerað ella lag- að til hvørt einstakt land. Vørurnar! Jú talan er um nógv av tí innbúgvi, sum verður brúkt í einum heimi, alt frá møblum til seingja- sett, dýnum og koddum , metravøru osfr. Nils hevur búð og býr í Íslandi men fæst sum sagt við arbeiði í baltisku lond- unum. Hann sigur, at tað er lætt at ferðast millum Ís- land og hesi londini, tí tú kanst velja, um tú ferðast um Danmark, Oslo ella Stokkhólm. Nils ferðast so sjálvur millum Estland, Letland og Litauen. Tey hava 4 handlar í Estlandi, 5 í Letlandi og 4 í Litauen. Seinasti handilin lat upp í august í Litauen. Íblástur frá íslendingum Uppá fyrispurning hví teir hava valt at fara til hesi londini sigur Nils, at ís- lendingar eru nógv úti um seg víða um m.a. í baltisku londunum, har teir eru størsti útflytari av timburi. Teir hava fleiri verksmiðjur har og teir umhugsa at keypa upp banka eisini. – Vit vildu so royna at fáa fótin fastan har, og tað hevur gingið gott síðani. Nils heldur sjálvur, at føroyingar hava nakað at læra av íslendingum, tó at hann ikki vil vera politiskur í so máta. – Eg trúgvi, at ein vandi hjá okkum er, at vit síggja oftani umheimin bara sum suðurendan av Dan- mark og norðurendan av Grønlandi og so síggja vit kanska ikki longur. Vit síggja tað eisini oftani, at tá tosað verður um handil, so er tað fyrst og fremst Dan- mark, sum kemur okkum til hugs. Men vit vita, at danir eru sera dugnaligir á mong- um økjum, eitt nú innan handil, og tí skal man eisini royna at hyggja aðrar vegir ístaðin. Hvørjar framtíðarætlanir eru? – Tað eru ætlanir at lata upp aðrastaðni, men tað er ov tíðliga at koma út við tí nú. Tað kann vera, at USA er ein møguleiki, men Kan- ada er so mikið stórt, at har er marknaðurin ikki troytt- ur enn. Dan Hansen er stjóri fyri Skemmuni í Føroyum. Beiggin, Steinar Hansen var stjóri har, áðrenn har fór til Kanada, har hann nú stendur fyri innkeypinum. Ása á Dul Jacobsen er tó framvegis eitt kent og fryntligt andlit millum mongu vørurnar og kundar- nar í Skemmuni, tá Sosial- urin vitjar har ein góðveð- ursdag í oktober. Tann 17. í Kanada: Havnarmaður letur upp 36. handil sín í útlandinum 17. handilin, sum Jákup á Dul Jacobsen, nú letur upp í Kanada í dag Mynd: Jysk Ása og Nils uttanfyri Skemmuna á Hálsi Mynd: Jan Müller Nils Stórá, Dan Hansen og Ása á Dul Jacobsen í Skemmuni nú um dagarnar Mynd: Jan Müller C M Y K 7 6