hósdagur 21. oktober 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 201 - 21. oktober 2004
Nr. 201 - 21. oktober 2004
9
– Tá børnini koma til
okkum, hava tey
fingið frí úr skúlan-
um. Vit eiga og skulu
virða frítíðina hjá
børnunum, sigur
Ann-Elisabeth
Joensen, leiðari á
frítíðarskúlanum og
næstformaður í Før-
oya Pedagogfelag.
Hon leggur dent á, at
ein frítíðarskúli als
ikki hevur nakað sum
helst við ein fólka-
skúla at gera
FRÍTÍÐAR-
PEDAGOGIKKUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ann-Elisabeth
Joensen,
leiðari á frítíðarskúlanum í
Hornabø, sigur, at tað er av
alstórum týdningi, at rætt-
urin hjá børnunum til frítíð
verður virdur. Og at vaksin
virða sjálva frítíðina hjá
børnunum.
– Ein frítíðarskúli hevur
onki sum helst við ein skúla
at gera, og eg má viðganga,
at eg slettis ikki veit, hví
tað eitur frítíðarskúli. Eg
hevði viljað, at hatta orðið
hvarv, tí eg áni ikki, hvað-
ani tað er komið, sigur hon.
Um ein hyggur í enda-
málsorðingina fyri peda-
gogútbúgvingina ella í dag-
stovnalógina, so finnur ein
ikki orðið frítíðarskúli.
Men frítíðarheim.
Ann Elisabeth heldur, at
tað rætta var, at stovnurin
fekk navnið frítíðarheim
ella frítíðarstovnur. Tí talan
er um ein dagstovn, har
børn koma at verða í teirra
frítíð, til foreldrini eru lið-
ug at arbeiða.
– Frítíð er ein rættur hjá
børnunum, staðfestir hon.
Hvør sín útbúgving
Ann Elisabeth sigur, at tað
er stórur munur á, førleik-
unum hjá einum pedagogi
og einum lærara.
– Vit hava hvør sítt øki, tá
tað kemur til at arbeiða við
børnunum, staðfestir hon.
Lærarar verða útbúnir til
undirvísing og fakliga frá-
læru, meðan pedagogiska
útbúgvingin leggur dent á
uppalingina og menningina
av barninum og ger, at
pedagogarnir
hava
ein
førleika til at eygleiða og
skapa trivnað fyri einstaka
barnið.
– Uppgávan hjá okkum
er at menna tey skapandi
evnini hjá børnunum við
atliti at styrkja teirra sam-
leika, sjálvsvirði, sjálv-
kenslu og evni til at taka
sær av egnum viðurskift-
um. Okkara fakligi førleiki
ger okkum før fyri at síggja
tørvin hjá tí einstaka barn-
inum. Tað er styrkin hjá
okkum, sum eru pedagogar,
sigur Ann Elisabeth.
Hetta eru eisini førleikar,
sum Ann Elisabeth leitar
eftir, tá hon skal seta fólk í
starv á frítíðarskúlan.
Endamálsorðingin fyri
lærararnar sigur í stuttum,
at lærarar skulu útbúgvast
til fólkaskúlan og at leggja
støði undir undirvísing í
øðrum skúlaformum. Með-
an endamálsorðingin fyri
pedagogar sigur, at peda-
gogar skulu útbúgvast til
vøggustovu, barnagarðar,
barna
og
frítíðarheim,
stovnar til børn við breki,
viðgerðarstovnar og annað
námsligt virksemi. Um-
framt hetta at geva tann
greinliga námsliga førleika,
ið er neyðugur at leggja
ætlan um og menna upp-
alingarvirksemi við børn-
um, ungum og vaksnum í
samfelagnum, har tey bú-
leikast ella á einum og
hvørjum stovni.
– Bæði lærarar og peda-
gogar hava námsfrøði, men
tað er innan fyri hvør sítt
øki. Lærarin til undirvísing
og frálæru og pedagogurin
til at uppala og menna tað
einstaka barnið, sigur Ann
Elisabeth.
Hon dylir ikki fyri, at set-
anin av læraranum í frí-
tíðarskúlanum á Tvøroyri
er eitt afturstig fyri tosið
um samstarv millum Peda-
gogfelagið
og
Lærara-
felagið.
– Hatta hevur skapt
ónøgd, og eg haldi ikki, at
landsins myndugleiki hevur
skilt, hvat ein frítíðarskúli í
veruleikanum er, sigur hon.
Samstundis spyr hon,
hvat endamálið er við at
útbúgva pedagogar, um
ongin munur skal vera á
Frítíðarskúlin er ikki ein skúli
– Okkara tilboð skulu vera so góð, at børnini als ikki hugsa um skúlan, meðan tey eru hjá okkum, sigur Ann-Elisabeth Joensen
Mynd: Álvur Haraldsen
Á frítíðarskúlunum arbeiða tey við teimum skapandi evnunum hjá børnunum, og eru
møguleikarnir fyri at menna tað einstaka barnið tískil góðir
Mynd: Álvur Haraldsen
størvunum sum lærari ella
pedagogur. So kundi alt
bara verðið lagt saman sum
ein og sama útbúgving. Tað
hevði hon kunnað hugsað
sær at hoyrt frá Lærarafe-
lagnum um.
– Men eg má siga, at eg
dugi ikki at síggja frí-
tíðarskúlan uttan fyri dag-
stovnalógina, sigur Ann
Elisabeth Joensen, leiðari á
frítíðarskúlanum í Hornabø
og næstformaður í Føroya
Pedagogfelag.
Fyrimynd í ES
Herfyri vísti formaðurin í
Føroya Lærarafelag á, at
børn kundu gjørt teirra
skúlating í frítíðarskúlan-
um.
Ann-Elisabeth sigur hon,
at um eitt barn setur seg at
gera skúlating, meðan tað
er hjá teimum, er tað ongin,
sum hindrar tí.
– Okkara tilboð skulu
vera so góð, at børnini als
ikki hugsa um skúlan,
meðan tey eru hjá okkum,
sigur Ann-Elisabeth og
vísir á, at á frítíðarskúlun-
um arbeiða tey við teimum
skapandi
evnunum
hjá
børnunum, og eru møgu-
leikarnir fyri at menna tað
einstaka barnið tískil góðir.
Frítíðarskúlarnir
kring
landið hava eitt tætt sam-
starv og hava regluligar
fundir, har leiðararnir hitt-
ast.
Allir leggja teir dent á at
hava eina breiða viftu av
tilboðum til børnini, so
børnini hava nógv at velja
ímillum, meðan tey eru á
frítíðarskúlanum.
– Men her skal sigast, at
á
øllum
frítíðarskúlum
verður dentur fyrst og
fremst lagdur á tað fría
spælið hjá børnunum, sigur
Ann-Elisabeth.
Ann-Elisabeth samanber
tað við fyrr. Tá børnini
vóru úti á gøtuni og spældu
og fóru so líka heim at
spæla ella okkurt líknandi.
Tað er tað sama við frí-
tíðarskúlanum. Tey gera
sjálvi av, hvat tey gera, og
hava frítíðarskúlan at koma
aftur til.
Tey hava eina ávísa frí-
heit, meðan tey eru á stovn-
inum, og tey vaksnu eru
altíð tilstaðar og eygleiða
tey. Bæði menningina og
trivnaðin.
Ann-Elisabeth er í einum
norðurlendskum bólki, sum
eitur NLS. Ein bólkur, sum
umboðar øll fakfeløg í
Norðurlondum.
Hesin
bólkurin arbeiðir við at
gera ein bókling til ES, sum
lýsir barnalívið í Norður-
londum.
Hon sigur, at tað hevur
vakt stóran áhuga hjá hin-
um londunum, at frítíðin
hjá børnunum verður rað-
fest so høgt í Føroyum.
Hon tekur heildagsskúlarn-
ar sum eitt dømi upp á
vantandi virðing fyri frí-
tíðini hjá børnunum.
— Norðanlond eru í
roynd og veru ein fyrimynd
fyri ES londunum, tí har
verður faklig innlæring
raðfest alt ov høgt. Við tað
at børnini, sum ganga í
heildagsskúlum,
verður
teirra frítíð gloymd í øllum
hesum.
– Tað mugu vit fyri alt í
verðini ikki fáa í Føroyum,
staðfestir Ann-Elisabeth og
leggur afturat, at har standa
øll norðanlondini saman.
– Tú virðir ikki børnini,
tá tú ikki virðir teirra frítíð.
Tey skulu mennast saman
við øðrum børnum, slær
Ann-Elisabeth
Joensen
fast.
Børnini í frítíðarskúl-
anum á Hornabø
stórtrívast. Teimum
dámar best at spæla
úti, men tá tað ikki er
veður til tað, finna tey
altíð upp á eitthvørt,
sum tey kunnu gera
inni
FRÍTÍÐARSKÚLI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Tað eru ikki so øgiliga
nógv børn í frítíðarskúlan-
um hendan dagin, men
fleiri spæla úti. Inni er stak
friðarligt,
nøkur
børn
leggja puslispæl, onkur
spælir við dukkur og onnur
tekna. Men tá ókunnugt
fólk kemur á gátt, leggja
tey alt frá sær og hyggja við
spyrjandi eygum.
Hví eru tit her, hvat skulu
tit gera og hvaðani koma
tit. Spurningarnir rapla úr
teimum, meðan tey eyg-
leiða
myndatólið
hjá
myndamanninum.
– Eg tími ikki í Sosialin.
Eg havi akkurát verið, sigur
ein genta, tá hon finnur
útav, hvaðani ókunnugu
fólkini eru.
Hon sleppur undan. Seks
onnur børn játta at gera eitt
prát.
Teitur,
Torkil,
Rúni,
Rannvá, Jóhanna og Diana,
sum øll eru sjey ára gomul
og ganga í ytra skúla á
Venjingarskúlanum,
eru
sera tíðindafróð hendan
dagin..
Úti er best
Tey seks eru øll samd um,
at teimum dámar best at
spæla úti.
Tá tosið fellur inn á,
hvussu tað er at ganga í frí-
tíðarskúla í mun til barna-
garð, siga tey, at tey sleppa
at gera meira av sjálvi, hvat
tey gera, og hvar tey fara.
– Vit sleppa út um garðin
her. Tað sluppu vit ongan-
tíð, tá vit gingu í barnagarð,
greiðir Rannvá frá.
– Ja, men bara til flagg-
stongina. Ikki longur enn
tað, sigur Torkil og peikar
út gjøgnum vindeygað fyri
at vísa, hvar flaggstongin
er.
Tey greiða frá, at tey
plaga at fara á skate-board-
banan ella oman í skógina
beint niðan fyri skúlan,
sum tey sjálvi taka til. Tað
halda tey eru stuttligt.
Tað letur ikki til, at tey
høvdu tímað so væl at gjørt
skúlating í frítíðarskúlan-
um.
– Jú, kanska roknað, men
ikki at lesa, sigur Rannvá, tí
hon heldur, at tað er ov
nógvur larmur á frítíðar-
skúlanum til at kunna lesa.
Hinar báðar, Jóhanna og
Diana nikka og siga eisini,
at tær høvdu tímað at
roknað.
Torkil, Teitur og Rúni eru
allir tríggir á einum máli
um, at teir ikki høvdu tímað
at gjørt skúlating í frítíðar-
skúlanum.
– Tað hevði ikki verið
skek. Tá vil eg so nógv
heldur sleppa út at spæla,
sigur Teitur, meðan hann
hyggur út.
Tey byrja at reisa seg nú
og vilja sleppa aftur at
spæla. Eina lítla løtu seinni
eru tey aftur í ferð við tað,
sum tey fingust við, áðrenn
tey vórðu órógvað av
ókunnugum fólki.
Vit sleppa út um garðin
Frítíðarskúlin á Hornabø er normeraður til 50 børn.
48 ganga har til dagligt, og har er altíð pláss fyri
børnum við serligum tørvi
Seks starvsfólk eru knýtt at stovninum, harav fýra
pedagogar og tvey hjálparfólk.
Stovnurin,sum liggur í hjartanum í høvuðsstaðnum,
hevur somleiðis ein útifrítíðarskúla, sum liggur í
Havnadali.Tað er tann fyrrverandi Spírin.
FAKTA
– Børnini hava frí úr skúlanum, tá tey koma í frítíðarskúlanum, sigur Ann-Elisabeth Joensen
Mynd: Álvur Haraldsen
Teitur, Torkil og Rúni, Jóhanna, Diana og Rannvá eru øll á einum máli um, at tað er sera stuttligt at ganga í frítíðarskúla.
Teimum dámar tó best at spæla úti
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
9
8