Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 201 - 21. oktober 2004 Nr. 201 - 21. oktober 2004 11 Eftir seinasta val var aftur kjakað um, hvat var galið við okkara valskipan. Hetta er hvørja ferð løgtings- val hevur verið. Eftir valið í 1998 fekk triðstørsti flokkur í atkvøðutali fleiri løgtingslimir enn næst- størsti flokkur í atkvøðutali. Skeivleikarnir skyldast valdømisskipanina, ið er afturútsigld, tí at fólkatalið og fordeilingin eru nógv broytt, síðan henda skipan var gjørd. So dúgligani sum kjakið um valskipanina gekk eftir seinasta val, so var næstan væntandi, at hon nú fór at blíva broytt, men í dag sær øðrvísi út. Politiska kjakið um valskipanina er tagnað, og fryktast kann fyri, at einki hendir, fyrr enn fólk aftur eftir næsta val fara at kjakast um hesa skipan, eftir at enn ein skeivleiki er staðfestur. Hetta hevur so at siga verið ein siður eftir seinastu valini. Tað skal vera okkara vón, at Løgtingið fer at broyta valskipanina, soleiðis at skeivleikarnir verða burtur. Akkurát hvussu hon skal broytast eru fólk ymisk á máli um, men tað tykist verða rímiliga breið semja millum fólk, at ein broyting ella dagføring er neyðug. Tað einklasta hevði verið at gjørt Føroyar til eitt val- dømi, har listarnir fingu tað tal av Løgtingslimum, ið samlaða atkvøðutalið hjá teimum rættvísgjørdi. Hetta hugskot fellir tó ikki í góða jørð allastaðni, so kanska kundi ein pragmatisk byrjan verið at fækkað talið av valdømum og dagført umboðanina, so hon hóskaði til fólkatalið í dag og ikki fólkatalinum fyri 30 árum síðani. Tað tykist sum um, at fólk frykta eina miðstaðar- dominatión í einari skipan við einum valdømi. Ivasamt er tó, hvussu verulig hendan hóttanin er. Nær byrjaðu føroyingar av álvara at geva sær far um teir politisku bøgarðarnar, sum valdømini nú einaferð eru? Um vit líta aftur um bak, so er ikki so langt síðani, at vit høvdu listauppstilling, har flokkarnir høvdu nummereraða uppstilling, eins og íslendarar hava enn í dag. Tá var verri enn so altíð, at toppkandi- datarnir vóru úr valdøminum, har stillað var upp. Jógvan Sundstein var til dømis fyrst valdur í Eystur- oynni. Erlendur Patursson sáli stillaði onkuntíð upp í Sandoynni og Sigurð Joensen sáli stillaði onkuntíð upp í Norðurstreymoy. Hetta var ikki óvanligt tá, og hóast vit onkuntíð síggja uppstilling av fólki búsit- andi í øðrum valdømum í dag, so er tað sjálvdan at hesi valevni verða vald. Vónandi gloyma okkara fólkavaldu ikki hetta málið, og gera tær broytingar, ið skulu til, so at vit eftir næsta val sleppa undan afturvendandi kjakinum um vansarnir við núverandi valdømisskipan og um hvussu ótíðarhóskandi hon er. DAGSINS MEINING Sosialurin Hvar bleiv kjakið av? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Súni í Hjøllum Skal ein kommuna menn- ast, so eru nakrar sera um- ráðandi fyritreytir, sum mugu vera í lagi: • Arbeiðspláss • Skúli • Barnaansing • Bústaðarmøguleikar • Frítíðarvirksemi f. ung sum eldri • Eldrarøkt Seinastu fýra árini hava okkara dúgligu og virknu borgarar saman við vinnu- lívinum - bæði á sjógvi og landi - skapt so stórar inn- tøkur sum ongantíð áður. Framleiðsla og virksemi á staðnum er fyritreytin fyri menning á bygdunum. Tí er alneyðugt, at bygdaráðið - eisini í framtíðini - er mannað við fólki, sum hevur sum stavnhald at gera íløgur, sum betra um umstøðurnar hjá vinnulív- inum. Íløgur, sum geva mong arbeiðspláss, og sum sostatt eru við til at geva fleirfaldaðar inntøkur aftur til kommununa. Hesar stóru inntøkur hava seinastu árini gjørt tað møguligt at gera umráðandi útbyggingar og íløgur við t. d. ábótum á havnalagið, dýping v. m. av Oyra- havnini, nýggjum eldra- sambýli, fyrireiking av nýggjari býarskipan, út- stykkingarøki Heygarnar- Gadd , vegabreiðking v. m. úti á Nesi, skipaðari endur- nýgging av gøtuljósum, nýggjum vatnbrunni, skip- aðari ruskmóttøku, avsett neyðugan pening til vetrar- friðing, íløgu í nýggjan graslíkisvøll, íløgum í barnaansingina og fyrireik- ing av skúlaútbygging, sum byrjar í januar 2005. Fyri framman liggja stórar avbjóðingar við út- byggingum, sum bæði hava til endamáls at betra um møguleikarnar fyri øktum arbeiðsskapandi virksemi og til at menna trivnaðin fyri allar borgararnar í bygdunum á Nesi, Toftum og í Saltnesi. Við skilagóðari nýtslu av borgaranna pengum verður eisini møguleiki fyri fram- burði og menning í okkara kommunu næstu árini! Góðu borgarar! Valið er tykkara týsdagin tann 9. november! Framburður og menning í Nes kommunu Hans Sørensen Aftur hesaferð stillar Javn- aðarflokkurin upp til bý- ráðsval. Á listanum eru 11 valevni, av teimum eri eg ein teirra, sum stillar upp fyri fyrstu ferð. Eg ætli mær í býraðið við einum opnum og posi- tivum sinni, har øll mál sum koma fyri skulu av- greiðast skjótt og »pro- fessionelt«. Tey skulu ikki vaksa i eini skuffu. Eg vil seta mær sum mál, at Tvøroyrar kommuna skal fáa heitið sum tann best røkta kommunan í landin- um. Eg vil arbeiða fyri, at ein og hvør, sum her býr, skal vera stoltur av at vera tvøramaður/kvinna; tað verði seg innan fyri ítrótt, mentan og ikki minst sum vinnulívsfólk. Alt hetta gerst ikki eftur einum degi, men tað skal vera ein málsetningur hjá mær. Eg veit væl, at Tvør- oyrar kommuna ikki er tann sterkasta kommunan reint fíggjarliga, men har ein vilji er til staðar, har ber alt til, og soleiðis skal tað eisini verða, um eg fái mín fót innan býráðsins gátt. Eg vil heita á tvørafólk um at fara á val og ikki hugsa alt ov nógv politiskt, hetta er eitt býráðsval, har tey fólk sum vald verða, mugu standa saman sum ein maður fyri at fáa so nógv sum møguligt burtur ˙r, og er tað mín vón, at tað verða nógv nýggj ung fólk, sum koma at stýra okkara kommunu tey næstu fýra árini. Farið á val og setið ein kross fyri Hans Søren- sen og tit kunnu verða vís í, at tit hava gjørt eina rætta gerð. Gott val. Býráðsvalið á Tvøroyri 2004 VAL04 Tvøroyrar Bóltfelag elst Tað er fallið lesarum fyri bróstið, at Sosialurin í oddagrein týsdagin um føð- ingardagin hjá HB skrivaði: "At tvey tey elstu fótbólts- feløgini í landinum fylla 100 ár í hesum árinum". Hetta kann sjálvandi mis- fatast. Men hóast hetta skal skiljast sum tvey av teim- um elstu feløgunum, tí HB og Kí eru millum elstu ítróttarfeløgini, so skulu vit tó staðfesta her, at TB ella Tvøroyrar Bóltfelag er tað ELSTA fótbóltsfelagið í landinum. Tað varð stovn- sett í 1892. Tvs. 12 ár und- an bæði HB og KÍ. Lat okk- um so eisini í sama við- fangi ynskja aldursforset- anum TB vælafturkomnan í 1. deild, har hann hoyrir heima og gott komandi kappingarár. Blaðstj. Gjald fyri valgreinar Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið fyri valgreinar er hálvur lýsingaprísur. Sosialurin Gurli Restorf sygeplejerske Nu nærmer tiden sig for byrådsvalg og løfterne fra de mange, som gerne vil vælges ind er utal- lige. Selv de gamle, som ellers til daglig er glemt, bliver lovet gode bolige og hjælp, på alle mulige måder. Men når valget er overstået, er alle gyldne løfter til gamle menn- esker overstået. Tórshavar kommune er eferhånden blevet stor, og måske lidt uov- erskuelig. Men det er ikke nogen undskyld- ning for, at det altid er de gamle, som skal be- tale. De gamle har haft meget længere arbejds- tid end folk har i dag, og meget lavere lønninger. Der er to ting, som jeg gerne vil bemærke. Mange gamle og ofte dårligt gående mennesk- er finder det uudholde- ligt at komme ud på hospitalet og få fore- taget blodprøver og andet forskelligt, som er ordineret af deres læge. Det må kunde lade sig gøre, at laboranterne kommer ud i hjemmene til de gamle og syge at tage blodprøver. Vedrørende forespørg- sel til laboranterne siger de, at de ikke har noget imod den ordning, men at de ikke kan gennem- føres uden ordre fra deres arbejdsgiver, som vel er Landssjúkrahúsið. Men en ting, som er endnu mere nødvendig er natsygepleje i den primære sektor. Det er ubegribeligt, at vi ikke får den indført over hele landet. "Det er for dyrt", siges det. Men der ind- føres ting og sager som er langt dyrere, uden at nogen løfter et øjenbryn af den grund. Tænk blot på patienter med kræft. Den sygdom kan være forfærdelige smertefuld. En nat kan være lang og uudholde- lig, hvis man ikke kan få fat i et menneske, som kan give noget for smerterne. Og de pati- enter trænger også til et menneske at tale med om deres angst; for den sygdom giver angst. Og hvad med en patient, som har gigtsmerter? Nogen mener, at man ikke behøver mere end et menneske i vagt om natten i den primære sygepleje, men det er forkert anskuelse. Mange har virkelige brug for to hjælpere, når en patient skal vendes i sengen. De fleste ældre træng- er til at komme på toi- lettet en eller to gange om natten, men nej, det lader sig ikke gøre. Hvis patienten falder, får han ikke bud fra sig. Så er det nemmere at give patienten en ble på, og den må han ligge med resten af natten. En nat uden nattevagt kan ofte vare i ca. 12 timer, for dagvagten kan jo ikke tage alle pati- enterne hver gang. For- uden, at det er ubehage- ligt, er det også ydmyg- ende. Man kan næsten ikke undgå at betragte Før- oyar som et U-land, hvad angår de gamle. Måske ville det være en god ide, om Útvarp Føroya eller Sjónvarpi_ tog emnet op inden valget. Måske især Sjón- varpið. Mange mennes- ker husker bedre det de ser, en det de hører. Kære vordende by- rådspolitikere: "Gør noget alvorligt, det er hårdt tiltrængt. Og det er næppe dyrere end mange ting, som er mindre nødvendige. Måske kunde en tunel vente lidt endnu. Hjælp de hjemme- boende hjælpesløse gamle!!!! VIÐMERKINGAR Jói Winther Valevni hjá Javnaðar- flokkinum í Tórshavnar kommunu Vit mugu aftur skapa álit millum borgararnar og Býráðið. Hetta má gerast við at borgararnir verða hoyrdir og hava møguleika at gera viðmerkingar, tá ymisk arbeiði verða sett í gongd, og at tey verða hoyrd. Her hevur ofta verið klombrut atborið, so sum í byggi málum, og mugu greiðir framferðarháttir set- ast í verk, so ikki skal kom- ast aftur um aftur so oftani. Býráðið má leggja áherðslu á at skapa so góðar karmar fyri vinnulívi sum gjørligt, eitt nú við grundøkjum til handil og ídna, so at nøkur langtíðar arbeiðspláss verða skapt. Ikki mugu tey nýggju økini í kommununi gloymast, og verða vit noydd til at gera alt fyri at liviligt skal verða í útjaðarinum. Fjarstøðuplássini mugu tryggjast, so at skúlanæm- ingarnir í barnaskúlunum fáa somu tilboð sum tey í Havn, uttan at støðið verður lækkað nakrastaðni. Tey ið eru í býráðnum skulu minnast, at tey eru fyri allar borgarar í komm- ununi, og tey skulu taka av- gerðir hareftir. VAL04 Býráðið fyri allar borgararnar Anna Maria Persson Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð Familjumynstrið í Føroyum er nógv broytt seinastu árini. Kanska merkist broytingin best í Havn. Fyrr var eitt heim eitt heim, har mamman var heima, tá børnini komu úr skúla, og har omman ella abbin ofta sótu í køkinum og vóru ein partur av familjuni. Nú er heimið ofta tómt og stongt, tí bæði mamman og pápin eru til arbeiðis. Samfelagið hevur fyri ein part tikið hædd fyri hesum, men ikki nóg væl. Havnar kommuna hevur seinastu árini gjørt nógv fyri at nøkta tørvin fyri barnanasing. Hetta skal gerast enn betur, so tað verður rúmligari bæði hjá børnunum og starvs-fólk- unum á stovnunum. Frí- tíðarheim skulu eisini vera fyri øll børn í kommununi, har tey aftaná skúlatíð kunnu verða ansaði undir tryggum og mennandi kor- um. Heilsusystrarnar í Tórs- havn hava fleiri ferðir víst á, at nógv børn ikki hava fingið morgunmat áðrenn tey koma í skúla, og flleiri hava heldur ongan mat- pakka hava við, sjálvt um tey hava ein langan skúla- dag. Sum eitt lið í ætlaða heilsupolitikkinum hjá Landstýrinum eigur Havnar kommuna at ganga á odda og beinanvegin taka stig til, at øll børn í kommunun hvønn dag fáa mjólk og frukt í skúlanum. Arbeitt eigur eisini at verða fram imóti, at øll børn kunnu fáa eina máltíð í skúlanum. Frálæra eigur at fara fram í skúlanum um heilsugóðan kost og góðar matvanar. Hetta er av stórum týdningi fyri trivnaðin hjá barninum, og nógvar kanningar vísa, at trivnaður er fortreytin fyri innlæring. Hesi tiltøk høvdu eisini lætt nógv um gerandisdag- in hjá foreldrunum, sum ofta verða strongd av ikki at náa, tað tey skulu. Tað eru tey einkultu heimini, sum byggja kommununa, og fyri at skapa eina góða kommunu fyri øll, er neyð- ugt at hvør einstakur er tryggur og trívist. Tummas í Garði Valevni Fólkaflokksins til býráðsvalið Ferðslutrygdin uttan um skúlarnar í býnum eigur at verða betrað. Allir 18.000 borgarar í býnum eru ófatuliga virðis- miklir einstaklingar, og hvørki familjurnar ella bý- urin kann góðtaka at missa ein av sínum. Kommunan skal tí hava »0-hugsjónina« sum leiði- stjørnu fyri ferðslupolitikk- in: »eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skadd- ur í ferðsluni«. Ferðsla í býum er altíð so, at tað eru fólk til gongu ella á súkklu, sum eru í stórst vanda. Ofta børnini og tey ungu. Tí eigur serligur dentur at verða lagdur á at tryggja ferðsluna uttan um skúl- arnar og ítróttarøkini. Afturat tí sum Ráðið fyri Ferðslutrygd skipar fyri, skal Kommunan aktivt inn at broyta vegir, støðgipláss við skúlar, gongubreytir og ferðavmarkingar osv, so vandin gerst minst møgu- ligur. Tað er gleðiligt at síggja nýggju, ferð-avmarkandi gonguteigarnar við Komm- unuskúlan og Venjingar- skúlan. Gott og bíligt, og átti avgjørt eisini beinanvegin at verði gjørt við Dagstovn- arnar longri uppi í Varða- gøtu! Tað er ein ómøgulig uppgáva at gera súkklu- breytir allastaðni í býnum, men serligar súkklu/gongu- leiðir ígjøgnum býin kunnu fáa fleiri at ganga/súkkla, heldur enn altíð at koyra bil og minka soleiðis ferðslu- trýstið uttan um skúlarnar um morgnarnar. Komandi býráð eigur at lata teknisku fyrisitingina sleppa at arbeiða víðari við hesum. Tey hava førleikan og skulu hava fíggjarjáttan og politiskan stuðul frá býráðnum. Johan Mortensen Valevni Tjóðveldisfloksins til býráðsvalið Øll valevni tosa um út- reiðslur. Eg tosi um inn- tøkur. Fíggjarlógin hjá frá- farandi býráði kemur neyvan at halda. Fáa vit ikki fleiri inntøkur, klára vit ikki at fíggja vælferðina. BIP støðin í Kollafirði skal ajourførast, so at russisk skip tora at koma til bryggju og leggja pengar eftir seg. Havnagjøldini í Havn skulu verða kapp- ingarfør. Havnin skal agressivt bjóða seg fram til oljuvinnuna. Alltjóða flog- vøllur skal byggjast á Glyvursnesi. Ferðamanna- vinnan skal optimerast og altjóða spælikasino setast á stovn. Havnin skal ignorera íløguloftið hjá Landsstýrin- um. Vit eru størsta komm-un- an við minstu skuld og skulu sjálvi ráða fyri egn- um borgum. Skipaeftirlitið skal flytast aftur til Havnar. Trivnaður er fortreytin fyri innlæring VAL04 Money, money VAL04 Tryggari skúlavegir! VAL04 C M Y K 11 10