Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hallur av Rana Síðan hann sum einans 29 ára gamal trein inn í almanna rúmið sum formaður í Bú­ skapar­ráðnum, hevur Johnny í Grótinum javnan ver­ið at síggja og hoyra í al­ menna rúminum. Fyrstu árini gjørdi hann vart við seg sum bú­skapar­ frøðingur við meiningum um ymisk samfelagsbúskaparlig viðurskiftir, meðan hann sam­stundis klintraði upp móti toppinum í føroyska banka­heiminum. So tað kom heldur óvart á fólk, tá tíð­ indini bórust fyri tveim­um árum síðan, at hann hevði skift bankaverðina út við stjórasessin í Lands­sjúkra­ húsinum. Steðgurin í Lands­sjúkra­ húsinum gjørdist ikki serliga drúgvur, tí smá tvey ár eftir, at hann tók við starvinum sum sjúkrahússtjóri, tók hann enn eitt óvæntað stig, tá hann tók við starvinum sum stjóri á Kringvarpi Fø­ roya. Fyrstu 100 dagarnir Tá Johnny í Grótinum 1. sep­ tember setti seg í stjóra­stólin í Sortudíki byrjaði hann tó ikki á berum botni. Vikuna áðrenn var hann nevniliga á verkstovu í Skálavík við Kringvarpsstýrinum, har tos­að bleiv gjøgnum tingini og greiða fingið á leiklutirnar hjá stýrinum og stjóranum. Og sambært stjóranum sjálv­um, so fer Føroya fólk helst at leggja merki til, at ein nýggj­ur maður stendur á odda fyri Føroya størsta miðli. – Eg fekk at vita frá stýr­ in­um, at tey ynsktu ein sjón­ ligan stjóra, ið kundi vera ein rødd í samfelagnum, ið setir orð á tørvin fyri Public Service og verjir okkum sum stovn. Ein sum argumentar fyri týdninginum at hava krit­isk­an jour­nali­stikk og leik­lutin hjá KVF sum mentanar­berari fyri okkara sam­leika. Eg dugi væl at sam­ skifta og dugi at vera sjón­ ligur, so tað er ein leiklutur, eg gjarna vil taka á meg, sigur nýggi stjórin. Men umframt at hava hitt stýrið, so leitaði Johnny í Grótinum sær eisini í bóka­ hillina eftir íblástri, nú ein nýggj uppgáva skuldi lyftast, og har hann fann bókina De første 100 dage eftir Lars Bo Hansen. – Í bókini ramsar rit­høv­ und­urin upp fleiri amboð, ið ein leiðari skal leggja sær í geyma. Harímillum leggur hann dent á, at man ikki skal gera nakað kollveltandi fyrstu tríggjar til fýra mán­ aðir­nar. Neyðugt er nevni­ liga at vita, hvat tað er, man ger, og hvat man hevur við at gera, áðrenn man ger broyt­ ingar, sigur Johnny í Grót­ inum. Tey ráðini hevur nýggi stjórin tikið til sín, og hevur tískil boðað teimum ymisku leiðarunum í Kringvarpinum frá, at hann ynskir at vitja tær ymisku deildirnar og fáa innlit í tær ymisku upp­ – Tú kanst ikki bara sita í tínum egna hornið og gera Public Service tilfar, tí so ávirkar tú ikki fólkaræðið ella samleikan hjá tjóðini. Tí er tað týdningarmikið, at umframt at røkja tey, ið eru yvir 40 ár, ið eru tey, ið brúka Kringvarpið, at vit eisini brúka teir nýggju miðlarnar at náa nýggju ættarliðunum. Tað sigur Johnny í Grótinum, ið tó leggur dent á, at tær stóru broytingarnar ikki verða framdar alt fyri eitt VIL NÁA ALLAR FØROYINGAR UNDIR FÝRA EYGUM Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat er tín yndisbók? – Thinking Fast and Slow hjá Daniel Kahneman. Hon er genial. Hvat land ynskir tú at vitja? – Avstralia. Tað er øgiliga fjarskotið og forkunnugt.