mánadagur 11. september 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105
gávurnar tær fyrstu vikur
nar í nýggja starvinum.
– Eg skal vera flugan á
vegginum, tá redaktións
fundur er um morgunin og
tá samrøður verða gjørdar
við fólk. Fyrst tá eg havi
roynt ymiskt, kann eg veru
liga taka støðu til tær ym
isku avbjóðingarnar, ið skulu
loysast, sigur kringvarps
stjórin.
Yngra ættarliði
Lars
Bo
Hansen
leggur
tó eisini dent á, at nakrar
neyðugar broytingar verða
framdar fyrstu tíðina, og
onkra av teimum hevur
kringvarpsstjórin
longu
identifisera.
– Kringvarpið skal blíva
sterkari til at brúka teir
sosialu miðlarnar. Vit hava
eina Facebook-síðu við 8.000
fylgjarum, men søgurnar fáa
sum oftast eini fimm likes.
Tað er ov lítil samvirkan mill
um brúkararnar og stovnin,
og er tað nakað eg ynski at
skumpa undir, sigur Johnny
í Grótinum.
At nýggi stjórin er stórur
fjeppari av sosialum miðlum
er rættiliga týðiligt, og vónar
hann at brúka sosialar miðl
ar sum eitt tól at fáa tilfarið
hjá Kringvarpinum út til
nýggjar brúkarar.
–
Gjøgnum
Facebook
ber til at náa alt Føroya
fólk upp á nakrar fáar dag
ar, meðan tað munna vera
fáar sendingar hjá Kring
varpinum, ið nógv meira
enn 30 prosent av fólkinum
fær við, tá tað verður sent.
Við at brúka Facebook, har
føroyingar eru sera virknir,
kunna vit náa nógv fleiri
við okkara tilfari, staðfestir
Johnny í Grótinum.
Hava eina ábyrgd
Sum stjóri fyri Kringvarp
Føroya er ein av fremstu
uppgávunum hjá Johnny
í Grótinum at liva upp til
Public Service sáttmálan,
ið staðfestir ymiskar skyld
ur og uppgávur hjá Kring
varpinum sum almennur
stovnur. Hóast tað er ríkiliga
at liva upp til, so hevur nýggi
stjórin hug at víðka eitt
sindur um hugtakið Public
Serice.
– Í nýggja frágreiðingini
frá Public Service-nevndini
í Danmark, ið varð lagdur
fram nýliga, var ein av
høvuðsboðskapinum,
at
Public Service skyldan ikki
bara fevnir um framleiðslu
av tilfari um fólkaræði, sam
leika og annað, men eisini
skylduna at miðla tilfarið
til alt fólkið, sigur Johnny í
Grótinum og leggur afturat.
– Tú kanst ikki bara sita
í tínum egna hornið og gera
Public Service tilfar, tí so
ávirkar tú ikki fólkaræðið
ella samleikan hjá tjóðini.
Tí er tað týdningarmikið, at
umframt at røkja tey yvir 40
ár, ið eru tey, ið brúka Kring
varpið, at vit eisini brúka
teir nýggju miðlarnar at náa
nýggju ættarliðunum.
Trúvirði skal styrkjast
Tað vakti ans fyri nøkr
um vikum síðan, tá Johnny
í Grótinum kærdi nøkur
innsløg hjá Kringvarpinum
viðvíkjandi
stríðnum
á
Føðideildini á Landssjúkra
húsinum, tí mett var, at
yvirskriftin var misvísandi.
Sostatt kærdi stjórin sítt
komandi arbeiðspláss, og nú
hann er vorðin stjóri á stovn
inum, ið hann kærdi, ynskir
hann at styrkja um hendan
partin av arbeiðinum.
– Trúvirðið og álitið á
Kringvarpinum
sum
tíð
indabera má styrkjast, tí tað
verður ov ofta sett spurn
artekin við grundleggjandi
miðling og søgur. Tað er
neyðugt at hyggja at okk
um sjálvum og gera manna
gongdir at tryggja, at alt
er, sum tað skal vera. Tá so
spurningar verða settir, so
kunna vit siga, at vit hava
mannagongdir, ið tryggja
alt er í ordan. Og so muga vit
framhaldandi tryggja, at vit
hava nóg góðar journalistar,
sigur Johnny í Grótinum.
Spurdur um tað skal skilj
ast sum ein staðfesting av,
at viðurskiftini ikki hava
verið nóg góð er Johnny í
Grótinum greiður.
– Annars hevði eg nokk
ikki ført tað fram. Vit muga
formalisera
nøkur
viður
skiftir, so vit sum stovnur
kunna, eins og heilsuverkið
hevur gjørt í nógv ár, taka
atfinningar til okkum og eru
ein lærandi organisatión.
Hetta inniber eisini, at vit
innanhýsis javnan gera eftir
metingar. Hetta gera vit við
okkara Dag & Viku sendingar
dagin eftir, men neyðugt er
at gera enn meira við at eftir
meta okkara framleiðslu og
tíðindaflutning. Eitt nú kann
man eina ferð um mánaðin
hyggja eftir hvørjar søgur
vit hava gjørt, og spyrja um
vit kundu gjørt tær betri.
Nýggj fólk leggjast eisini
aftrat í heilum, so vit muga
dyrka eina mentan, har vit
áhaldandi læra, sigur Johnny
í Grótinum.
hallur@sosialurin.fo
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvat gert tú, tá tú skalt taka tær av løttum?
– Fyri tíðina er tað at brúka tíðina saman við dóttrini Sofíu.
Hvat er tín yndisrættur?
– Tað føroyska er altíð gott, serliga ræst kjøt.
Vil hava fleiri serfrøðingar
Johnny í Grótinum man
teljast millum teirra, ið
seinnu árini oftast hevur
verið heittur at koma í
útvarps- ella sjónvarps
stovuni
at
geva
sínar
hugsan til kennar sum bú
skaparfrøðingur, tá jour
nalistar hava ynskt eina
fakliga viðmerking frá ein
um serfrøðingi í samband
við ymisk fíggjar- og bú
skaparmál.
Nýggi kringvarpsstjórin
hevur tó ein lítla trupulleika
við at hann hevur verið so
nógv brúktur. Hann met
ir nevniliga, at listin yvir
serfrøðingar í Kringvarp
inum er ov smalur, og hevur
tí sett sær sum mál, at víðka
um talið av teimum, ið verða
brúkt sum serfrøðingar í
Kringvarpinum.
– Eg havi sett mær sum
mál at gera ein dagførdan
lista yvir serfrøðingar í
Føroyum, tí eg føli, at tey
somu verða brúkt aftur og
aftur. Sum nú er, so er tað
ein rúgva av fólkum úr øllum
møguligum vinnum, ið aldrin
verða brúkt, hóast tey sita
inni við nógvari vitan og
hava nógv á hjarta, sigur
Johnny í Grótinum.
Nýggi stjórin metir eisini,
at tað er týdningarmikið fyri
samleikan á stovninum, at
samansetingin av teimum,
ið verða brúkt sum serfrøð
ingar, endurspeglar saman
setingina í samfelagnum.
– Um vit sum Public Ser
vice stovnur skula endur
spegla samfelagið, so muga
vit fáa fólk úr øllum økjum
at úttala seg. Tað vil til dømis
siga, at vit skulu hava fleiri
kvinnur at úttala seg, fleiri
fólk úr vinnulívinum skulu
úttala seg og vit skulu hava
fleiri fólk kring landið at
úttala seg, sigur Johnny í
Grótinum.
UM Johnny í
Grótinum
Johnny í Grótinum varð borin í heim í
Klaksvík fyri 42 árum síðan, og er giftur
við Duritu í Grótinum. Saman eigur parið
tríggjar døtur. Johnny í Grótinum er
útbúgvin cand.polit úr Universitetinum
úr Keypmannahavn og hevur harumframt
eina leiðsluútbúgving frá Henley Business
School, ið er svarandi til diplomstøði.
Seinastu tvey árini hevur hann verið
stjóri á Landssjúkrahúsinum, harumframt
hann innan tað var leiðari fyri deildina
hjá BankNordik í Danmark, stjóri í LÍV
og formaður í Búskaparráðnum. Í fjør
varð hann valdur av Høgna Hoydal,
landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at
leiða bólkin, ið skuldi gera eitt uppskot til
eina nýskipan av fiskivinnuni.
– Eg fekk at vita frá stýrinum, at tey ynsktu ein sjónligan
stjóra, ið kundi vera ein rødd í samfelagnum, ið setir orð á
tørvin fyri Public Service og verjir okkum sum stovn
Myndir: Álvur Haraldsen