mánadagur 11. september 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Endamálið við túrinum er at
fáa til vega tilfar, sum skal
brúkast í stovnsmetingum
av toski, hýsu og upsa.
Á hesum túrum verða
eisini magakanningar gjørd
ar av toski, hýsu, upsa og
longu.
Útlitini á føroyska land
grunninum eru sambært
fiskifrøðini betri, enn tey
hava verið seinnu árini.
Nógv er til at nebbasild,
og sagt hevur verið frá
nógvari smáari hýsu kring
um meginpartin av land
grunninum.
Nú Magnus Heinason er
á Føroyabanka, hevur onk
ur av manningini lagt út
myndir.
Og her sæst, at tað er ikki
bara smá hýsa á Føroya
banka. Her er so sanniliga
eisini stór hýsa, og soleiðis
var eisini, tá bankin varð
kannaður í vár.
Báðar
hýsurnar,
sum
Suni Drangá stendur við
á myndini, eru stívliga 80
sentimetrar langar og viga
ikki minni enn sjey kilo hvør.
Í vár var veiðan av toski
118 í mun til 30 árið fyri. Av
hesum 118 vórðu 96 fingnir í
einum háli.
– Fyri hýsu var meira enn
tríggjar ferðir so nógv at
fáa, og hetta komst ikki av
einstøkum hálum. Heldur
var hýsan spjadd væl um
allan tann grunna partin av
Føroyabanka.
Í frágreiðingini fyri túr
in í vár varð sagt, at maga
kanningar eisini vístu, at
væl var til av nebbasild
– og at fiskurin át lítið av
krabbadýrum.
Høgguslokkur
Á túrinum hjá Magnusi
Heinason á Føroyabanka
hava teir eisini fingið hál
við høgguslokki, og í tí eina
hálinum fingu teir heili 1000
pund
– Nógv lív er á Føroya
banka, og alt bendir á, at
royndin hesaferð verður
spennandi, siga menn, sum
sigla við Magnusi Heinason.
Tað er spenningur í, nú Magnus Heinason er á Føroyabanka og ger heyst yvirlitstrolingar
Spennandi útlit á Føroyabanka
VÁLUR: Nú bátahylurin hjá Kvívíkar
kommunu á Válinum verður tikin í nýtslu,
ger kommunan vart við, at møguligt er at
keypa kort frá kommununi til
streymnýtslu í bátahylinum
Mentanarvikan í
Runavíkar kommunu, sum
tólv tey seinastu árini
hevur verið um heystið,
verður nú flutt til at vera
um várið
Mentanarvikan hevur und
anfarin ár verið fyriskipað
sum eitt ískoyti til vinnu
stevnuna FaroExpo. Vinnu
stevnan verður í framtíðini
fyriskipað annaðhvørt ár,
og nú mentanarnevndin
hjá Runavíkar kommunu
mælti býráðnum til at flyta
mentanarvikuna, hevur bý
ráðið samtykt at taka undir
við hesum.
Næsta mentanarvikan
í
Runavíkar
kommunu
verður sostatt í døgunum
22.-29. apríl í 2018.
Tað er Kunningarstovan
í Runavík, sum kemur at
samskipa tiltakið. Ætlanin
er at endurskoða skránna,
eitt nú við tí fyri eyga, at
vikan kanska kann gerast
meira sjónlig í bygdunum í
kommununi.
– Ein av fyrimununum
við at leggja eitt tiltak í
mentanarvikuni er møgu
leikin at marknaðarføra
tiltakið ókeypis. Umframt
at stuðla við marknaðar
føring, hjálpir Kunningar
stovan eisini við at finna
hóskandi høli, siga tey í
Runavíkar kommunu.
vilmund@sosialurin.fo
Eldrahugnin í kantinuni
í Ítróttarhøllini í Trongisvági
byrjar aftur mikudagin 13.
september við busstúri og
kafé-vitjan
Listin á
breddan
Hóskvøldið 14. september
verða mentanardagarnir
2017 skotnir í gongd í
Sunda kommunu, og lagt
verður fyri við hugnaligari
setanarløtu í Eydnuni á
Oyrarbakka klokkan 19.
Skráin fyri
mentanardagarnar heldur
fram alla vikuna – til
og við leygardagin, 23.
september, tá Staksdagur
verður í Tjørnuvík.
Skráin, sum kann lesast
um heimasíðuna hjá
Sunda kommunu – www.
sunda.fo - er fjølbroytt
og spennandi.
Heðin Zachariasen,
borgarstjóri í Sunda
kommunu, sigur, at í ár
verður tað listin, sum
kemur at seta dám á
mentanardagarnar.
Borgarstjórin mælir til,
at fólk hesar dagar vilja
raðfesta felagsskapin og
njóta mongu mentanarligu
tiltøkini í kommununi.
- Hetta er eitt gott høvi at
vitja í kommununi. Vit eru
øll ymisk, men øll eru vit
partur av Sunda kommunu,
sigur Heðin Zachariasen,
sum bjóðar øllum
hjartaliga vælkomnum á
mentanardagar 2017.
vilmund@sosialurin.fo
Mentan í fleiri bygdum
Hýsurnar, sum Suni
Drangá her stendur
við, eru stívliga 80
sentimetrar langar
og viga sjey kilo hvør
Í tí eina hálinum fekk
Magnus Heinason heili
1000 pund av høgguslokki