Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105 So liðugt hesaferð Vilmund Jacobsen aRognkelsi eru ein av hættunum at basa lús í føroysku alibrúkunum. Fiskaaling hevur í eina tíð millum annað kannað livrarnar á rognkelsum fyri at lýsa heilsustøðuna hjá fiskinum. - Hesi útslit hava vakt ans uttanlands, og granskarar á Stirling University í Skotlandi hava tvær ferðir verið í Føroyum og lært seg mannagongdir og gjørt víðari kanningar við støði í úrslitunum hjá okkum. Á Fiskaaling vísa tey á, at undir einari ráðstevnu í Glasgow fyrr í ár løgdu Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling og Esbern Patursson, rognkelsissamskipari hjá Luna, fram úrslit frá heilsukanningum av rognkelsum. - Hetta vóru rognkelsi, sum hava livað í føroyskum aliringum við tí fyri eyga at basa bæði laksa- og seiðalús, ið hava stóra ávirkan á trivnaðinum hjá laksinum. Hesar kanningar verða gjørdar við eitt nú at hyggja eftir livrunum hjá rognkelsunum, ið verða bólkað í seks litir. - Tá liturin er sterkt appilsingulur, hevur rognkelsið tað oftani gott, men er liturin antin ljósari ella myrkari, kann heilsustøðan vera minni góð ella beinleiðis vánalig. Á Fiskaaling vísa tey á, at úrslitini, sum føroysku granskararnir løgdu fram á ráðstevnuni í Skotlandi, vaktu so mikið stóran ans á Stirling University, at ein master-lesandi kom til Føroya fyri at gera víðari kanningar av millum øðrum livrini í rognkelsum. - Endamálið hjá master- lesandi í Føroyum var at at fáa staðfest, hvat hvør litur ítøkiliga merkir fyri heilsustøðuna hjá tí einstaka rognkelsinum. Lagt verður aftrat, at tá rognkelsi liva frítt í náttúruni, hevur livurin oftani ein sterkan appilsingulan lit, sum er tann liturin, sum aldu rognkelsini helst skulu hava. - Millum aldu rognkelsini síggja vit oftani, at livurin hevur ein annan lit, har hann antin ov ljósur ella ov myrkur. Hetta tulka vit soleiðis, at rognkelsini heilsuliga eru verri fyri, sigur Kirstin Eliasen. Skotska masterverkætlanin er nú liðug, og úrslitini vísa, at tað serstakliga er tann myrki liturin, ið skal takast í størsta álvara. Tá livurin hevur hendan litin, er lítið feitt eftir í rognkelsinum, sum tá eru sperd og illa fyri. - Orsøkin til hetta kann vera hungur, sjúka ella bæði, vita tey á Fiskaaling at siga. Líradagurin er 26. august. Hetta er dagurin, tá menn plagdu at draga líra. Nú er tíðin komin at taka líra við lykt. Í Skúvoy er loyvi at taka líra við lykt á kvøldi frá 10. september og eina viku fram Soleiðis gongur hjá línu og troli Tvey línuskip landa í dag. Annað hevur mest av toski, svartkalva og blálongu, og hitt hevur mest av longu og brosmu. Seinni í hesi vikuni koma væntandi trý skip aftrat inn at landa. Hesi hava mest av toski, svartkalva og blálongu. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at umframt ísfiskalínuskipini, sum eru úti, er eisini eitt frystilínuskip til fiskiskap í føroyskum sjógvi, og eitt fiskar í grønlendskum sjógvi. - Útlitini til útróður hesa vikuna eru hampilig, tí streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður eisini hampiligt. Tí er væntandi, at nakað verður av útróðrarfiski. Fríggjadagin, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna, vóru fimm partrolarapør á upsaveiði, eitt par fiskaði mest av svartkalva – og tvey pør vóru á makrelveiði. - Pørini, sum fiska upsa, koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Fríggjadagin var bara ein djúpvatnstrolari á ísfiskaveiði undir Føroyum. Teir royndu eftir upsa og koma væntandi inn at landa í vikuni. - Tveir djúpvatnstrolarar, sum frysta fiskin umborð, eru eisini til fiskiskap undir Føroyum, og teir fiska mest svartkalva. Fríggjadagin vóru tríggir trolbátar norðan fyri og fiskaðu tosk, hýsu og flatfisk. - Trolbátarnir koma væntandi inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni, og fiskiskapurin hjá teimum hevur verið brúkiligur. Trý garnaskip eru eisini til fiskiskap. Tey royna øll eftir svartkalva og hava eisini brúkiligan fiskiskap. vilmund@sosialur - Tá rognkelsi liva frítt í náttúruni, hevur livurin oftani ein sterkan appilsingulan lit, sum er tann liturin, sum aldu rognkelsini helst skulu hava. Millum aldu rognkelsini síggja vit oftani, at livurin hevur ein annan lit, sigur Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling Føroysk gransking vekir ans uttanlands Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya 78,1 tons fyri stívliga 1,2 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 15,85 krónur fyri kilo Vilmund Jacobsen Flestu, sum hava tikið náta á sjónum í heyst, vildu iva­ leyst, at dagarnir vign­aðust enn betri til veður, enn teir gjørdu. Og tó; tað vóru eisini løtur hesar dagar, har nógvur náti kundi takast. Seinastu dagarnar hevur ikki viðrað nakað serligt, og lítið er komið burturúr. Nú er nátatíðin hesaferð liðug. Ymiskt er, hvussu náta­ dag­arnir hava roynst. Frætt er frá monnum, sum hava gjørt góðar dagar, men frætt er eisini frá monn­ um, sum ikki eru so væl nøgdir við vertíðina. Seinastu 12-14 dagarnar hava menn verið á nátaveiði, men nú er so nógv útliðið, at sigast má, at henda vertíðin er liðug