Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Far og lær – nær og fjar Útbúgving hevur ongantið verið meira umráðandi enn nú, og møguleikarnir hava ongantið verið fleiri. Sama, hvat tú velur, so ræður um at fáa sær eina útbúgving. Vel millum fjølbroyttu møgu­ leik­arnar í Føroyum – ella far í onn­ur lond og fá tær útbúgving. Tað er hetta, MÚ – Markleys Útbúgving – leggur dent á 15. árið á rað. Skráin er fjølbroytt við um­boð­ um fra øllum hægri útbúgv­ing­um í Føroyum, frá okkara granna­ londum og frá meira fjarskotnum londum, so sum t.d. Kina og Avstralia. Heimildarfilmur um at tora at hava stórar dreymar DREAM OUT LOUD er ein heimildarfilmur í verkætlanini “Nørdalív”. Nógvir stuttfilmar á uml. 3 min., sum nørdar gera um nørdar. Verða vístir á MÚ 14. september. MÚ roynir at kveikja áhugan hjá ungum fyri víðari lestri úti og heima. Lestrarmøguleikarnir eru nógvir og kunnu tykjast bæði spenn­andi, men eisini torførir at fáa yvirlit yvir. Tí eru Altjóða Skrivstovan á Fróðskaparsetrinum og lestrarvegleiðararnir til reiðar at veita vegleiðing í spurningum, sum viðvíkja vali av útbúgving. Okkara vón er, at tú fært sum mest burturúr degnum. Vit eggja tær staðiliga til at fara til fyrilestrar og tosa við serfrøðina, sum mannar básarnar, so tú fært íblástur og ítøkiliga vegleiðing í, hvagar tú kanst fara. Brúka eisini møguleikan at tosa við onnur lesandi um nógvu útbúgvingarmøguleikarnar. Vegna fyrireikingarbólkin Ólavur í Geil, event manager Linda Klein, MFS Barður Clementsen, MFS Thorsvig Thomassen, umboð fyri 3. ársnæmingar Jón í Haraldstovu, Vegleiðarafelagið Bárður Rasmussen, lestrarvegleiðari, Setrið Elin Brimheim Heinesen, leiðari av Lestrarskrivstovuni á Setrinum Holger Arnbjerg, Altjóða Skrivstovan, Setrið – MÚ- Koordinator Markleys Útbúgving í Norður­ landa­húsinum í ár er serliga ætlað teimum, sum ganga á síðsta ári á mið­námi. Men øll áhugað hava ókeypis atgongd uttan tilmelding frá klokkan 10:15 til 15. Markleys Útbúgving 2017-18