mánadagur 11. september 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105
LÝSINGARTORGIÐ
Arbeiði
Málara arbeiði
Vit átaka okkum alt málara arbeiði og arbeiða um alt landi. Ring ella
skriva til okkum og bið um eitt tilboð á malarin.fo@hotmail.com.
253766
Bingo
Gott Bingo hjá EB-Streymi
Gott bingo verður við Margáir mánakvøldið 11-09-2017 kl. 19. Øll
hjartaliga vælkomin. EB-Streymur
Býli í Føroyum
Íbúð/Hús ynskjast til leigu
Av tí at húsini vit leiga eru seld standa vit uttan búðstað frá 1okt. Vit
eru 1 par, sum hava fast arb. roykja/drekka ikki, og gjalda til tíðuna.
212175/212132
Íbýð ynskist til leigu
Friðaligt tilkomið par søkir íbúð í Eysturoy ella Streymoy. Roykja og
drekka ikki. Gjalda til tíðina.
tlf 529056
Ymiskt
Jørð til sølu í Sandavági
Jørð í Sandavági 1542m² til sølu
332760
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Mariu Simonsen,
Stoffalág 84, 100 Tórshavn,
fødd tann 6. september
1922, deyð tann 29. juli
2017, og fyrr deyða
hjúnarfelaga Torkil Sivert
Simonsen, deyður 14. apríl
1993, verða við hesum biðin
um innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi lýsing at
boða frá og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Fríðu Patursson,
Frúutrøð 4, postboks 6, 110
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
268/2017, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 4. september 2017.
Ársaðalfundur
Ársaðalfundurin hjá Camping.fo verður leygardagin tann
23/09-2017 kl.14.30. í hølum hjá Vestmanna Camping, í
Vestmanna.
Møti fjølment.
Ársaðalfundurin verður at fara fram soleiðis:
1. Val av fundarstjóra og skrivara,
2. Formaðurin greiður frá árinum,
3. Ársroknskapur til góðkenningar,
4. Val av nevndarlimum, grannskoðara og einum tiltakslimi,
5. Ásetan av limagjaldi
6. Lógarmál,
7. Ymiskt. Uppskot, sum ynskjast viðgjørd á aðalfundinum,
skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14
dagar undan ársaðalfundinum.
vinarliga
Camping.fo
Ivan Skorheim, formaður
NØVN
Fiskivinnan á einum vegamóti
Stefan í Skorini
Føroya Reiðarafelag
Landsstýrið fer í næstum
at leggja uppskot um
fiskivinnunýskipan aftur fyri
tingið. Lógin skal eftir ætlan vera
karmur um føroyska fiskivinnu
komandi mongu árini, og tí
er umráðandi, at lógin fær ta
neyðugu viðgerðina av landsins
fólkavaldu.
Sum skilst verður uppskotið
broytt nakað samanborið við tað,
sum var til viðgerðar í seinastu
tingsetu. Leisturin verður kortini
tann sami, hevur landsstýrið
boðað frá. Tá ið uppskotið
kemur aftur til viðgerðar, eigur
løgtingið at hava í huga nøkur
grundleggjandi viðurskifti, sum
vit her skulu vísa á.
Føroyska alivinnan hevur verið
ein sólskinssøga seinastu mongu
árini, og allir føroyingar kunnu
vera ernir av hesum úrslitum.
Hetta hevur styrkt føroyska
búskapin almikið, skapt nógv
arbeiðspláss, givið landskassanum
fleiri inntøkur og økt føroyska
útflutningsvirðið munandi.
Karmarnir kring alivinnuna
hava verið ein orsøk til, at tað
hevur eydnast so væl at skapa
hesi framúr góðu úrslit. Alivinnan
hevur seinastu mongu árini havt
tryggar og støðugar karmar, og
tað hevur givið góð úrslit. Nýggj
alilóg hevur verið til hoyring,
og hon tryggjar framhaldandi
alivinnuni støðugar karmar, sum
krevjast til hetta virksemið. Tá
ið nú landsstýrið ætlar at broyta
karmarnar kring fiskivinnuna
grundleggjandi ber til at nýta
karmarnar kring alivinnuna sum
íblástur.
Landsstýrið hevur ætlanir
um at seta í verk nýggjar
reglur um anti-trust, soleiðis
at rættindi ikki miðsavnast ov
nógv. Sambært uppskotinum
skuldi einki felag hava enn 17,5
prosentum av teimum samlaðu
føroysku rættindunum, og eingin
skuldi hava meira enn 20 prosent
av kvotunum í teimum ymsu
fiskiskapunum.
Herdu anti-trust mørkini
kunnu forða fyri virðisøking í
føroyskari fiskivinnu á sjógvi og
landi, tá ið feløg ikki í sama mun
hava møguleika at leggja seg eftir
at virðisøkja einstøk fiskasløg.
Nýskipanarnevndin ávarar
eisini beinleiðis ímóti at hava ov
strangar anti-trust reglur, sum
forða fyri skynsamari tillaging og
rakstri í fiskivinnuni.
Anti-trust markið í alivinnuni
er 50 prosent, har ein alari
kann hava upp til helmingin
av aliloyvunum. Hetta skapar
grundarlag fyri skilagóðum rakstri
og hevur givið feløgum møguleika
at gera stórar íløgur í smoltstøðir
og góðskingarvirki. Grundarlagið
undir hesum íløgum er m.a.
trygg langtíðarloyvi, sum gevur
alifeløgum møguleika at leggja
ætlanir langt fram í tíðina og at
gera samsvarandi íløgur. Nýggju
anti-trust mørkini í fiskivinnuni
eiga tí ikki at forða fyri tillaging og
menning í vinnuni.
Landsstýrið hevði eisini
í hyggju at selja ein fjórðing
av føroysku kvotunum á
uppboðssølu, sum eftir ætlan
skuldi roknast út frá einum
ókendum tali í 2018, og tí kann
hesin partur sjálvsagt gerast
størri tá samanumkemur. Síðani
er endamálið at útihýsa nøkrum
reiðaríum frá uppboðssøluni við
torgreiddum anti-trust reglum.
Vandi er tá fyri, at ætlan
landsstýrisins fer at minka um
samlaðu tilfeingisrentuna í
ávísum fiskiskapi. Hetta er t.d.
galdandi í Barentshavinum, har
núverandi reiðarí sum skilst
ikki kunnu luttaka á einari
uppboðssølu av hesum rættindum
orsakað av anti-trust reglum.
Hetta kann bert merkja, at
fleiri skip skulu luttaka í hesum
fiskiskapi við verri samlaðum
úrsliti fyri bæði landið og verandi
reiðarí.
Eingin ætlan er um at selja
verandi aliøki á uppboðssølu, og
tað verður vónandi ikki veruleiki.
Tó er løgið, at kvotur skulu seljast
á uppboðssølu, meðan landsstýrið
samstundis leggur doyðin á at
tryggja alivinnuni tryggar karmar,
sum hava verið grundarlagið
undir teimum framúr úrslitum,
sum dugnalig fólk í alivinnuni
hava skapt.
Ætlanin er eisini at
áleggja fiskivinnuni eitt nýtt
tilfeingisgjald. Enn er óvist,
hvussu hetta gjaldið skal skipast,
hóast tað eftir ætlan skal virka
frá 1. januar 2018! Alivinnan hevur
eitt tøkugjald, sum er 4,5% av
marknaðarprísinum. Hetta er ein
einføld og vælvirkandi skipan.
Hon gevur landskassanum
inntøkur og gevur alivinnuni eitt
ávíst støðufesti í sínum virksemi.
Reiðarafelagið hevur skotið
upp eina líknandi skipan fyri
fiskivinnuna, har vinnan rindar
ein ávísan prosentpart av
søluvirðinum. Fiskivinnan hevur
í ár t.d. rindað eitt tilfeingisgjald,
sum er umleið 20 prosent av
svartkjafti, og tilfeingisgjaldið fyri
sild og makrel er munandi hægri
enn tøkugjaldið á laksi.
Viðvíkjandi útlendskum
ognarskapi hevur Reiðarafelagið
skotið upp at varðveita verandi
skipan og at møguligar broytingar
vera galdandi frameftir.
Útlendskur ognarskapur
eigur framhaldandi at verða
avmarkaður, soleiðis at
ræðisrætturin verður varðveittur
á føroyskum hondum. Uppskot
landsstýrisins setir hinvegin
fleiri reiðarí í eina sera torføra
støðu, har alt virksemið skal
umskipast eftir stuttari tíð.
Alivinnan hevur at kalla ongar
avmarkingar fyri útlendskum
ognarskapi, har alifeløgini kunnu
vera á útlendskum hondum, so
eisini á hesum øki er munurin
millum hesar vinnur stórur og illa
grundgivin.
Samanumtikið hevur
uppskotið hjá landsstýrinum
peikað í so nógvar ymiskar ættir,
at endamálið er torført at fáa
eyga á. Uppskotið skal fyrst selja
ein stóran part av tilfeinginum
á uppboðssølu, men samstundis
skal vinnan stýrast politiskt í
fleiri smálutum við herdum og
torgreiddum anti-trust reglum,
reglum um kravda uppboðssølu
av veiddum fiski, avmarkaðari
innanhýsis avhending, kravi um
alt í land, reglum um landing,
reglum um virking umborð
og forboði fyri útlendskum
ognarskapi. Hetta er ein skipan,
sum skerjir frælsi hjá vinnuni og
fer helst at minka um samlaðu
virðisøkingina í vinnuni.
Vinnupolitikkur landsins
verður nú álaður sundur í
fleiri liðir, har fiskivinnan og
alivinnan fáa púra ymiskar
karmar at virka undir – uttan
haldgóðar grundgevingar. Heldur
enn at fremja eina kollvelting
í fiskivinnuni, verður mælt til
at gera tillagingar og at rætta
møguligar skeivleikar í verandi
skipan, tá ið tingið aftur fær
uppskotið til viðgerðar.
Ætlanin hjá landsstýrinum
er, at nýggja lógin skal virka
frá 1. januar, men ein røð av
kunngerðum skulu gerast og
viðgerast, áðrenn lógarverkið
kann virka. Nú so langt er útliðið,
kann vera torført at hava hesar
karmar klárar, so at skipanin
kann virka til fulnar frá 1. januar
komandi. Tí má landsstýrið
hava eina greiða ætlan fyri hesi
viðurskifti, áðrenn lógin verður
samtykt.
Føroya Reiðarafelag Stefan í
Skorini
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Sjúrður
Holm Mikkelsen,
Skálavegur 19, 900
Vágur, føddur tann 23.
august 1940, deyður
tann 4. juli 2017, verða
við hesum biðin um
innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat
Petur Even Djurhuus,
Yviri við Strond 4,
100 Tórshavn, vísandi
til sks.nr. 235/2017,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 4. SEPTEMBER 2017.