Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Í Klaksvík og Sarpugerði og Gundadali fegnast teir um heimasigrarnar, meðan NSÍ liðformaðurin heldur, at teirra avrik var vánaligt, tá ið NSÍ fyri triðju ferð í ár kiksaði ímóti Skála, sum við sigrinum í kommunuuppgerðini tók risa fet burtur frá hóttanini av niðurflyting 07 VESTUR – REGIN DAVIDSEN Fyri triðu ferð í ár leggja vit okkum á odda ímóti víkingunum, og tað sá pent út til hálvleiks. Nú hava vit ikki ráð at missa fleiri stig. NSÍ – JAN B. ANTHONIUSSEN Steypatimburmenn er ikki eitt óvanligt fenomen. Tað er heldur ikki so óvanligt, at hatur til hitt liðið, kann fáa fólk at spæla okkurt, ið líkist fótbólti. Eitt sindur av Treo og panodil, so eru vit við aftur. Góðir! TB/FCS/ROYN – JANUS KJÆRBO Ein skógtúrur spilti okkum stigi, og ein suđuroyingur søkti okkum. Vit herja á aftur ímóti NSÍ! Áheitan til HB: Skift handan pínliga stadionspeakaran út. ÍF – SÆBJØRN LEITI Sorl í dag, Vit høvdu ikki nógv at stilla upp. við dag Koyr á ÍF EB/STREYMUR – RÓGVI DAM Tjóðarí stjolið á teimun sýstuð sekundinum Betur verur í móti KÍ Saman standa vit sterk B36 – LISSI MOURITSEN VIT ERU B36 ! For sørin hattar var dramatiskt og fantastiskt ! Jóannes Hansen Víkingur er framvegis stór­ favorittur at endurvinna FM heitið. Nú eru tað seks um­før hjá avbjóðarunum at vinna fimm stig og fleiri mál frá Víkingi. KÍ er fremsti av­ bjóð­arin. Um tað eydnast Víkingi at vinna fulla úrtøku í lykla­dystunum í Gundadali ímóti HB leygardagin og á heima­vølli ímóti KÍ annað miku­kvøld, so verður spurn­ingurin um FM mest sum svaraður. Og tá er neyðugt hjá KÍ eisini at vin­ na leygardagin, tá ið EB/ Streym­ur verður gestur í Klaksvík. Tað plagar at vera stór avbjóðing hjá klaks­vík­ ing­um at baksast við teir í Sunda­lagnum. Úrslitini í gjár bóru við sær, at vánirnar hjá 07 Vest­ur at varðveita sessin í fremstu røð versnaðu. Leyg­ ar­dagin verður Skála gestur á Dungasandi. Um tað tá ikki eydnast 07 Vestur at vinna fulla úrtøku, so verður møgu­ leikin at varðveita plássið og at sleppa undan niðurflyting heilt lítil. Hetta er treytað av, at tvey lið kvalifisera seg at flyta upp. Leygardagin misti B68 í kappingini um at flyta upp, tá ið teir næstbestu hjá HB fóru av Svangaskarði við fullari úrtøku. At tað skal hiln­ast illa hjá toftamonnum kenn­ist í løtuni at vera besti møgu­leikin hjá 07 Vestur at sleppa undan niðurflyting. Sorin gjørdi stóran mun Tað gekk sera striltið hjá Víkingi at vinna seg á sigurs­ kós ímóti niður­flyt­ing­ar­ hótta 07 Vestur. Miðvallarin Pål Fjelde legði 07 Vestur framum longu í fimta minutti eftir horna frá Tór-Ingar Aksel­ sen, og í meiri enn ein tíma var botnliðið á odda: -Hetta var torførasta upp­ gávan hjá okkum higartil í ár. Venjarin skifti út miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tað vísti seg at vera avgerandi, at Sorin Anghel kom á vøll­in. Hann var sentralur í sam­ bandi við fleiri av mál­un­um, sigur vongverjin í høgru Gert Hansen, sum átti upplegg til mál við sínum longu og sera vandamiklu innkastum. Og nú liggur FM heitið til høgra beinið? -Einki er avgjørt. KÍ er í somu støðu, sum vit vóru í um hesa tíðina í fjør. Klaks­ vík­ingar fara at anda okkum í nakkan alla tíðina. Nú skulu vit í Gundadal, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at laga seg, sigur Gert Hansen. Ken Fagerberg, 07 Vestur álops­spælarin, var sera jarð­ bundin, tá ið hann eftirmetti: -Vit løgdu okkum framum og vóru leingi omaná. Men teir møddu okkum niður, og at enda vóru vit ikki nóg vakn­ir, og tað kostaði, tá ið vit royndu at rudda burtur í verjuni í sambandi við deyð­ bólts­støður, staðfesti Ken Fager­berg. Jóannes í gamla lagnum Tað var eingin ivi um, at heima­liðið stríðist fyri at varð­veita atgongumerkið at lut­taka í altjóða kappingini næsta summar, og at gest­ir­ nir í Klaksvík hava ásannað, at teirra leiklutur í fremstu røð er av á hesum sinni. KÍ tykist hava havt gott av landsliðssteðginum. Páll A. Klettskarð er komin fyri seg eftir skaða, og Jóannes Bjarta­líð, sum undan dysti­ num ímóti ÍF hevði skorað fýra mál tilsaman, var sera eyð­sýndur. Tað varð roknað við, at hann skoraði hattrikk, men norski dómarin skrásetti eitt av málunum sum sjálvmál. KÍ spældi seg til eina rúgvu av møguleikum, og tá ið Bogi Reinert Petersen hevði sæð gult fyri aðru ferð, sá tað ikki so væl út hjá ÍF: -Tá ráddi tað um hjá okk­ um at avmarka tapið. Hóast vit taptu 4-0, so vóru mál­ verjin og miðverjarnir teir mest eyðsýndu hjá okkum, sigur Albert Ellefsen, sum sam­an við Oddbjørn Joensen hevur ábyrgdina av ÍF lið­ num. -Royndirnar ímóti ÍF hava ikki altíð verið so hugaligar sein­nu árini. Hesaferð vóru vit sera fokuseraðir, og tað var gott, at vit øktu til 2-0 dygst undan steðginum. Tað bar frið við sær, og tað var týdningarmikið, at einki mál fór ígjøgnum – fyri fyrstu ferð síðani á norðoyastevnu, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen. Przybylski avgjørdi Fyri triðju ferð í ár noyddist NSÍ av vøllinum uttan at hava vunnið ímóti grann­ un­um á Skála, sum fóru úr Runa­vík við 4-3 sigri. Tølini siga, at tað var fram­úr undirhaldandi. Einki bendi á, at tað skuldi tørna so­leiðis út, tá ið Einar Trónd­ ar­gógv miðskeiðis í fyrra hálvleiki við langskoti legði NSÍ framum 3-1. Í fyrsta minutti skoraði Klæmint A. Olsen til 1-0 við klassiskum stútara við handara stólpa eftir innlegg úr høgru frá Bárði J. Hansen. At NSÍ verjan ikki var so sann­førandi sást lítla løtu aftaná, tá ið Brian Jacobsen javn­aði, eftir at tað varð lagt fram í brotsteigin og eitt sindur av aftur og fram støðu. Orsaka av skað­um og leikbannum var Jens Joen­ sen fluttur úr mið­verju­ni og heilt fram, og hann skoraði til 2-1. At Árni Frederiksberg fram­vegis er skaddur, og at Karl Løkin og Pól Jóhan­nus Justinussen vóru leik­bann­ aðir kendist aftur. -Hetta mundi vera vána­ lig­asta avrikið hjá okkum í ár. Vit vóru ikki nóg fokuseraðir, og vit gloymdu avtalur. Vit kendu okkum hava lagt sigur­in í steypafinaluni aft­ ur um okkum, men tað vísti seg ikki at vera soleiðis. Fram ímóti dystarenda settu vit fleiri menn longri fram á vøllin. Tað vóru spentar støð­ur, men Skála spældi seg fleiri ferðir í góðar støður, og tað kann ikki sigast nakað til tað, at skálamenn fóru við øllum, sigur NSÍ lið­for­ maðurin Klæmint A. Olsen. Hóast Skála inntil í gjár hevur verið plágað av hóttan­ ini at flyta niður, so hava Pauli Poulsen og hansara menn aftur og aftur víst, at teir eru førir fyri at bjóða øllum av. Í gjár eydnaðist tað, sum ofta hevur kiksað í síðstu løtu. Tá ið støðan var 3-1, sá tað einki út. So minkaði Mamuka Toronjadze um mun­in við fínum frísparki, tá ið hann sendi bóltin upp um manngarðin og niður í málhornið. Upptaktin var heilt undarlig. Per Lang­ gaard tók bóltin við hond­ ini, tá ið Símun Rógvi Han­ sen trillaði bóltin út til púra leysa miðverjan, sum helt, at dómarin hevði bríksl­að fyri rang­støðuni, ið hjalpar­dóm­ ar­in hevði veittr­að fyri. Tað hevði dómarin ikki. 3-2 og Skála fekk um end­ an. Tá var stórur hálvur tími farin, og ein hálvan tíma seinni skoraði Skála tvey mál. Í báðum førum var tað væl upplagdi miðvallarin Michael Przybylski, sum sneid­di framvið mót­støðu­ man­ni og smekkaði til. Í sein­ na førinum var tað úr stórari fjarstøðu. 4-3 til Skála og lið­for­ SKÁLA SYFTI STEYPAVINNARAN