mánadagur 11. september 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var rættiligur steypahýrur
fríggjakvøldið, tá ið U-17 genturnar
hjá B68 og EB/Streymur spældu
steypafinalu.
Umleið fimm hundrað áskoð
arar, sum vóru útgjørdir við fløgg
um og andlitsmáling og øllum tí,
sum sømir seg steypafinalu settu
dám á, og spenningurin á vøllinum
var ógvuliga stórur.
Tá ið vanliga leiktíðin var farin,
var støðan 1-1, og so var neyðugt
við longdari leiktíð. Tá legði B68
seg beinanvegin framum 2-1, og
stutt undan leikloki varð sigurin
staðfestur. B68 vann 3-1.
Bæði málini í vanligu leiktíðini
vóru skorað í seinna hálvleiki. B68
liðformaðurin Rúna Olsen sendi
við langskoti B68 framum. Bara
nakrar minuttir seinni javnaði EB/
Streymur. Málskjútti var Eyðbjørg
Ellingsgaard.
Í longdu leiktíðini var tað Rúna
Olsen, sum við langskoti legði
B68 framum, og tríggjar minuttir
undan leikloki var tað Edna Maria
á Regni Højgaard, sum staðfesti 3-1
B68 sigurin.
Tað vóru 07 Vestur og AB/B71, sum
spældu finalu í steypakappingini
millum U-14 liðini.
Karmarnir seinnapartin leygar
dagin vóru, sum teir eiga at vera í
steypafinalu. Har vóru næstan fýra
hundrað áskoðarar, og liðini stóðu
rætt á vøllinum, meðan tey hoyrdu
tjóðsangin, áðrenn bólturin fór á
rull.
Anja Hentze Antoniussen legði
eftir horna og við stútara 07 Vestur
framum í fyrra hálvleiki, men AB/
B71 svaraði beinanvegin aftur, tá ið
Bára Heinesen breyt ígjøgnum og
skoraði.
Sum seinni hálvleikur leið, var
AB/B71 meiri í álopi, men tað var
07 Vestur, sum vann. Sigursmalið
skoraði Sissal Haraldsen við bein
leiðis frísparki í næstsíðsta minutti.
Gentur U-14: Steypið fór
vestur í Vágar
U-17 gentur: B68 streyk
avstað við steypinum
HB-EBS/Skála 2-3
(1-2)
1-0: Lea Hansen 4.
1-1: Ansy Sevdal 6.
1-2: Birna Johannesen
43.
1-3: Birna Johannesen
78.
2-3: Milja R. Simonsen
82.
Kvinnur steypafinala
Á Tórsvølli leygardagin
9. september 2017 kl.
17.30
Dómarabólkur Jóhan
Hendrik Ellefsen, Regin
Egholm, Dánjal Eli West
og Óli G. Samuelsen (4.
dómari)
HB: Simona Heinesen –
Lea Hansen (Sara Samson
Lamhauge, 79.),Nadja
Dam Johannesen, Liljan
av Fløtum Petersen
(Janita Ole-Jacobsen,
79.), Marjun undir Kletti,
Ninna Hansen - Ása á
Reynatúgvu, Rebekka
Fjalsá Benbakoura, Jónvá
Hentze (Julia Naomi
Mortensen, 55.), Elin
Maria Isaksen - Milja R.
Simonsen
Á beinkinum uttan
at verða skiftar inn:
Maria Elsudóttir, Poula
Andreasen, Sólrun
Thomsen
Gult kort: eingin
Venjari: Allan Dybczak
EBS/Skála: Anna
Sunadóttir Hansen
– Rúna Joensen (Lea
Lisberg, 81.), Rakul
Vesturdal Magnussen,
Sigrun Kallsoy
Kristiansen, Durita
Hummeland - Ansy
Sevdal,Kára Djurhuus
- Birna Tummasardóttir
Johannesen, Randi
Fagradal (Eyðbjørg
Ellingsgaard, 93.),
Heidi Sevdal - Margunn
Lindholm
Á beinkinum uttan at
verða skiftar inn: Bjarta
E. Djurhuus, Stefania
Fríða Fjalarsdóttir, Marita
Jarnsko, Sunnvá Fagradal
Johansen, Ásgerð Siri
Prestá
Gult kort: Randi
Fagradal
Venjari: Erik Ernesto
Nielsen
hvussu tað fer at laga seg
síðstu umførini, so er tað longu
greitt,
at
bronsukrónurnar
í
landskappingini enda í HB húsin
um. Í steypakappingini tapti HB
gullið og harvið fingu tær silvur
krónurnar um hálsin.
Hetta var frammanundan, at
ovurfegnu spælararnir hjá EBS/
Skála fingu handað gullkrónurnar
og steypið.
Tær fegnast um sigurin í steypa
kappingini. So fæst at síggja, um
tað verður gull ella silvur í lands
kappingini.
NNA FM