mánadagur 11. september 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Talan var um fyrsta finalusigurin hjá øllum EBS/Skála spælarunum, sum eftir at hava
vunnið steypakappingina fara at arbeiða miðvíst fyri at vinna greipuna
Jóannes Hansen
Gullið skuldi á aðrar hendur, enn
tað hevði verið undanfarnu árini,
tá ið HB og EBS/Skála leygar
kvøldið spældu steypafinalu í
kvinnukappingini.
KÍ hevur verið einaráðandi bæði
í FM kappingini og steypakapp
ingini. Í ár rukku tær í Klaksvík
ikki longri enn í hálvfinaluna í
steypakappingini. Tað syrgdi EBS/
Skála fyri við at varpa sigursvanda
KÍ úr kappingini í hálvfinaluni.
Nú er EBS/Skála steypavinnari.
Næsti setningurin er at stríðast
fyri at vinna landskappingina.
KÍ eigur heimsmetið við at hava
vunnið FM hvørt ár síðani 2000.
Í gjár vann KÍ útsettan lands
kappingardyst á útivølli ímóti ÍF/
Víkingi 7-0. EBS/Skála er framvegis
topplið. Tað eru tvey stig aftur til
KÍ, sum eigur ein dyst til góða.
Hann verður 27. september í Klaks
vík ímóti B36.
Um alt gongur, sum tað verður
roknað við, so verður FM finalan
sjeynda oktober. Tá eigur EBS/
Skála heimavøll ímóti KÍ. Ætlanin
hjá EBS/Skála er at vinna síðsta
dystin og harvið at tryggja sær
fyrsta FM heitið.
Søti sigurin
Leygarkvøldið vann felagsliðið hjá
teimum í Sundalagnum og á Skála
steypafinaluna fyri fyrstu ferð.
Skála vann steypakappingina fyri
fjórðingsøld síðani, men hetta var
fyrsta ferðin, at samansetta liðið
tryggjaði sær eitt steyp.
Viðhaldsfjøldin er trúføst, og
leygarkvøldið settu fjeppararnir
av bygd rættiliga dám á. Eisini
fríggjakvøldið vóru nógv av teim
um á Tórsvølli. Tá fóru tey vón
brotin til hús, tí U-17 genturnar hjá
EB/Streymi taptu steypafinaluna
ímóti B68.
Leygarkvøldið vóru fleiri av
teimum, sum høvdu tapt finaluna
fríggjakvøldið, aftur á dómara
seðlinum. Nú høvdu tær minni
leiklut, enn tær høvdu kvøldið fyri,
men tær stórfegnaðust.
– Vit taptu finaluna fyri tveim
um árum síðani. Í landskappingini
hava vit fleiri ferðir verið akkurát
ov stuttar, og nú er kenslan sera
góð, tí tað endiliga eydnaðist at
vinna eitt steyp. Hetta er okkara
fyrsta steyp, men vónandi verður
hetta ikki tað síðsta.
Tað sigur Ansy Sevdal, liðfor
maðurin og miðvallarinhjá EBS/
Skála. Hon var meistari fyri mál
inum, tá ið EBS/Skála svaraði aftur
beinanvegin, eftir at HB hevði
lagt seg framum. Málskjútti
fyri HB var Lea Hansen
eftir langa framlegging við
frísparki.
– Hetta var vátur vøttur
hjá okkum, men tíbetur
svaraðu vit aftur, áðrenn
ein minuttir var farin.
Tá ið vit so stutt undan
steðginum løgdu okkum
framum, var kenslan góð,
tá ið vit foru at hvíla okkum.
3-1 málið bar meiri frið við
sær, men HB svaraði aftur, og tá
ið tað bara var eitt mál á muni, so
kundi alt henda, men tíbetur hildu
vit tørn um 3-2, sigur ovurfegna
Ansy Sevdal.
Birna Johannesen, sum skoraði
bæði til 2-1 og 3-1, varð kosin dagsins
spælari.
Mótbrekkan var brøtt
Í HB leguni vóru tær vónbrotnar
um, at tað heldur ikki í ár eydnaðist
at vinna finaluna. HB tapti í fjør
ímóti KÍ, og onkrir av HB spæl
arunum hava verið við til at tapa
fýra finalur ímóti KÍ.
– Vit løgdu fyri so væl, sum vit
bara kundu droyma um, men vit
megnaðu ikki at halda
tørn um leiðsluna. Liðið hjá
okkum ber ikki, at vit leypa á við
meiri fólki, enn vit gjørdu. Milja
R. Simonsen minkaði um munin
til 3-2. Hon er framúr, og eg hevði
viljað, at fyritreytirnar hjá henni
vóru betri, men tað bar ikki til.
Vit gjørdu fleiri skiftingar, og
tær riggaðu væl. Síðstu løtuna
spentu vit álopsbogan. Tá var
onkra ferðina um reppið, at tað
stóðust vandamiklar støður burt
urúr, staðfestir HB venjarin Allan
Dybczak.
Í
landskappingini
er
HB
á triðja plássi. Uttan mun til
FÓTBÓLTUR
Steypafinalan hjá kvinnum:
NÚ ER MÁLIÐ AT VIN