mánadagur 11. september 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NFC
Serliga sær kappingin hørð
út í NFC. Green Bay Pack
ers kemur altíð at spæla
við í toppinum, tí teir hava
heimsins besta quarterback
í Aaron Rodgers. Seattle Sea
hawks hava styrkt seg í verj
uni og hava møguliga besta
samlaða liðið í NFL, saman
við einum fantastiskum ung
um quarterback í Russell
Wilson.
Dallas
Cowboys
endaði fremst í NFC síðsta
ár, men fóru beinavegin út úr
endaspælinum – eg haldi tað
verður spennandi at síggja,
um teirra ungu stjørnur, Dak
Prescott og Ezekiel Elliot,
halda sama støði í ár. Gera
teir tað, so verða teir farligir.
Atlanta Falcons, liðið, ið tapti
Super Bowl síðsta ár, hevur
eitt fantastiskt álop, men eg
trúgvi ikki, at teirra verja er
góð nokk til at koma aftur til
Super Bowl. Eg haldi eisini,
at mítt yndislið, New York
Giants, skal hugsast sum ein
alvorligur kandidatur til at
vinna Super Bowl. Teir hava
kanska bestu verju í NFL og
hava styrkt álopið hjá sær
munandi. So hava teir eis
ini heimsins stuttligasta og
mest eksplosiva leikara í
Odell Beckham, ið kann leiða
teir langt saman við teirra
quarterback, Eli Manning.
AFC
Í AFC má Patriots metast
sum
greiður
favorittur.
Teir hava Tom Brady sum
quarterback, sum eg meti er
besti NFL-leikari nakrantíð.
Hann er tó vorðin 40 ára
gamal. Teir hava megnað at
styrkt sítt lið munandi bæði
í álop í verju, og um Brady
framvegis klárar at spæla á
sínum hægsta støði, so vænti
eg, at Patriots fara at vinna
Super Bowl aftur í ár.
Harðasta kappingin í AFC
meti eg kemur frá Pittsburgh
Steelers, ið hava eitt álop fult
av superstjørnum so sum
Antonio
Brown,
Le'Veon
Bell og Ben Roethlisberger,
men eina vánaliga verju, ið
fær ringt við at fylgja við
Patriots. Eg trúgvi persónliga
uppá, at Oakland Raiders
eisini kann koma langt í ár.
Teir hava eitt spennandi lið,
ið kundi farið allan vegin
síðsta ár, um teirra unga
Aksel metir...
Hagtøl
Lið við flestum Super Bowls
Lið
Ferðir
Vunnið Tapt
1. New England Patriots
9
5
4
2. Pittsburgh Steelers
8
6
2
3. Dallas Cowboys
8
5
3
4. Denver Broncos
8
3
5
5. San Fransisco 49ers
6
5
1
6. Green Bay Packers
5
4
1
7. New York Giants
5
4
1
8. Los Angeles/Oakland Raiders 5
3
2
9. Washington Redskins
5
3
2
10. Miami Dolphins
5
2
3
Flest runnir yards í einum kappingarári
Leikari
Yards
Lið
Ár
1. Eric Dickerson
2,105 Los Angeles Rams
1984
2. Adrian Petersen 2,097 Minnesota Vikings
2012
3. Jamal Lewis
2,066 Baltimore Ravens
2003
4. Barry Sanders
2,053 Detroit Lions
1997
5. Terrell Davis
2,008 Denver Broncos
1998
6. Chris Johnson
2,006 Tennessee Titans
2009
7. O. J. Simpson
2,003 Buffalo Bills
1973
8. Earl Campbell
1,934 Houston Oilers
1980
9. Ahman Green
1,883 Green Bay Packers
2003
9. Barry Sanders
1,883 Detroit Lions
1994
Flest loftaðir yards í einum kappingarári
Leikari
Yards
Lið
Ár
1. Calvin Johnson
1,964 Detroit Lions
2012
2. Julio Jones
1,871 Atlanta Falcons
2015
3. Jerry Rice
1,848 San Francisco 49ers 1995
4. Antonio Brown
1,834 Pittsburgh Steelers
2015
5. Isaac Bruce
1,781 St. Louis Rams
1995
6. Charley Hennigan 1,746 Houston Oilers
1961
7. Marvin Harrison 1,722 Indianapolis Colts
2002
8. Antonio Brown
1,698 Pittsburgh Steelers
2014
9. Torry Holt
1,696 St. Louis Rams
2003
10 Herman Moore
1,686 Detroit Lions
1995
Flest kastaðir yards í einum kappingarári
Leikari
Yards
Lið
Ár
1. Peyton Manning 5,477 Denver Broncos
2013
2. Drew Brees
5,476 New Orleans Saints
2011
3. Tom Brady
5,235 New England Patriots 2011
4. Drew Brees
5,208 New Orleans Saints
2016
5. Drew Brees
5,177 New Orleans Saints
2012
6. Drew Brees
5,162 New Orleans Saints
2013
7. Dan Marino
5,084 Miami Doplhins
1984
8. Drew Brees
5,069 New Orleans Saints
2008
9. Matthew Stafford 5,038 Detroit Lions
2011
10. Matthew Stafford 4,968 Detroit Lions
2012
har hvørgan av liðunum,
ið komu í Super Bowl 2016
(Carolina Panthers og Den
ver Broncos) megnaðu at
liggja millum tey ovastu tólv
árið eftir. Somuleiðis síggja
vit hvørt ár, at lið fara frá
at vera botnlið til oddalið,
sigur Aksel, ið dámar minni
væl at síggja tey múgvandi
fótbóltsfeløgini.
– Í evropeiskum fótbólti
eru stórt sæð tey somu liðini
í oddinum. Hetta er uttan
iva eitt produkt av, at man
hevur skipanir í fótbólti,
har toppliðini hava loyvi
at drepa kappingina við at
keypa góðar spælarar frá
botnliðum og geva væl hægri
lønir. Hevði man innført
eina meira rættvísa skipan í
fótbólti, eitt nú við lønarlofti
og strongum financial fair
play, so hevði ævintýrið um
Leicestar í 2016 bara verið ein
vanlig hending, eins og tað
er næstan árliga í NFL, sigur
Aksel Berg.
paturalbinus@sosialurin.fo