mánadagur 11. september 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Amerikanskur fótbóltur er nógv meira hendingarríkur enn vanligur
fótbóltur, heldur føroyingur, ið fylgir væl við báðum ítróttargreinunum.
Hann heldur eisini, at fótbóltur hevur nógv at læra. - Hevði man
innført eina meira rættvísa skipan í fótbólti, eitt nú við lønarlofti,
so hevði ævintýrið um Leicestar í 2016 bara verið ein vanlig
hending, eins og tað er næstan árliga í NFL, sigur Aksel Berg
Pætur Albinus
Kappingarárið í amerikonsk
um fótbólti fór av bakka
stokki hóskvøldið í síðstu
viku, og tað tykist at vera
fleiri og fleiri føroyingar, ið
fylgja við hesi ítróttargrein
ini. Á facebook er ein bólk
ur fyri føroyingar, ið eru
áhugaðir í NFL, amerikonsku
deildini av amerikonskum
fótbólti, og limatalið har er
í løtuni 330. Tann bólkurin
kallast NFL Føroyar.
Tað eru 16 umfør í grund
spælinum, og fyrsta umfarið
hevur verið um vikuskiftið.
Verandi meistararnir úr New
England Patriots eru favo
rittar at endurvinna víða
gitna Vince Lombardi-steyp
ið, men í amerikonskum
fótbólti eru skipanir, ið geva
botnliðunum betri sømdir og
bjóða inn til eina meiri javn
bjóðis kapping.
Hendingarríkt
Ein av føroyingunum, sum
rúmar eina holla vitan í
amerikonskum fótbólti, er
Aksel Berg, ið eisini er kend
ur sum politiskur kjakari
umboðandi Ung fyri Mið
flokkin.
Hann sá sín fyrsta dyst í
2008, og síðani tá hevur hann
fylgt væl við í hesum ítrótt
inum, har hann heldur við
New York Giants.
Frá teimum, sum ikki eru
so hugtikin av amerikonsk
um fótbólti, hoyrist javnan,
at tað er so lítið áhugavert
at síggja hesar langdrignu
dystirnar, har tað eru steðgir
og lýsingar aðruhvørja løtu.
Hesum er Aksel Berg
samdur við, men hann held
ur tó, at amerikanskur fót
bóltur upp á so mangar
mátar er meiri áhugaverdur
enn sokallaður vanligur fót
bóltur.
– Amerikanskur fótbóltur
er ein sera taktiskur ítrottur,
ið er fullur av hendingum.
Summi vilja vera við, at ov
nógvir steðgir eru í ameri
kanskum fótbólti saman
borið við eitt nú vanligan
fótbólt, men hetta er tí, at
tað fer so nógv planlegg
ing í hvørt einasta lítla brot
av dystinum. Eg vil uppá
halda, at ein fullur ameri
kanskur fótbóltsdystur er
nógvar ferðir meira hend
ingaríkur enn ein vanligur
fótbóltsdystur. Eg havi sæð
alt ov nógvar keðiligar fót
bóltsdystir, sum eru endaðir
0-0 ella 1-0, har kanska bara
trý til fimm brot hava verið
áhugaverd, sigur Aksel og
heldur fram:
– Eg havi enn ikki sæð ein
amerikanskan fótbóltsdyst
uttan touchdowns, nakrar
flottar loftingar ella knall
harðar taklingar. So verða
eisini ein stórur partur av
dystum avgjørdir í síðsta
minutti – nógv fleiri enn í
vanligum fótbólti. Tað eisini
feitt, at ein amerikanskur
fótbóltsdystur næstan ong
antíð endar við javnleiki, tí
man fer í longda leiktíð, sigur
hann.
Lønarloft
Ongantíð so nógv sum júst
nú hava keypsprísir og lønir
verið so ræðandi høgar í
fótbólti, og tosað hevur
mangan verið um at seta
eitt lønarloft á. Eitt strangt
lønarloft hevur verið á løn
unum
í
amerikonskum
fótbólti síðani fyrst í 1990-
unum, og tað – saman við
øðrum skipanum – tænir
ítróttinum væl, heldur Aksel.
– NFL er ein nógv bet
ur skipað deild enn tær
evropeisku fótbóltsdeildir
nar. Hvørt ár koma nýggir
ungir leikarir inn í NFL, ið
hava spælt college football
(skúlafótbólt, red.) og tá
er tað tað aftasta liðið frá
síðsta ár, ið velur fyrst í
árliga draftinum (tá lið velja
leikarar, red.), meðan Super
Bowl-vinnarin velur síðst,
peikar Aksel á.
Ungu leikararnir, sum
koma í NFL frá skúlafótbólti,
kunnu alt fyri eitt vera við
til at kollvelta eitt botnlið til
eitt topplið. Tað hoyrist ikki
um leikarar, sum ikki vilja
spæla fyri eitt ov veikt lið,
tí at spæla í NFL er í sjálv
um sær ein stórur heiður.
Áleið 0,1% av øllum skúla
fótbóltsspælarunum í USA
sleppa ígjøgnum nálareygað
og inn í NFL.
Í NFL ber heldur ikki til
hjá toppliðunum at leggja
inn undir seg av góðum
leikarum, takkað verið áður
nevnda lønarlofti.
–
Stranga
lønarloftið
megnar ordiliga at avmarka
hvussu nógvar superstjørnur
hvørt lið kann hava. So kann
man heldur ikki keypa leik
arar frá einum øðrum liði,
men man er noyddur at
býta um við ein av sínum
egnu leikarum. Allar hesar
skipanir gera, at NFL er
ein sera jøvn ítróttardeild,
har somu lið sjáldan liggja
í oddinum fleiri ár á rað.
Eitt gott dømi er síðsta ár,
HENDIR
MEIRA
ENN Í
FÓTBÓLTI
Amerikanskur fótbóltur:
FÓTBÓLTUR