Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD FÓTBÓLTUR AB gjørdi eitt rimmar hál í 1. deild hjá monnum, tá ið teir leygardagin vunnu 4-0 á heimavølli ímóti B36. Orsøkin til serliga góðu úr­tøk­ una var, at nærmastu kapp­ingar­ neytarnir, KÍ og B68, bæði taptu sínar dystir. AB er tískil 10 stig framm­an fyri tey bæði liðini. Í hin­ um endanum á stigatalvuni gjørdu TB/FCS/Royn og Giza/Hoyvík kvetti og sluppu longri burtur frá niðurflytingarstrikuni, tá ið tey bæði vunnu sínar dystir ímóti ávika­vist ÍF og NSÍ. KÍ - Víkingur 0-1 (0-0) 0-1: Fannhard Skoradal 92. B68-HB 0-2 (0-1) 0-1: Rói av Fløtum 6. 0-2: Rói av Fløtum 58. Giza Hoyvík - NSÍ 4-3 (1-0) 1-0: Solomon Kwao 17. 2-0: Niklas Joensen 49. 2-1: Debes Danielsen 54. 2-2: Debes Danielsen 55. 2-3: Martin Joensen 58. 3-3: Tijani Mohammed 78. 4-3: Jósup Henriksen 92. AB - B36 4-0 (1-0) 1-0: Rasmus Dan Sørensen 36. 2-0: Jónas Stenberg 64. 3-0: Bjarki Nielsen 73. 4-0: Bjarki Nielsen 76. TB/FCS/Royn - ÍF 2-1 (2-1) 0-1: Jákup Olsen 11. 1-1: Teitur Krosslá Mortensen 25. 2-1: Teitur Krosslá Mortensen 44. Gunnar Nielsen varð kosin at vera dagsins maður, tá ið hann og lið­ felagarnir úr FH Hafnafirði í gjár vunnu 1-0 ímóti Grindavík við René Shaki Joensen á vøllinum. Sigursmálið skeyt Steve Lennon. René varð útskiftur í 74. minutti, meðan Gunnar stóð sera væl í mál­ inum hjá FH og hevði fleiri góðar bjargingar. FH er á triðja plássi, 12 stig aftanfyri oddaliðið Val og trý stig aftanfyri Stjørnuna á øðrum plássi. Jónas Tór Næs, Kaj Leo í Bartals­ stovu og hinir úr ÍBV vunnu ein sera týðandi 3-0-sigur, tá ið teir leygar­dagin vóru á vitjan hjá KR Reykjavík í íslendsku Pepsi- deildini. Jónas Tór Næs spældi allan dystin á høgra vongi, meðan Kaj Leo varð innskiftur stutt inn í seinna hálvleik, men mátti útaftur løtu seinni við skaða. Hann sigur tó, at talan ikki er um álvarsligan skaða, og at hann helst verður tøkur aftur næsta dyst. ÍBV er nú einans eitt stig frá bjargingini. 12 stig eru eftir at spæla um. Gilli Rólantsson spældi allan dyst­ in fyri Brann, tá ið hann og lið­ felagarnir frammanfyri 15.374 áskoð­arum heima á Brann Stadion vunnu 2-1 ímóti Sogndal. Argastu kapp­ingarneytarnir, Rosenborg og Sarpsborg, vunnu bæði sínar dystir, so Brann er framvegis á triðja plássi níggju stig aftanfyri Rosenborg og eitt stig aftanfyri Sarpsborg. FLOGBÓLTUR Føroyski flogbóltsspælarin, Kasp­er Lorenzen, skiftir úr barn­dóms­felag­ num SÍ til donska meistaraliðið, Marien­lyst. Hann flytur til Dan­ markar í lestrarørindum, og før­ oyski landsliðsvenjarin, Bárður Bendix Mikkelsen, sum eisini er hjálparvenjari hjá Marienlyst, fegn­ ast um at hava fingið 21 ára gamla føroyingin í hópin. - Kasper er ein ungur og evnaríkur miðblokkur, sum var ein partur av føroyska landsliðnum í fjør. Seinasta árið hevur Kasper verið tarnaður av skað­um, men er nú komin fyri seg aftur. Kasper hevur verið til royndar­venjing alla vikuna, og hann hevur prógvað fyri okkum venjarum, at hann hevur uppiborið eitt pláss í hópinum hjá Marienlyst, sigur Bárður í tíðindaskrivi, sum Flogbóltssamband Føroya hevur sent føroysku miðlunum. HONDBÓLTUR Tveir av føroysku hondbóltsspælar­ unum, sum júst eru fluttir til Dan­ markar at spæla hondbólt, hittust longu í allarfyrsta umfarinum av næstbestu deildini. Hesin dysturin var fríggjadagin. Talan var um Róa Berg Hansen, sum er skiftur úr Neistanum til FIF, og Jónas G. Djurhuus, sum er skiftur úr H71 til HØJ. Tað var heimaliðið HØJ, sum vann dystin 29-27 eftir at FIF annars hevði verið á odda 16-15 í hálvleikssteðginum. Tað bleiv til nøkur føroysk mál í dystinum. Rói Berg Hansen skeyt tvey mál fyri FIF, meðan Jónas G. Djurhuus skeyt eitt mál fyri vinnandi liðið, HØJ. Pætur Albinus Føroyska Aimée Hansen bleiv leygardagin danmarsmeistari í bodyfitness. Hon luttók í senior­ klass­anum fyri kvinnur, ið eru lægri enn 158 sentimetrar. Kappingin var í Herning, har 10 kvinnur vóru við í innleiðandi um­farinum. Seks teirra komu í finaluna, og av teimum varð Aimée Hansen útnevnd sum vinnari og harvið danmarksmeistari. Aimée Hansen er 31 ára gomlu og úr Havn, men hon hevur búð í Danmark seinastu átta árini. Hon er fyrrverandi fimleikari, men seinastu seks árini hevur hon íðkað bodyfitness. Hart Tey fyrstu árini, hon íðkaði body­ fitness, var talan einans um hugna­venjing, men seinastu tvey árini hevur hon vant ógvuliga mál­ rættað. Hon er partur av Team Superior í Keypmannahavn, og tey gera nógv burturúr – eisini við matinum, sum verður fyrireikaður og gjørdur frammanundan fyri alla vikuna. – Eg venji fimm-seks ferðir um vikuna ein-tveir tímar hvørjaferð. Eg brúki nógva tíð upp á mat, og eg fyrireiki matin til alla vikuna. Tað er ikki ringt at liva soleiðis, um ein vil tað nokk, men tað kann vera hart og kosta á tí persónliga økinum, sigur Aimée, sum tó fegn­ ast um, at hon ikki hevur mist nakrar vinir hóast nógvu tíðina til bodyfitness. Til NM Í stuttum snýr bodyfitness seg um at hava symmetri, at vera væl bygdur og um genetikk. Í kapp­ ingunum verður alt tikið við í út­ rokningina, og luttakararnir skulu posera frammanfyri dómarunum. Aimée luttók fyrr í ár í einari kapping fyri tey, ið nýliga eru byrjað, og har fekk hon at vita, at hon blendaði ov nógv inn í rúgvuna. Tá vann hon bronsu. Av hesi orsøk hevði hon gjørt serliga nógv burturúr smyrsli og øðrum til hesa DM-kappingina, har hon sum vinnari nú eisini hevur kvalifiserað seg til NM-kapping í Svøríki í oktobur. – Nú fái eg frí í eina viku, har eg sleppi at eta og gera tað, sum eg vil, men so byrja vit aftur upp á strongu ætlanina, sigur Aimée Hansen, sum í novembur eisini kemur heim til Føroya at luttaka í tiltakinumBurn Showdown. albinus@sosialurin.fo Føroyska Aimée Hansen vann leygardagin DM-gull í bodyfitness, og nú hevur hon eisini vunnið sær rættin at kappast í NM AIMÉE ER DANMARKSMEISTARI