Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hey Eliesar! Tað er komið okkum fyri oyrað, at tær dámar væl amerikanskan fótbólt. Passar tað? Hey! Ja, mær dámar sera væl amerikanskan fótbólt. Hvussu leingi hevur tú fylgt við? Eg havi fylgt við fast síðan 2008, men eg hugdi av og á áðrenn tað. Hvørjum heldur tú við, og brúkar tú nógva tíð upp á tað? Eg haldi við Atlanta Falcons. Ja, eg havi sæð næstan hvønn dyst hjá teimum síðan 2008. Hvat er tað við amerikonskum fótbólti, sum hugtekur teg? Tað at óansæð hvør spælir, so kann man seta seg at hyggja. Eisini dámar mær sera væl hugburðin og passiónina, sum leikararnir hava har. #Brotherhood Um ein Premier League-dystur og NFL-dystur eru í senn, hvønn velur tú so? NFL. Bæði tí at eg dagliga eri aktivur í fótbólti, so er tað deiligt at "kobla" úr við einum NF- dysti, men eisini tí at man kann hyggja eftir øllum dystum, líka mikið hvør spælir. Vikan ið fór Føroyska U21-landsliðið hjá monnum spælir 1-1-javnleik á útivølli ímóti Finnlandi í EM- undankappingini. Føroyska málið skjýtur Meinhard E. Olsen. Eyðvør Klakstein skrivar undir sáttmála við spanska felagið Mislata CF, ið spælir í næstbestu deildini. Klaksvíksgentan spældi eisini har frá januar til mai í ár. Mansliðið hjá H71 vinnur stórsteypadystin ímóti VÍF. Úrslitið er 32-29, eftir at VÍF annars var á odda 15-13 í hálvleikssteðginum Hjá kvinnunum er tað Kyndil, sum vinnur stórsteypið ímóti Neistanum. Úrslitið er 24-20 eftir at tær grønu vóru á odda 11-10 í steðginum. EBS/Skála vinnur steypafinaluna hjá kvinnum, tá ið tær í steypafinaluni á Tórsvølli vinna 3-2-sigur ímóti HB. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Eliesar Olsen Ítróttur: Fótbóltur, hjálparvenjari hjá NSÍFótbóltur, hjálparvenjari hjá NSÍ Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvussu nógv lið eru í NFL? 2 Hvussu nógvir leikarar eru á vøllinum hjá hvørjum liði? 3 Hvussu nógvar leikarar kann eitt lið í mesta lagi hava í dystarhópinum? 4 Hvussu nógvir dómarar eru í hvørjum dysti? 5 Hvussu eitur liðið, sum kemur frá Green Bay? 6 Hvussu eitur steypið, sum dystast verður um í Super Bowl? 7 Hvør vann Super Bowl síðsta kappingarár? 8 Hvussu eitur leikarin á myndini? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1. 32 2. 11 3. 53 4. 7 5. Green Bay Packers 6. Vince Lombardi- steypið 7. New England Patriots 8. Tom Bardy ? Hann var ein púra vanligur bygdadrongur úr Struer í Jút­ landi, har hann hevði serligar gávur til hondbólt og var ávegis á danska hondbóltslandsliðið, men sum tannáringur fór hann eitt ár til USA sum skiftis­ næmingur. Hann var púra burturi í ítrótti, men lítið visti hann hvørja yrkisleið hann fór at fáa, tá ið hann av tilvild fór at royna amerikanskan fótbólt. Vegna serligu evnini at sparka ein bólt var hann var ógvuliga umbiðin, og nøkur ár seinni tjenti hann nógvar milliónir, var ein av kendastu leikarunum í deildini og skrivaði seg inn í søgubøkurnar. Hann er tann leikarin, ið hevur skorað flest stig í amerikonsku deildini, NFL. Morten Andersen. Hann fekk víst hendan her á leiðum ókenda ítróttin fram fyri norðurlondum og einum stórum parti av Evropa. Við lætt lesiligum og ein­ føld­um teksti greiðir hann meistar­liga frá hansara serligu tilvildarligu ævintýraferðini mótvegis tindunum í ameri­ konskum fótbólti. Søgurnar, ið hann hevur fingið við á vegnum eftir 25 ár í NFL, eru bæði hugtakandi, stuttligar og syrgiligar. Tað er týdningsleyst, um tú ikki ert fjeppari av amerikonskum fótbólti, tí Morten Andersen er í sjálvum sær ein ógvuliga áhugaverdur persónur. Hann býður tær við á eina ferð við góðum skemti, bergtakandi søgum og ikki minst lívsins lærdómi, og tað er ilt at ímynda sær, at nakar, ið hevur lisið bókina – óansæð áhugamál – fer at angra tað. Hetta er ein bók, ið er verd at lesa. Stutt og greitt. Les um: Tú hevur áhuga í amerikonskum fótbólti ella amerikonskum ítrótti sum heild. Ikki lesa um: Amerikanskur fótbóltur og søgur úr lívinum ikki siga tær nakað. Hvussu er at lesa: Hann tekur teg við á eina hugtakandi ferð. Tað hendur nógv. Hvat sigur tú? Hetta er ein frálík bók at lesa, nú amerikanskur fótbóltur aftur er í hæddini. Fakta: Tað er danski journalisturin, Jimmy Bøjgaard, ið hevur skrivað hesa bókina, sum kom út í 2012 og er 277 blaðsíður. ★★★★★★ UMMÆLI Pætur Albinus ummælir Bókaummæli: Livet er et kick