Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Eftir at hava verið darvaður við skaðum stóran part av uppstartinum, er landsliðs­ profilurin, Jóan Símun Ed­ mundsson, nú av álvara komin fyri seg. Sunnudagin byrjaði hann inni í álopinum, tá OB á heimavølli tók ímóti Brøndby, í einum dysti, har Brøndby annars framman­ undan var mettur sum ein rími­liga greiður favorittur. Men hóast favoritt leik­ lut­in hjá Brøndby, eydn­að­ist tað Jóan Símun Ed­munds­ son og OB at fáa stig. Dyst­ urin millum OB og Brøndby endaði við 1-1 javnleiki. Og hevði tað ikki verið fyri eitt reytt kort hjá OB í fyrra hálvleiki, tá OB var á odda 1-0, hevði talan væl kunna verið um fleiri stig. Tað viður­kennir Jóan Símun Ed­munds­son, sum tó gevur Brønd­by stórt rós. – Samanumtikið skulu vit vera glaðir fyri tað eina stigið í dag. Vit byrja dystin fantastiska væl, og eru klárt betri enn teir, inntil ein leik­ ari hjá okkum verður víst­ur av vølli. Eftir tað ráddi tað einans um at gera tað trup­ ult fyri teir, og vit ar­beiddu eisini knallhart. Men Brønd­ by er klárt tað besta liðið vit hava spælt ímóti higartil í ár, og tað var tí fult uppiborið at teir fingu stig við sær úr Odense, sigur Jóan Símun Edmundsson. Merkir einki til skaðan Fyrstu umførini í Superliguni hetta kappingarárið fekk Jóan Símun Edmundsson sjáldan fulla spælitíð, or­ sakað av skaðanum hjá sær í uppstartinum. Men sunnu­dagin spældi Jóan Símun Edmundsson allar 90 minuttirnar í álopinum hjá OB, og hetta var triði dysturin á rað, at føroyski áleyparin hevur fingið fulla spælitíð. Jóan Símun sigur at formurin hjá sær er vorðin alsamt betri nú, og at hann einki merkir til skaðan meir. – Tíbetur merki eg einki til skaðan nú, og eg føli meg fit for fight at spæla. Formurin er har hann skal vera, so eg vænti og vóni at tað bara fer at ganga betri og betri tær komandi vikurnar, sigur Jóan Símun Edmunsson. Eftir fyrstu átta umførini í Superliguni, liggur OB á einum sjeynda plássi. Viljormur spældi dyst nummar 100 Tá Vejle um vikuskiftið spældi útidyst móti Vend­ syssel í næstbestu donsku deild­ini, var talan um ser­ stak­an dyst hjá einum leikara á vøllinum. Tað var hjá føroyska landsliðs­leik­ ar­anum í Vejle, Viljormi David­sen, sum spældi dyst nummar 100 fyri Vejle, síð­ ani hann skifti til danska felagið í 2013. Hóast talan var um jubileumsdyst hjá Viljormi, eydnaðist tað ikki honum og Vejle at vinna útidystin móti Vendsyssel. Dysturin endaði við 1-1 javn­leiki, sum Viljormur David­sen og liðfelagarnir úr Vejle tó væl fáa brúkt. Teir liggja framvegis á fremsta plássinum í næstbestu deild­ ini. Viljormur Davidsen var eftir dystin ikki heilt nøgdur, men hann helt tó at teir væl fingu brúkt úrslitið. – Tá hugsað verður um at vit ikki fáa tað at fungera, og allíkavæl spæla javnt í einum oddadysti, kunnu vit ikki klaga. Men seinni hálvleikur var avgjørt ikki góðtikin, tí tá tordu vit als ikki at spæla uppá sama máta sum í fyrra hálvleiki, og tí lova vit teim­ um innaftur í dystin. Tó er hetta tættasti dysturin, sum vit hava spælt hetta kapp­ ingarárið, og Vend­syssel er eitt gott lið, sigur Viljormur Davidsen. Tá Vejle í komandi dyst­ inum spælir á heimavølli móti grannunum úr FC Frede­ricia, verður Viljormur Davidsen heiðraður á leik­ vøll­inum hjá Vejle fyri fyrstu 100 dystirnar í felag­ num. Í hópinum hjá Vejle er Viljormur burturúr tann mest støðugi, og eingin annar í núverandi hópi hevur leikt fleiri dystir fyri Vejle enn hann hevur. Eitt afturvendandi kjak í ítróttarheiminum er – eins og í dagliga kjakinum – er lutfallið millum menn og kvinnur. Í føroyskum ítrótti er stórt fokus á mannfólkaítrótti, sum eisini sæst javnan í ÍtróttarSosialinum. Tað verður ikki í hesi klummuni, at tú fær nakað svar ella uppskot til hvussu vit “loysa” tann trupulleikan. Hinvegin kunnu vit staðfesta, at kvinnurnar komandi vikurnar fáa møguleikan at vísa seg á stóra pallinum. Eitt er steypafinalan hjá kvinnunum í fótbólti, sum hevur verið um vikuskiftið. KÍ er ikki longur einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti, so tað ber ikki longur til at siga, at tað ikki er spenningur í kvinnukappingini. Í hesi vikuni spælir føroyska A-landsliðið hjá kvinnum í fótbólti tveir teir fyrstu dystirnar í HM-undankappingini. Fyrst kemur Kekkia á vitjan og síðani í Íslandi. Kvinnurnar prógvaðu í innleiðandi undanumfarinum, at tær kunnu tekkjast eini stórari áskoðarafjøld við góðum fótbólti. Nú má stuðulin standa við. Seinni í hesum mánaðinum verður skal A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti eisini í gongd við EM undankappingina, har tær møta sterkari mótstøðu. Fyrst Serbia og síðani Svøríki. Somuleiðis er Makedonia í okkara bólki. Um vit brúka manslandsliðið í fótbólti sum dømi, so tekur tað 25 ár at koma á eitt nøktandi støði. Taka vit U21 landsliðið hjá monnum í hondbólti, so var tað eitt næstan tíggju ára arbeiði, sum úrslitaði í HM endaspælsluttøkuni. Tí skal kravið ikki verða, at kvinnurnar skulu kunna takast við tær bestu, men kravið má verða, at kvinnulandsliðini verða tikin í álvara, eins og tær taka uppgáva í álvara. So fylgja restina av ágóðunum eisini við. Her á ÍtróttarSosialinum ætla vit at varpa ljós á komandi uppgávurnar hjá kvinnulandsliðunum, tí sum vit søgdu á forsíðuni undan avgerandi dystinum móti Turkalandi: Koyr á – vit stuðla tykkum! trondur@sosialurin.fo Nú fáa kvinnurnar pallin VIT SKULU VERA GLAÐIR FYRI TAÐ EINA STIGIÐ Tað sigur Jóan Símun Edmundsson, sum samstundis rósar mótstøðuliðnum, Brøndby, ið hann metir vera klárt tað besta liðið, sum OB hevur møtt hetta kappingarárið. Les eisini um Viljorm Davidsen, sum um vikuskiftið spældi dyst nummar 100 fyri Vejle Jóan Símun Edmundsson, sum í uppstartinum var nógv darvaður av skaða, er nú av álvara komin fyri seg í donsku Superliguni Viljormur Davidsen spældi um vikuskiftið dyst nummar 100 fyri Vejle