Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 37 • 11. SEPTEMBER 2017 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: SANDOY Skopun hevur altíð havt hjallin á sjónum – Ein gjaldsskipan gevur okkum ikki meira pláss umborð á Teistanum. Einasta, sum eftir mínum tykki kann loysa upp í fløskuhálsinum, tá trýstið á farleiðini er størst, er eitt skip aftrat. Tað er hetta, sum hevði gjørt munin, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu Vilmund Jacobsen K rumptappurin í vinnulívinum í Skopun hevur heilt síðan 1968 verið flakavirkið, og soleiðis er enn í dag. Áðrenn flakavirkið varð bygt, sum eitt tað fyrsta í Føroyum, ið fór at keypa fisk og skera flak, vóru fiskakjallarar, sum tóku ímóti fiski til flek­ingar. Skopun, sum er niðursetubygd, bygd í 1833, hevur altíð verið útróðrarbygd, og gjøg­num tíð­ irnar hava fleiri skip og bátar verið heima­hoyr­ andi í bygdini. Eingin sjálvfylgja Borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Logn­berg, ásannar, at tíðir hava verið skiftandi, og soleiðis hevur eisini verið við eigaraviður­skift­ unum á flakavirkinum í Skopun. – Men, flakavirkið er framvegis ein fantast­ iskur partur av bygdini og Sandoynni, og í dag eru tað eisini fólk, sum koma innan av megin­ økinum og til Skopunar at arbeiða fisk. Soleiðis, sum árini eru gingin, og tíðirnar eru vorðnar, veit eingin betri enn borgarstjórin í Skopunar kommunu, at tað ikki er nøkur sjálv­ fylgja, at eitt flakavirkið er í Skopun. – Tað eru góð og dugnalig fólk, sum standa aftan fyri hetta virksemi, og tað eru dugnalig fiska­fólk, sum syrgja fyri, at tann fiskur, sum virkið keypir, verður arbeiddur undan og virkaður til útflutnings. Heilt síðan Skopun varð bygd, hevur sjógvurin havt alstóran týdning, og soleiðis var eisini, tá fyrstu niðursetufólkini komu. – Eingin jørð lá til Skopun, og gekk tað illa við fiskiskapi, kundu korini gerast ógvuliga vánalig. Her var bara útróður og skipsfiskiskapur, fyrst við sluppum og síðan við størri skipum. Onnur arbeiðspláss í Skopun, sum hava við sjógv og fiska at gera, er Lívfiskastøðin, sum borgarstjórin fegnast um ikki bleiv stongd. Seinnu árini hevur útróðurin verið vánaligur, og hetta hevur eisini gjørt, at fáir mans hava livað av útróðri. Í Skopun eru 23 egningarskúrar fram við bryggjukantinum, og framvegis í dag eru fleiri bátar – smærri deksfør og opnir bátar – við fiski­ loyvi heimahoyrandi í Skopun. Gerhard Lognberg heldur, at nú útlitini á landgrunninum eftir øllum at døma eru betri, enn tey hava verið í nøkur ár, hýsa og toskur eru við at koma fyri seg aftur, og fiskurin er fullur av nebbasild, kann hetta saktans føra til, at útróðurin í Skopun aftur fer at mennast. Teistin er asfaltið At Skopun er av ringastu brimplássum í Føroy­ um, slepst ikki uttan um. Tað hevur so mangan verið sjón fyri søgn, tá Teistin noyddist at avlýsa túrar, tí ikki var ráðiligt at fara inn í havnina í Skopun. – Vit hava eftir førimuni bygt okkum út her og hava fingið eina góða havn innanfyri. Vit skulu minnast til, at so leingi, sum vit ikki hava fingið Sandoyartunnilin, er Teistin okkara asfalt. Gerhard Lognberg heldur tað vera ógvuliga skeivt av landsmyndugleikunum, at ikki tvey skip sigla í Sandoynna, nú bæði ferðafólka-, bila-, farma-og fiskaflutningur fylla so nógv. Borgarstjórin vísir á, at fyri nøkrum árum síðan sigldi Ternan eisini nakrar túrar um Skop­ unar­fjørð mitt um summarið, tá trýstið á far­ leið­ini var størst. – Tá vóru pengar játtaðir til hetta í løgting­in­ um, sigur hann seg minnast. Sjálvur hevur borgarstjórin ikki verið tals­ maður fyri einari umrøddari gjaldsskipan við Teist­anum, tí sum hann sigur: – Ein gjaldsskipan gevur okkum ikki meira pláss umborð á Teistanum, men hon kemur heldur at tarna menningini á flakavirkinum, so­ leiðis sum eg dugi at síggja tað. Borgarstjórin í Skopunar kommunu er onga løtu í iva um, at einasta, sum kann loysa upp í fløskuhálsinum, tá trýstið á farleiðini er størst, er eitt skip aftrat á farleiðini. – Tað er hetta, sum hevði gjørt munin, sigur Gerhard Lognberg avgjørdur. Viðurskiftini hjá fólki, sum skulu í ella úr Sandoynni, kunnu stundum vera ótolandi, sum henda dagin, tá Teistin júst hevði loyst, og 49 bilar stóðu eftir á Gomlurætt – Vit hava eftir førimuni bygt okkum út her og hava fingið eina góða havn innanfyri, men vit skulu minnast til, at so leingi, vit ikki hava fingið Sandoyartunnilin, er Teistin okkara asfalt, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu