Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. september 2017 · Nr. 106 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Leygardagin klokkan 15 fer Albin Funn, sum er elsti mað­ur á Válinum, at klippa snórin til nýggja bátahylin, sum Kvívíkar kommuna hev­ ur latið byggja. Kvívík er brimpláss, og tað er ikki so sjáldan, vit hava hoyrt, at bátar – bæði í hylinum og uppi á landi í Kvívík – hava fingið skaða í uppgangi. Tað hevur tí leingi verið eitt ynski hjá borgarum í Kvívíkar kommunu at fáa ein tryggan bátahyl í komm­ ununi. Válur, sum liggur á suður­ síðuni og innarlaga á Vest­ manna, er partur av Kvívíkar kommunu, og her eru góðir møguleikar at byggja ein tryggan bátahyl. 35 bátar á Válinum Borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Heri Müller, sum í setuni undan hesari var formaður í teknisku nevnd, hevur verið við, síðan bygg­ ingin av bátahylinum av álvara byrjaði fyri 4 árum síðan. – Tað fyrsta, sum komm­ unan gjørdi, var at byggja pierarnar og fylla út tað, sum fyllast skuldi. Síðan hava vit dýpt, og nú at enda hava vit lagt brúgvar út í bátahylin, soleiðis at pláss er fyri 35 bátum. El og vatn er eisini lagt til bátahylin. Heri Müller vísir á, at møguleikar eru at leggja eina brúgv út aftrat, og tá kann pláss fáast fyri eini 17- 18 bátum aftrat. – Arbeiðið er ikki heilt liðugt enn. Vit væntaðu, at pierarnir fóru at sjunka nakað, sum tíðin leið, og vit fara í næstum at lyfta teir nakað uppaftur, soleiðis at teir fáa ætlaðu hæddina. Haraftrat skal nakað av snøggingar-og asfaltarbeiðið gerast við bátahylin aftrat. Tað verður ein fegin borg­ arstjóri, sum leygar­dagin, eftir at snórurin er kliptur og bátahylurin alment verður opin, sum fer at siga nøkur orð við høvi. Gera burturúr Í Kvívíkar kommunu verð­ ur gjørt burtur úr, at báta­ hylurin á Válinum nú verður alment tikin í nýtslu. – Kommunumarkið hjá okkum røkkur heilt frá Skælingi og norður á Válin, og leygardagin klokkan 13.30 fara bátar at savnast út fyri Skælingi. Síðan fara bátar og bátafólk at fylgjast norður gjøgnum Vestmannasund og inn á Válin, har elsti maður í bygdini fer at klippa snórin. Heri Müller sigur, at fólk í Kvívíkar kommunu eru sera fegin um, at arbeiðið við nýggja bátahylinum nú er komið undir land. – Tað er eingin ivi um, at bátahylurin, sum vit nú eiga á Válinum, fer at gera umstøðurnar hjá báta­eig­ arum í kommununi nógv betri og tryggari, sigur borgar­stjórin í Kvívíkar kommunu. TÍÐINDI Fólk í Kvívíkar kommunu fáa nú nýggjan bátahyl - Tað er eingin ivi um, at bátahylurin, sum vit nú eiga á Válinum, fer at gera umstøðurnar hjá bátaeigarum í kommununi nógv betri og tryggari, sigur borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Heri Müller Lívsgleði og vón eftir tunga sorg Vilmund Jacobsen Mikukvøldið 4. oktober byrja tær báðar, Mar­greth Mortensen og Sigr­un Heldarskarð, sum báðar eru góðkendir psykotera­ peutar, MPF og sjúkra­ røktar­frøðingar, nýggjan sorgarbólk. Bólkurin er fyri vaksin, ið hava mist ein av sínum kæru. Bólkurin hittist um­leið triðju hvørja viku, gjarna mánakvøld, og ætlanin er, at bólkurin skal hittast átta ferðir til­ samans. – Í bólkinum taka vit evnir upp um sorg, og vit tosa um tað, sum er trup­ ult fyri teg ella tykkum. Margreth Mortensen og Sigrun Heldarskarð hava leitt sorgarbólkar síðan 2012, og hesi árini hava tær sæð, at tað ber til at koma styrktur gjøg­ num eina tunga sorg. – Tað er møguligt at fáa lívsgleði og nýggja vón inn í lívið aftur. Sorg er í lagi Bólkaleiðararnir vísa á, at summi koma í bólkin nakrar mánaðir eftir miss­in – og onnur koma longri tíð eftir missin. – Eg gleði meg til hvørja ferð, vit hittast í bólk­inum. Her føli eg meg skiltan – og at tað er í lagi at vera syrgin og hava nógvar løgnar kenslur. Soleiðis hava fólk, sum hava tikið lut í sorgar­ bólkinum, tikið til. Bólkaleiðararnir, Mar­ greth Mortensen og Sigr­ un Heldar­skarð, siga, at fólk, sum kenna seg at hava tørv á at verða við í sorgarbólkinum, sum byrj­ar 4. oktober, eru væl­ komin at boða frá. - Tað er møguligt at fáa lívsgleði og nýggja vón inn í lívið aftur, tó at tú hevur verið rakt/-ur av tungari sorg, siga Margreth Mortensen og Sigrun Heldarskarð, psykoterapeutar – Í bólkinum taka vit evnir upp um sorg, og vit tosa um tað, sum er trupult fyri teg ella tykkum, siga Margreth Mortensen og Sigrun Heldarskarð Pláss verður fyri 35 bátum í bátahylinum á Válinum. Tað verður Albin Funn, elsti maður á Válinum, sum leygardagin fer at klippa snórin til nýggja bátahylin Tað verður ein fegin borgarstjóri í Kvívíkar kommunu, Heri Müller, sum leygardagin fer at siga nøkur orð, tá bátahylurin á Válinum alment verður tikin í nýtslu