týsdagur 12. september 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. september 2017 · Nr. 106
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
KJAK
Stjórnarskrá okkara og 14. september
Zakarias Wang
Nú 14. september
2017 eru 71 ár lið
in síðani størsta
dag í søgu okkara:
Fólkaatkvøðu
dagurin
leygar
dagin
14.
sep
tember 1946, tá 51% atkvøddu fyri
loysing frá Danmørk og bert 49%
fyri uppskoti donsku stjórnarinnar
um at vit skuldu gerast partur
av Danmarkar ríki, og at danska
stjórnarskráin (grundlógin) skuldi
gerast okkara.
Í mars í ár hevði Sambands
flokkurin landsfund, og formaður
floksins, Bárður á Steig Nielsen,
kom í fjølmiðlarnar og segði, at
danska stjórnarskráin var okkara
stjórnarskrá.
Hetta var forvitnisligt.
Um so var, at Bárður hevði rætt,
so mátti hetta vera hent ein ávísan
dag.
Mugu kenna dagin
Alkunnugt er, at danir vita nágrein
liga, at teirra stjórnarskrá kom í
gildi 5. juni 1849. Hevði hon eisini
verið okkara stjórnarskrá, so sum
Bárður segði, átti hann at duga at
sagt hvønn dag hetta var hent.
Einki hevði verið meir rímiligt, enn
at øll tey, sum fegnaðust um hesa
hending, á hvørjum ári hendan dag
heysaðu dannebrók í húnar hátt
fyri at vísa hvussu glað tey vóru.
Men hvørki Bárður ella nakar
annar er higartil sloppin at flagga
fyri hesi stóru hending, tí vit
hava einki fingið at vita um, hvør
dagurin er. Men nú formaðurin í
einum av størstu politisku flokk
um okkara hevði sæð ljósið, var
týdningarmikið, at hann kundi
sleppa at greiða okkum øllum frá,
hvør hesin dagur er.
Tí sendi eg Sambandsflokkinum
teldubræv dagsett 15. mars 2017 og
spurdi: Nær er danska stjórnar
skráin vorðin stjórnarskrá okkara?
Dagur gekk av degi, og einki svar
kom.
Ein mána seinni minti eg á
spurningin. Heldur einki svar. 15.
mai minti eg aftur á at hann ikki
hevði svarað, men tað var sama
úrslit.
So kom eg at hugsa um, at Bárð
ur kanska hevði fyri neyðini at
fáa hjálp uttanífrá fyri at svara.
Tað kundi jú vera, at onkur, sum
dugdi danskt, kundi hjálpt honum!
Tískil fekk eg spurningin týddan
til danskt, tá eg aftur tann 15.
juni minti hann á spurningin:
Hvornår er Danmarks grundlov
blevet gældende som grundlov på
Færøerne?
Men illa gekst hjá Sambands
flokkinum at fáa klókar danir at
hjálpa sær. Men tað eru yvir tvey
túsund milliónir sum duga at tosa
enskt. Kanska onkur av teimum
kundi hjálpt Bárði? So 15. juli fekk
eg spurningin týddan til enskt:
When did the Danish constitution
become our constitution?
Men heldur ikki tann enskttal
andi heimurin kundi hjálpa Bárði
at finna svarið.
Nú er tað so, at okkara støða er
meinlík henni hjá Grønlandi, og
kanska onkur av klóku grønlensku
brøðrum
okkara
kundi
hjálpt
Bárði? So fyri einum mána síð
ani, tann 15. august, royndi eg aft
ur:
Danmarkip
naalagaaffiata
tunngaviusumik inatsisaa qanga
uagutsinnut
tunngaviusumik
inatsisaalerpa?
Men heldur ikki grønlendingar
kundu hjálpa Sambandsflokkinum
at ráða hesa gátu.
Nú kundi eg sjálvandi roynt at
lætt um hjá Bárði við at týtt spurn
ingin til týskt, tí alkunnugt er, at
týskarar eru sera dugnaligir í øllum,
sum hevur við stjórnarskráir at
gera. So hevði spurningurin ljóðað:
Wann wurde das dänische Grund
gesetz auch unseres?
Men vanligt et at siga, at franskt
er fremsta diplomatimálið. So hví
ikki nýta tað: Quand est-ce que la
constitution danoise est devenue
notre constitution?
Men hvat við at fáa spurningin
týddan til fremsta vísindamálið av
øllum. So skuldi borið til at fingið
hjálp! Hetta málið er latín: Quando
constitutio danica et nostra facta
est?
Men alt hetta kann eg spara
mær, tí hægsta leiðsla Sambands
floksins hevur funnið út av, at teir
ikki kunnu svara hesum einfalda
spurningi.
At viðurkenna sum er, at teir
ikki hava sagt sannleikan, koma
teir sær ikki. Tí halda teir, at best
er at tiga.
Danska stjórnarskráin
ikki okkara
Sjálvandi veit ein og hvør, at hetta
er tað sama sum at viðganga, at
danska stjórnarskráin ongantíð
er vorðin stjórnarskrá okkara, tí
tá nakað ongantíð er borið í heim,
er tað ikki til. Við tøgn síni hevur
Sambandsflokkurin sostatt viður
kent, at danska stjórnarskráin
(grundlógin) ongantíð er vorðin
okkara stjórnarskrá.
Hetta hevur danska stjórnin
altíð vitað.
Tað var hetta, ætlanin hjá
donsku stjórnini var at fáa broytt
við fólkaatkvøðuni tann 14. sep
tember 1946. Hevði hetta eydn
ast, og ein meiriluti upp á eina
atkvøðu hevði verið fyri stjórnar
uppskotinum, so hevði Bárður á
Steig Nielsen og allur Sambands
flokkurin flent upp á háð at mær og
øllum teimum, sum spurdu so býtt.
So kundu teir sagt: “Vit atkvøddu
á Føroya løgtingi tann 10. mai 1946
fyri at hava eina fólkaatkvøðu, har
føroyingar á fullkomuliga demo
kratiskan hátt kundu nýta sín
tjóðskaparliga sjálvsavgerðarrætt
til at siga frá, um teir vildu gerast
ein partur av Danmarkar ríki og
gera donsku stjórnarskránna til
sína stjórnarskrá ella heldur fáa
loysing. Á demokratiskan hátt
avgjørdu føroyingar henda dag, 14.
september 1946, at Føroyar skuldi
gerast partur av Danmarkar ríki,
og harvið avgjørdu teir eisini at
gera donsku stjórnarskránna til
stjórnarskrá sína.”
Men stjórnaruppskotið fekk ikki
eina atkvøðu í meiriluta. Loysing
fekk ikki bara eina atkvøðu í meiri
luta, men heilar 161 meir.
Dagin eftir, tann 15. september
1946, sendi tíðindastovan Ritzau
eitt fjarrit út um allan heim. Tað
var ein fráboðan frá formanni Sam
bandsfloksins Andras Samuelsen.
Hann sum skrivaði fjarritið var
sonur Andras, Georg Lindenskov
Samuelsen. Sær við lið hevði Georg
bróður sín Trygva, sum var løg
frøðingur, valdur løgtingsmaður
fyri Suðurstreymoyar valdømi og
limur í týdningarmestu løgtings
nevndini: landsnevndini. Fjarritið
segði, at Andras var formaður í
einum higartil ókendum flokki,
sum æt “Samarbejdspartiet”, Sam
starvsflokkurin. Fyrstu boð, hann
hevði at geva føroyingum og øll
um øðrum henda sunnudagin eftir
fólkaatkvøðuna, var at stjórnar
uppskotið var fallið.
Ongin virðing fyri
føroyingum
So lítla virðing hevði danska stjórn
in fyri føroyingum, at hon ikki
hevði hildið tað verið neyðugt at
týða tilboð sítt til føroyskt. Tí mugu
vit framvegis taka uppaftur donsku
orðingarnar, tá vit skulu greiða frá
hvat tað var sum fall henda dag fyri
71 árum síðani.
Fyrsti setningur í stjórnar
uppskotinum ljóðaði soleiðis: “Fær
øerne udgør som hidtil en del af
Danmarks rige med samme stats
retlige stilling som før 1940.”
Men nú segði Andras, at stjórn
aruppskotið var fallið.
Hetta vil siga, at støðan nú var
tann, at “Færøerne udgør ikke som
hidtil en del af Danmarks rige med
samme statsretlige stilling som før
1940.”
Føroyingar høvdu havt høvi
til at gerast “en del af Danmarks
rige,” men høvdu rikið hetta tilboð
stjórnarinnar aftur, og tað viður
kendi Andras og tók avleiðingarnar
sum ein maður.
Men tá vit nú ikki tóku av at
fara upp í Danmarkar ríki og gera
donsku stjórnarskránna til okkara
stjórnarskrá, hvør var so okkara
veruliga støða?
Hon var sjálvsagt eins og framm
anundan.
Stjórnarskrá frá 1661
Sum
Sambandsflokkurin
visti,
so vóru vit í sambandi við Dan
mørk. Samband er millum tveir
partar, sum hvør í sínum lagi ráða
sær sjálvum. Okkara samband við
Danmørk var ásett í einum fólka
rættarligum
realuniónssáttmála,
sum var gjørdur millum Danmørk
og Noreg, sum vit vóru ein partur
av. Hesin sáttmáli ásetti, at hesi ríki
vóru javningar, og hvørt ríki stýrdi
sínum egnu viðurskiftum. Tí hevði
hvør av pørtunum eisini sína egnu
stjórnarskrá.
Noregs ríki fekk nýggja stjórn
arskrá 7. august 1661, um sama
mundið sum Danmørk eisini fekk
eina samsvarandi. Noregs ríki var
stórt, men 14. august 1662, árið eftir,
fingu forfedrar okkara høvi til at
taka støðu til, um teir vildu vera
við undir hesi stjórnarskrá saman
við hinum landsmonnum sínum,
og tað samtyktu teir við miklari
frøi á eykaløgtingi, har yvir 10% av
øllum landsmonnum vóru á fundi
í Tórshavn.
Alkunnugt er, at vit hava ta
sonevndu rættarligu raðfylgjuna.
Hægst eru stjórnarskráir. Við heim
ild í teimum verða vanligar lógir
gjørdar. Við heimild í lógum ber til
at gera kunngerðir. Ein kunngerð
kann ikki vera í stríð við lógina, og
er hon tað, so má kunngerðin dvína.
Somuleiðis kann ein lóg ikki vera í
andsøgn við stjórnarskránna, og
er hon tað, er tað stjórnarskráin
sum vinnur. Lógir verða gjørdar
av tí lóggevandi valdinum, meðan
hægsta vald ríkisins ger stjórnar
skránna.
Hægsti myndugleiki í ríki okk
ara gjørdi stjórnarskránna í 1661.
Skal hon broytast, má hesin hægsti
myndugleiki koma saman at taka
støðu til málið.
Í 1814 minkaði ríki okkara og
misti sítt navn. Teir samríkismenn
okkara,
sum
búðu
eystanfyri,
søgdu ríki sítt eita Noreg og kast
aðu saman við Svøríkis ríki. Vit
vóru við sama lag í ríkinum og
høvdu somu stjórnarskrá, og vóru
framvegis í javnbjóðis sambandi
við Danmarkar ríki.
Ongantíð samtykt
í Føroyum
Í 1849 gjørdu danir eina nýggja
stjórnarskrá. Um so var, at henda
stjórnarskrá skuldi gerast okkara,
skuldi hægsti myndugleiki í ríki
okkara fara til verka og samtykkja,
at henda danska stjórnarskrá eisini
var okkara.
Hetta er ikki hent.
Hinvegin hevur danska stjórnin
lýst donsku stjórnarskránna sum
vanliga lóg hjá okkum. Ein vanlig
lóg kann ikki troka burtur eina
stjórnarskrá.
Tað, sum stóð upp á spæl 14.
september 1946, var um vit vildu
avtaka okkara stjórnarskrá frá 7.
august 1661 við at leggja okkum
skerflatar og gerast ein partur av
Danmarkar ríki og harvið koma
undir donsku stjórnarskránna.
Tann sigur, vit tá vunnu, var
ovurhonds. Einki av tí, sum okkum
hevur verið fyri síðani, kann
skiljast uttan sum avleiðing av tí
avgerð, sum tey tóku, sum tá vóru
uppi á døgum.
Bert eitt dømi: Í hesum døg
um kunnu vit fegnast um, at ein
føroysk sendinevnd er bjóðað inn
á gólvið hjá japanska uttanríkis
ráðharranum. Eitt er vist, og tað er,
at hevði tann vanlagna verið okkum
fyri í 1946, at stjórnaruppskotið
hevði verið samtykt, so høvdu
okkara sendimenn sitið á ytstu brík
bæði í Japan og alla aðra staðni.
Tað, sum hendi á fólkaatkvøðuni,
var at vit varðveittu tann rætt,
sum vit høvdu fyri 14. september
1946. Forfedrar okkara stóðu sum
drangar í brimi og vunnu á allari
mótstøðu.
Men nú er ætlanin, at vit á
nýggjari fólkaatkvøðu skulu for
koma okkum tann rætt, sum
vit hava havt her síðan Grímur
Kamban setti fótin á land, og
sum vit ongantíð hava latið av
hondum. Vit skulu viðurkenna, at
danska stjórnarskráin er okkara
stjórnarskrá og at vit tí eru inn
limaði í Danmarkar ríki.
Um so verður, at hetta verð
ur gjørt, so sleppa vit frá at
halda 14. september næsta ár, og
eg sleppi frá at spyrja formann
Sambandsfloksins
nær
danska
stjórnarskráin gjørdist stjórnar
skrá okkara, tí tá vita øll, at hetta
hendi tann dag, nýggja fólkaat
kvøðan samtykti, at vit vóru undir
donsku stjórnarskránni og harvið
blivu innlimaði í Danmarkar ríki.
Tað sigst, at henda avreiðing er
dagsett til 25. apríl 2018.