týsdagur 12. september 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 13. september 2017 · Nr. 106
SAMRØÐA
slív og seksualitet
á Landssjúkrahúsinum, og
har hevur hon starvast í góð
11 ár.
– Tey sum eg arbeiði sam
an við eru simpulten so góð
við meg. Eg fái hjálp, tá eg
spyrji og tá eg mangli okk
urt. Eg dugi uppgávurnar
og veit mannagongdirnar og
reglunar á arbeiðsplássinum,
og onkuntíð taki eg mær
eisini av at læra næmingar,
sum eru í starvsvenjing, sig
ur hon.
Umráðandi at
verða hoyrd
Durita Strøm, sum eisini er
forkvinna í nevndini Spyr
Meg undir Javna, greiðir frá,
at tað er umráðandi, at fólk
við menningartarni eisini
verða hoyrd í samfelagnum,
og at atlit verður tikið til
tær avbjóðingarnar, sum tey
møta.
Fyrilestur hennara snúði
seg um kynslívið hjá fólki
við menningartarni, og hon
greiddi frá, at nógv ung ikki
skilja, hvat hendir við kropp
inum, tá tey verða kyns
búgvin. Trupult er eisini
at finna rætta kunning um
evnið, og ofta er mangul á
upplýsing, heldur hon.
Hon
minnist
aftur
á
sína egnu uppliving, og hon
greiðir frá, at hon bert minn
ist tann eina undirvísingar
tíman, ið viðgjørdi evnið.
– Tá man manglar upp
lýsing, so roynir man at
leita eftir svarum til spurn
ingarnar sjálvur, og tá alt er
ein loynidómur, so gera fók
sær egnar tankar og kunnu
enda í løgnum støðum av tí
sama, sigur hon.
– Nógv leita eftir kunning
á netinum, og tí enda tey á
pornosíðum ella líknandi
og halda síðani, at tað sum
tey finna har er natúrligt,
tí tey ikki hava fingið nóg
góða undirvísing í kynslívi
og seksualiteti. Onnur royna
seg fram, og ofta standast
misskiljingar av tí, leggur
hon afturat.
Hon greiðir frá, at ofta er
lættari at fara á netið enn at
spyrja onkran, tí ein kanska
ikki torur ella tí evnið er ov
flovisligt.
– Í míni verð er tað ikki
flovisligt, tí eg haldi, at tað
er týdningarmikið at tosa
um, so okkurt kann henda á
økinum, sigur hon.
Hon greiðir frá um tann
eina undirvísingartíman í
skúlanum, sum hon minnist
aftur á.
– Tað sum eg minnist var,
at lærarin tosaði um mann
fólka- og kvinnukroppin og
um hvat hendir, tá tey eru
kynsliga virkin. Eg minnist
gott, at tað vóru fleiri í flokk
inum, sum ikki ordiliga fingu
alt við, og sum høvdu fleiri
spurningar, tá undirvísingin
var av, sigur hon.
– Tað vóru fleiri ósvaraðir
spurningar og ivamál. Eg
haldi, at fleiri skiltu ikki,
hvussu ein verður við barn
ella, at ein kann verða smitt
aður við kynssjúkum, leggur
hon afturat.
– Tað er so nógv løg í hes
um evninum, at fleiri mangla
hjálp til at kunna sær vitan
um alt hetta. Øll eru ikki so
heppin at hava ein vaksnan
at tosa við, tá tey hava
spurningar um kynslív og
kropp, staðfestir hon.
– Eg hevði viljað, at menn
ingartarnaði
fingu
meir
upplýsing í skúlanum og
aðrastaðni, tá tey eru vaksin.
Hetta kundi veri á skeiðum
ella sum undirvísing í eitt
nú kvøldskúlanum. Kanska
á tann hátt, at næmingarnir
sjálvir settu spurningar, so
teir fingu svar uppá alt tað,
sum tey ivast í, sigur hon til
endans.
annika@sosialurin.fo
11. og 12. september var fultteknað Norður
lendsk ráðstevna í Norðurlandahúsinum undir
heitinum Bryt Tabút. Tað var Almannamálaráðið/
Sig frá, saman við Nordisk Velfærdscenter, sum
skipaði fyri norðurlendsku ráðstevnuni.
Evnið á ráðstevnuni var kynsligur ágangur og
seksualitetur hjá fólki, ið bera brek. Evndamálini
vóru tvinni, og í fyrsta lagi var tað at staðfesta,
at fólk, sum bera brek, eisini hava rætt til eitt
kynslív. Í øðrum lagi var tað at staðfesta, at fólk,
sum bera brek, kunnu vera í størri vanda fyri at
vera fyri kynsligum ágangi.
Almannamálaráðið vísur á, at gransking
aðrastaðni vísir, at fólk, sum bera brek, eru í størri
vanda fyri ágangi enn onnur fólk. Samstundis
fáa hesi eisini minni stuðul, tí vit hava lyndi til
at síggja skerda førleikan ella brekið heldur enn
sjálvan ágangin.
Framhaldandi boðar Almannaráðið frá, at tað
er trupult at tosa um kynsligan ágang og annan
harðskap. Uppaftur truplari vísir tað seg at vera,
tá viðkomandi, sum er fyri ágangi, ber eitt hvørt
brek.
Umleið 20 fólk úr øllum Norðurlondum hava
hesar dagarnar havt framløgur og fyrilestrar um
mong ymisk evni, eitt nú um kynslív og brek,
kynslív og persónligur stuðul, rættindi, skyldur
og fyribyrging. Á ráðstevnuni vórðu eisini nýggir
filmar og undirvísingartilfar lagt fram.
»Tað vóru fleiri
ósvaraðir spurningar
og ivamál. Eg haldi,
at fleiri skiltu ikki,
hvussu ein verður við
barn ella, at ein kann
verða smittaður við
kynssjúkum«
»Eg hevði
viljað, at
menningar
tarnað
fingu meir
upplýsing í
skúlanum og
aðrastaðni,
tá tey eru
vaksin.
Kanska á
tann hátt, at
næmingarnir
sjálvir settu
spurningar,
so teir fingu
svar uppá alt
tað, sum tey
ivast«
Fólk við menningartarni mangla upplýsing um kynslív og sekualitet, heldur Durita Strøm