Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. september 2017 · Nr. 106 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Annika Kunoy Im Durita Strøm er ein teirra, ið hevur hildið fyri­lest­ur á Norðurlendsku ráð­stevn­uni Bryt Tabút í Norður­landa­ húsinum týsdagin. Hon greiðir frá, at hon varð ómetaliga glað, tá hon varð biðin um at luttaka, tí hon heldur, at tað manglar undirvísing á hesum økin­ um, og hon vil vera við til at varpa ljós á evnið. – Nógv fólk við menning­ ar­tarni skilja ikki, hvat hendir við kroppi teirra og mangla kunning um kynslívið. Tað er ómetaliga gott, at fólk við menningartarni verða hoyrd og sleppa framat til eina slíka ráðstevnu, sigur hon. – Eisini eru fólk við menn­ ing­ar­tærni ofta løtt off­ur og verða lættari kyns­liga útnýttað enn onnur. Summi duga møgu­liga ikki at siga nei í slík­um støðum, og svarið verður tí tulkað sum eitt ja, sigur hon, og legg­ ur aftur­at, at hetta er ein trupul­leiki, sum vit kunnu gera nakað við, tá vit varpa ljós á evnið og raðfesta und­ ir­vís­ing á økinum. Góðtekur brekið Durita hevur Sotos Syndrom, og greiðir frá, at tað elvdi til, at hon vaks ógvuliga skótt fyrstu liviárini. Eisini var hon órólig og hevði trupuleikar við taluevnunum. – Tá eg var lítil, hildu fleiri, at eg hevði damp og skiltu ikki, hví eg gjørdi so illa fortreð. Eg fekk síðani stuðul, tá eg var fimm ára gomul, og tá fekk eg hjálp við talibrekinum. Tað byrjaði síðani at batna og spakuliga varð úttalan betri. Hóast eg enn havi trupult við at benda av og á, so gongur tað nógv betri nú, sigur Durita Strøm. Hon greiðir frá, at hon veit, at hon berur brek, og hon veit eisini, at brekið á summ­um økjum avmarkar hana. – Onkur spurdi meg, hvussu tað er at hava menn­ ingar­tarn, og eg haldi, at tað er ein góður spurn­ing­ur. Eg má siga, at eg hugsi ikki so nógv um tað í ger­andis­ deg­num, sjálvt um tað eru ymisk ting, sum eg hevði hugs­að mær at gjørt so sum, at lisið medisin. Tað veit eg, at eg ikki kann, og tað er í lagi, tí man kann ikki fáa alt, sigur hon, og leggur afturat, at hon síðani hon var á leið 17 ára gomul hevur góðtikið brekið og góðtikið seg sjálva. Sama starv í 11 ár Durita arbeiðir á vaskarínum SAMRØÐA – Nógv fólk við menningartarni skilja ikki, hvat hendir við kroppi teirra og mangla kunning um kynslívið. Tað er ómetaliga gott, at fólk við menningartarni verða hoyrd og sleppa framat til eina slíka ráðstevnu, sigur Durita Strøm, sum helt framløgu á Norðurlendsku ráðsetevnuni Bryt Tabút í Norðurlandahúsinum týsdagin Mugu tosa um kyn Durita hevur starvast á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum í 11 ár »Tá man manglar upplýsing, so roynir man at leita eftir svarum til spurning­ arnar sjálvur, og tá alt er ein loyni­ dómur, so gera fók sær egnar tankar og kunnu enda í løgnum støðum av tí sama«