Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 201 - 21. oktober 2004 Nr. 201 - 21. oktober 2004 15 – Japan er sera heft at innflutningi av olju úr Miðeystri. Vit fylgja tí væl við leiting eftir olju aðrastaðni í heiminum, eitt nú við Føroyar. Verður nógv olja funnin her og framleiðsla fer í gongd, er ikki óhugs- andi, at eisini japanskar fyritøkur vilja gera íløgur í Føroyum sigur japanski sendiharrin í Danmark, sum júst hevur vitjað. Hann sær eisini fyri sær nógvar aðrar samstarvs- møguleikar SENDIHARRAVITJAN Jan Müller – Føroyingar eru vælkom- nir til Japan at finna nýggj- ar marknaðir fyri vørum sínum. Løgmaður skal eis- ini vera vælkomin, um hann heldur slíka vitjan kunna gagna samvinnuni millum bæði londini. Hetta sigur Gotaro Ogawa, japanski sendiharrin í Dan- mark, sum nú um dagarnar vitjaði í Føroyum. Undir vitjanini nýtti sendiharrin høvi til at hitta Jóannes Eidesgaard, løgmann, Bjarna Djurholm og Bjørn Kalsø landsstýrismenn um- framt umboð fyri vinnulív- ið og mentanarstovnar. Ferðamál Hetta er fyrsta vitjan hans- ara her á landi og helst tann seinasta eisini, tá hugsað verður um, at hann skjótt vegna aldur skal gevast í hesi tænastu. Ogawa hevur áður verið sendiharri í Kambodia og aðalkonsul í Hawai. Hann sær nógvar møguleikar fyri víðakaðum samstarvi við Føroyar, eitt nú heldur hann, at Føroyar kunnu gerast eitt framtíðar ferðamál hjá japonskum ferðafólki. Heimafturkom- in fer hann at gera nógv burtur úr vitjanini í Før- oyum á heimasíðuni hjá sendistovuni á internetin- um. Tað skuldi so aftur kunnað kveikt áhugan hjá mongum japanarum fyri at leita sær henda vegin. – Føroyar eru ikki so kendar í Japan, so tit eiga eisini at gera nakað fyri at kunna um tykkara land, og eg skal so eisini gera mítt heima- arbeiði á heimasíðuni fyri at kunna um hetta vakra landið og tað fryntliga fólk- ið er býr. Men tað er ikki minst samstarv á fiskivinnuøki- num hann hugsar um. Sum er selja føroyingar nógvar fiskavørur til Japans og Ogawa heldur, at vilja føroyingar menna hetta samstarv, so eigur tað eisini at vera møguligt. – Um tit leggja tykkum eftir ná- greiniliga at kanna fjøl- broytta og hungrandi japanska marknaðin, so ivist eg ikki í, at tað ber til at finna nýggjar røkur fyri nýggjum fiskasløgum og – vørum. Fylgja oljutilgongd í Føroyum Ein framtíðar samvinna snýr seg tó ikki bara um ferðavinnu og fisk. Tað kann einsvæl koma at snúgva seg um íløgur í eina føroyska oljuvinnu. Herfyri var umboðsmaður fyri japonsku oljufyritøkuna Idemitsu á oljuráðstevnu í Føroyum. Tá segði hann, at fyritøkan longu var partur av einum framleiðandi oljufelti, Snorre, í norska partinum av Norðsjónum og hevði skrivstovu í Noregi. Orsøkin til at hann var komin á oljuráðstevnu í Føroyum var tann, at japan- ar meta møguleikarnar fyri at gera oljufund við Føroy- ar vera stórar, eitt nú tí at jarðfrøðiligu viðurskiftini eru til steðar fyri, at olja kann liggja í undirgrundini. Sendiharrin er vorðin kunnaður um oljutilgongd- ina og eina komandi út- bjóðing. Japanski sendiharrin sig- ur við Sosialin, at land hansara er sera bundið av oljuni í Miðeystri, og tí leita teir eisini eftir øðrum oljulondum at keypa olju frá. Í hesum sambandi er landið og tess fyritøkur eis- ini sinnað til at gera íløgur í oljuframleiðslu í øðrum londum og heldur sendi- harrin tað ikki vera óhugs- andi, at japanskar fyritøkur ein dag í framtíðini, tá og um olja verður funnin við Føroyar, fara at gera íløgur í framleiðslu her. Ungir føroyingar vælkomnir til Japan Undir vitjanini eydnaðist tað eisini sendiharranum at hitta ein føroying, sum nú leggur sær leiðina til Japan at lesa. – Eg vóni, at tað eru fleiri ung í Føroyum, sum vilja fara henda vegin. Japanska stjórnin hevur eisini møguleiki fyri at lata ungum føroyingum stuðul og pláss til víðari lesnað. Undir vitjanini varð sjálvandi eisini tosað um hvalamálið, har føroyingar og japanar í mongum eru í sama báti. Høvi varð so eisini hjá sendiharranum at eta grind og spik. – Hetta hevur verið ein sera upplýsandi túrur. Eg helt, at Føroyar lógu alt ov langt burturi, tá hugsað verður um at fáa samstarv í lag. Men nú skilji eg, at hetta er ikki nakar trupul- leiki. Japanski sendiharrin var annars sera hugtikin av tí stóra áhuganum, sum løgmaður vísti einum víðk- aðum samstarvi við Japan. Sendiharrin hitti so eisini føroysk umboð fyri japanskar vørur, t.d. heil- sølur, ið hava beinleiðis umboð úr Japan. Eitt nú støkk hann inn á gólvið hjá ADC-heilsøluni í Havn, sum nú í fleiri ár hevur selt japanskar handskar á før- oyska marknaðinum. Sein- asta steðgurin undir vitjan- ini var í Norðurlanda- húsinum, har sendiharrin hittu Helgu Hjørvar, stjóra. Hóast Japan er fjarskotið land, so varð eisini høvi hjá føroyingum, ið hittu sendi- harran, at hoyra um støð- una Japan er í í dag. Her ikki minst tí hættisligu støðu, sum hevur tikið seg upp í grannalagnum, har Norðurkorea gerst ein støðugt størri hóttan móti ikki bert Suðurkorea og USA, men serstakliga móti Japan. Við í ferðalagnum var eisini 1. skrivarin á ja- ponsku sendistovuni í Keypmannahavn,Hajime Matsumura. Sjálvur ferðað- ist hann saman við familj- uni í Føroyum í fjør. Hann kom við nýggju Norrønu og vitjaði so ymsa staðni í landinum. Japanar fylgja væl við oljutilgongdini í Føroyum Japanski sendiharrin og 1. Skrivarin her saman við góðum fólkum á Merlot í Havn Mynd Jan Müller Sendiharrin hitti eisini umboð fyri SNG, sum í fleiri ár hevur útflutt fiskavørur til Japans Mynd Jan Müller Steðgað varð eisini í Norðurlandahúsinum, har ein blíð og fryntlig Helga Hjørvar tók ímóti. Mynd Jan Müller Steðgað varð eisini hjá ADC-heilsøluni í Havn, sum er umboð fyri japanskar handskar í Føroyum. Her hitti sendiharrin tey bæði føroysku umboðini Mynd Jan Müller NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Bjarni Åkesson Filholm í Hjørring skrivar í løtuni eina bók um gomlu ferðamannaskipini hjá DFDS, M/S Kronprins Frederik og M/S Kronprinsesse Ingrid. Hálvføroyski rithøvundurin hevur áður skrivað bøkur um t.d. Tjaldur og Smiril Nú er aftur ein bók á veg frá Bjarna Åkesson Fil- holm, sum fyrr hevur givið fleiri bøkur út um føroysk ferðamannaskip. Hesaferð er talan um tvey ferðamannaskip hjá DFDS, Kronprins Frederik, og Kronprinsesse Ingrid. Bæði skipini sigldu mest millum Esbjerg og Harwich í Onglandi, men Kronprins Frederik sigldi í nøkur ár - frá miðskeiðis í 60-unum til miðskeiðis í 70-unum – millum Danmark og Føroyar í summarhálvuni. Handritið til bókina er so gott sum liðugt, og bókin kemur í bókasølurnar síðst í hesum árinum ella fyrst í komandi ári. Tað er Forlaget Nautilus sum gevur bókina út. 80 ár Í dag, 21. oktober verður Ellindur Olsen Skálavík, búsitandi á Áargarði á Sandi, 80 ár. 95 ár Í dag, hósdagin 21. oktober verður Martha Matras í Havn 95 ár. Dagurin verður hildin á Hotel Hafnia saman við familjuni. Starvsdagur Tann 18. august 2004 hevði Jonhild V. Eysturberg starvast sum heimahjálpari í 30 ár. Í gjár, mikudagin 20. okto- ber, fylti Leivur Kjærbo, fyrrverandi handilsmaður í Sumba, 80 ár. Leivur er sumbingur, sonur Tummas Jákup Kjærbo, sum var ættaður úr Sumba, og Kristionnu, fødd Jacobsen og ættað av Glyvrum. Kristianna var systir kenda skiparan Glyvra-Pola. Leivur er yngstur av sjey systkjum. Elst var Maria, fødd í 1913. Hon giftist við Reynold Sílá av Tvøroyri. Maria doyði í 1983. Næst var Jacob, føddur í 1914. Hann sigldi við amerik- anskum fraktskipi í Kyrra- havinum undir seinna heimsbardaga og búsettist eftir kríggið í San Franscisco, har hann giftist við Sachiko. Jacob doyði í 1993. Thomasina (Masa) varð fødd í 1916. Hon flutti sum ung til Danmarkar, og giftist við Mogens Andrea- sen. Masa doyði í 1997. Fjórður var Arne, føddur í 1918. Arne býr í Havn, og er giftur við Sofíu. Fimtur var Viggo, føddur í 1920. Viggo búði í Sumba, og giftist við Valgerð; hann doyði fyrr í ár. Sættur var Osvald, sum er føddur í 1923. Hann býr í Havnini, og er giftur við Judith. Leivur lærdi til skrædd- ara, og fór sum ungur niður til Danmarkar at arbeiða í skræddarayrkinum. Hann arbeiddi í nógv ár sum deildarleiðari á klædna- verksmiðju í Keypmanna- havn. Í 1970 flutti Leivur heim aftur til Føroyar, og búsett- ist í barnaheiminum, har hann helt fram við handlin- um hjá pápanum, inntil hann gavst fyri nøkrum fáum árum síðani. Eitt av lyndiseyðkennun- um hjá Leivi hevur verið og er hansara hjálpsemi og umsorgan fyri sínum med- menniskjum. Mong eru tey, sum Leivur hevur hjálpt millum ár og dag. Tað hev- ur givið at bíta, at Leivur hevur verið mest sum ov hjálpsamur, tá ið sølumenn hjá heilsølum í Havn eru komnir til Sumbiar at selja sínar vørur. Ein kendur heilsølumaður í Havnini tók soleiðis til, at hann fór ikki suður til Leiv, tí hann tók so synd í Leivi, tí at Leivur tók so synd í hon- um, tá ið hann kom suður! Sálmaskaldið Asaf syng- ur í Sálmi 73, at Gud er góður við tey, ið hava reint hjarta. Tí má Gud vera góð- ur við Leiv. Leivur hevur eitt stórt hjarta fyri Orði Guds, og hann savnast regluliga í brøðrasamkom- uni í Lopra og Sumba. Gud havi tøkk fyri menn- iskju sum Leivur Kjærbo, sum við sínum lívsjáttandi sinni og áhuga fyri tí sum fyriferst uttan um hann er eitt prógv um, at lívið fram- vegis kennist viðkomandi og meiningsfult, tá ið tú ert áttati. Vinur Jarðarferð Jarðarferðin hjá Torbein Dam, Tórshavn verður úr Vesturkirkjuni hósdagin 21. oktober kl. 15.00. Leivur Kjærbo 80 ár Bjarni Åkesson Filholm: Bók um DFDS ferðamannaskip á veg Dagurin 22. oktober. Cordula. Hon var ein av teimum 11.000 moyggjunum, sum sagt var frá tann 21. oktober. M/S Kronprins Frederik sigldi í nøkur ár, frá miðskeiðis í 60-unum til miðskeiðis í 70-unum, millum Danmark og Føroyar Bjarni Åkesson Filholm C M Y K 15 14