Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. oktober 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 201 - 21. oktober 2004 Nr. 201 - 21. oktober 2004 17 – Vit hoyrdu neyðar- kallið hjá Emily, og eg má siga, at tað var ein ógvuliga róligur mað- ur, sum rópti "may- day" og uppgav eina serstakliga neyva positión. Sum um- støðurnar vóru inni í briminum í myrkrin- um hetta kvøldið, høvdu menninir ikki verið bjargaðir, um teir ikki vóru í yvir- livilsisdrakt, sigur skiparin á Brimli, Jákup Müller SKIPSBROT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta sunnukvøld var um reppið, at brøðurnir, Eirikur og Halgir Poulsen úr Porkeri, lótu lív undir Múlatanga eystantil á Suðuroynni. Teir vóru á veg úr Porkeri og norður til Hvalbiar, tá teir í myrkr- inum hetta kvøldið fingu trupulleikar við brenniolju- filtrinum og endaðu inni í briminum. – Tað breyt meira uttan fyri enn innanfyri, báturin fyltist við sjógvi og legði seg eini 90 stig, segði Eirikur, sum eigur bátin, við Sosialin morgunin eftir hendingina. Eftir at Eirikur og Halgir sóu, hvussu vorðið var, vóru teir skjótir í yvir- livilsisdraktina. Stundum vóru teir í søkkandi bátin- um, og stundum flutu teir á sjónum við bátinum sigl- andi í klingur rundan um seg. Uppi í bátinum hekk gummibáturin, og vandi var fyri, at teir fingu bátin á seg – ella línuna, sum var ímill- um bátin og gummibátin. Ljós vóru á yvirlivil- sisdraktini, og tí sóu teir at kalla alla tíðina hvønn ann- an, meðan teir flutu í brim- inum. Tá ið motorurin á bátin- um umsíðir steðgaði, svumu teir báðir aftur til bátin og sluppu uppí hann. Ein annar útróðrarbátur, Petur M, kom teimum tá til hjálpar. Seinni komu eisini Jónrit og Brimil. Eirikur og Halgir vóru tó verandi umborð á Emily, til reyvin á bátinum fór undir. Tá lupu teir aftur í havið. Petur M tók Eirik upp, og gummibáturin hjá Brimli tók Halgir upp. Hoyrdu neyðarkallið Skiparin á Brimli, Jákup Müller, sigur, at teir hoyrdu neyðarkallið, sum neyð- støddu menninir sendu. – Eg má siga, at tað var ein ógvuliga róligur maður, sum rópti "may-day" og uppgav eina serstakliga neyva positión. Hann upp- gav longd og breidd uppá "komma", sum Jákup tekur til. Skiparin á Brimli sigur seg hava skilt, at høvdu Eirikur og Halgir ikki yvirlivilsis- draktir í bátinum, hevði neyvan nøkur vón verið fyri bjarging, soleiðis sum um- støðurnar lagaðu seg inni í briminum og myrkrinum hetta kvøldið. Eirikur hevur nevniliga greitt frá, at Halgir, sum var fyrstur í gummibátin, fekk ikki kubba línuna, og tískil varð gummibáturin hang- andi uppi í Emily, sum lá við skrúvu. At enda hálaði Emily gummibátin undir, og tá endaði Halgir aftur á sjónum. – Tá ið eg hvørki sá ella hoyrdi nakað til beiggja mín, leyp eg eisini í havið fyri at finna hann, segði Eirikur mánamorgunin. Tá ið so motorurin á Emily umsíðir steðgaði, svumu teir báðir aftur til søkkandi bátin og sluppu sær uppí hann aftur. Og tá var tað, at bjarg- ingin kom… Torført at sleipa Jákup Müller sigur, at tá ið Eirikur og Halgir vóru tikn- ir upp av sjónum, fóru teir undir at sleipa Emily, men tað var lættari sagt enn gjørt, tí báturin fleyt bert á luftini í bakkanum. – Vit tordu í fyrstu syftu ikki at seta á pullartin á bát- inum, tí vit hava ringar royndir av hesum. Ofta skrædnar úr, luftin fer und- an bakkanum, og báturin fer til botns. Vit royndu tí at fáa stroppar um alt húsið og hiva bátin uppat síðuni á Brimli. Men okkurt hvast stál hevur verið um húsið, tí stropparnir vórðu skornir av. Vit royndu tí aftur við breiðari og sterkari stropp- um. Tað eydnaðist enn einaferð at fáa fast um bátin, men eisini hesaferð vórðu stropparnir skornir tvørtur av. Hann sigur, at tað vísti seg, at stál sum er um línu- spælið og mastrarnar skar stropparnar tvørtur av. – Vit hildu tí, at vit kortini skuldu royna at festa í pullartin, og tað vísti seg, at pullarturin helt. Brimil sleipaði Emily á Tvøroyri, har báturin sakk og hekk á línuni, sum fest var um stevnið. At enda hivaðu teir bátin uppundir hekkuna á Brimli, har hann var hangandi til morgunin eftir. – Tað tók langa tíð at sleipa, tí ferðin var bert 1,8 sjómíl um tíman, sigur Jákup Müller, skipari. Jákup Müller, skipari á Brimli: Uttan yvirlivilsisdrakt – eingin bjarging Gekk væl at flota bátin Løgreglan á Tvør- oyri sigur, at sjó- frágreiðing verður í málinum, men enn er ikki vist, nær hetta verður og heldur ikki, um hetta verður á Tvøroyri ella í Havn EMILY Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað gekk væl at flota útróðrarbátin, Emily, aftur. Jákup Muller, skip- ari á Brimli, sigur, at kavarar fóru niður við stroppum um 9-tíðina mánamorgunin og settu fast í bátin. – Klokkan 9.54 var báturin í vatnskorpuni, og ein lítlan tíma seinni fleyt hann aftur. Skiparin sigur, at so hvørt, sum báturin kom undan vatnskorp- uni, pumpaði mann- ingin á Brimli sjógvin upp úr honum. – Vit byrjaðu at pumpa í maskinrúmin- um og síðan í lasta- rúminum. Síðan skiftu vit pumpurnar ímill- um, til allur sjógvurin var komin upp úr bátinum Jákup sigur, at tveir lastbilar við krana vóru við í arbeiðinum, soleiðis at til bar alla tíðina at halda bátin á rættkjøl. – Tað vísti seg ikki, at meira sjógvur kom í bátin eftir, at hann var pumpaður tómur. Jákup Müller sigur, at einki hol var á skrokkinum, men bát- urin hevði mist róðrið. Sjófrágreiðing Løgreglan á Tvøroyri sigur, at sjófrágreiðing verður í málinum, men enn er ikki vist, nær hetta verður og heldur ikki, um hetta verður á Tvøroyri ella í Havn. – Vit staðfestu, at menninir, sum komu illa fyri hetta sunnu- kvøldið undir Suður- oynni, ikki vóru sjón- liga ávirkaðir av rús- drekka, og tí er okkara partur í málinum lið- ugur. Vit tosaðu við báðar menninar og staðfestu, at har var einki at seta fingurin á, sigur løgreglan á Tvør- oyri. Tað tók langa tíð hjá Brimli at sleipa Emily til lands, tí báturin fleyt bara á luftini undir bakkanum. – Vit tordu illa at festa í pullartin, tí vit hava ringar royndir av hesum, men at enda høvdu vit einki annað val – og tað eydnaðist at fáa bátin til lands, tí pullarturin helt, sigur Jákup Müller, skipari á Brimli Mynd: Leivur Nygaard C M Y K 17 16