hósdagur 21. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Serfr
øðingar
frá CRECEA (fyrrv. BST) vóru í Føroyum í juni og
hildu sem inar
innan
fleiri
av hesum skeiðum , ið vit fara
at bjóða nú
í novem bur. Nógv fólk nýttu høvið at hoyra teir, og
eftirm etingarnar
vóru ógvuliga góðar.
Psykiskt
arbeiðsumhv ørvi og
organisatiónsme nning
Endam ál:
At luttakarin
ognar sæ r vitan um sam anhangin
m illum organisatión,
strategi og psykiska arbeiðsum hvørvið í fyritøkuni.
Luttakarin f
æ r:
Kunnskap um organisatorisku viðurskiftini
og psykiska
arbeiðsum hvørvið
Vitan um sam anhang m illum organisering
av arbeiði, trivnaði og
produktiviteti
Royndir
við “caseforløbum ”, har kjakast verður um organisatión og
trupulleikar viðv psykiska arbeiðsum hvørvinum , og m øguleikar verða
royndir
Hjálp til design av m .a. sam skifti, leiðaraleikluti, m annagongdum ,
leiðaram ennan, team -m ennan og psykiska arbeiðsum hvørvinum í
fyritøkuni
M álbólkur:
Skeiðið vendir
sæ r til leiðarar
og m illum leiðarar.
Innihald:
Á hesum skeiðnum fæ r luttakarin
hjálp til at skapa klárari
ramm ur og m ál
fyri
teim psykologisku m annagongdunum , ið eru bundnar at m enningini
av um sitingini
. Luttakarin
fæ r harafturat m øguleika fyri
at fáa egnu virðir
innan
strategi, um siting, leiðslu og psykiska arbeiðsum hvørvið at
sam svara.
Undirvísingin
skiftir
ím illum fyrilestur, bólkavenjingar
og royndir a
v teori
í
sokallaðum “case-forløbum ”.
Dagar: 10. og 11. nov, kl. 09:00 - 16:00
O nnur skeið innan trivna og arbeiðsumhv ørvi:
Sjúkrafrávera - spill av góðum kreftum
8. og 9. nov, kl. 09:00 - 16:00
At ski
lja og loysa konflikti
r
9. nov, kl. 09:00 - 16:00
Tema dagur: Heilsubetran á arbeiðsplássinum
10. nov, kl. 09:00 - 16:00
Ergonom iskt
og psykiskt
arbeiðsumhv ørvi
11. og 12. nov, kl. 09:00 - 16:00
Skeiðlýsingar fyri hesi skeið eru at finna
á heim asíðu okkara á
www .kvasir.fo.
Vit veita eisini
serlig tilboð til stovnar og fyritøkur. Tit eru væ lkom in at
seta tykkum í sam band við okkum um hetta. Vit bjóða okkum eisini
til
at kom a út til tykkara at grei
ða m eira fr
á hesum skeiðum .
Tel 320 204 - www .kvasir.fo - kvasir@ farodane.fo
Skeið innan trivna og umhv ørvi á arbeiðsplássinum
18
Nr. 201 - 21. oktober 2004
Nr. 201 - 21. oktober 2004
19
Ingun Simonsen úr Havn:
Fekk prís í altjóða fotokapping
Tá Ingun Simonsen úr
Havn fór eftir postin-
um mánamorgunin,
fekk hon eitt stórt yv-
irraskilsi.Við í postin-
um var nevniliga eitt
steyp og ein medalja,
sum hon hevði vunnið
sær í eini fotokapping
á internetinum. – Eg
ivaðist ikki í, at kapp-
ingin var tað reina
fupp, so hetta var
veruliga eitt yvirrask-
ilsi, sigur hon
FOTOKAPPING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Tað var ein altjóða kapp-
ing, sum eg av tilvild sá á
netinum. Eg prøvaði bara at
senda eina mynd, mest til
stuttleika, og eg fekk bein-
anvegin svar, at tey høvdu
móttikið mína mynd, greið-
ir Ingun Simonsen frá.
Kappingin var býtt upp í
ymiskar bólkar, og myndin,
sum Ingun sendi, skuldi
luttaka í kappingini um
bestu náttúrumynd.
Hetta var í apríl mánaða,
men sum tíðin gekk, bleiv
Ingun meiri og meiri sann-
førd um, at kappingin ikki
var ein verulig kapping.
– Satt at siga, so helt eg,
at tað var tað reina fupp.
Hóast eg allatíðina hoyrdi
frá teimum um t-postin, so
trúði eg ikki rættiliga uppá
tað, greiðir Ingun frá.
Finalistur
Ingun sigur, at tá ein tíð var
farin, fekk hon ein mail,
sum lat hana vita, at henn-
ara mynd var vald út til
finaluna. Men skuldi hon
hava nakran møguleika at
vinna, mátti hon koma yvir
til Washington. Bert tey, ið
frammanundan boðaðu frá,
at tey komu við til avdúk-
ingina av vinnaranum í
Washington, høvdu ein
møguleika at vinna kapp-
ingina.
– Tey bjóðaðu mær yvir
til Washington at vera við,
tá ið vinnarin varð avdúk-
aður. Eg haldi, at tað skuldi
vera eitt stórt show, sum
skuldi vara í tríggjar dagar.
Millum
annað
skuldu
myndirnar vísast fyri pro-
fessionellum fotografum,
fortelur Ingun.
Tey gjørdu henni greitt, at
um hon ikki kom til Wash-
ington, so var myndin tikin
burturúr, og so hevði hon
ongan møguleika at vinna.
– Eg skuldi sjálv gjalda
ferðina, og tey skuldu so
gjalda fyri uppihaldið í
Washington, sigur Ingun.
– Tað var ein sera stór al-
tjóða kapping, við nógvum
luttakarum úr øllum heim-
inum.
Finalistar
vórðu
funnir í øllum hesum ym-
isku myndabólkunum, og
ein vinnari skuldi so finnast
eisini. Tað hevði verið
spennandi at verið har, men
eg tók ikki av, tí eg var
sannførd um, at tað var
fupp, tað heila, greiðir Ing-
un frá, og viðgongur, at hon
í dag iðrar seg um, at hon
ikki tók av tilboðnum um at
fara til Washington.
Tað kundi jú verið stutt-
ligt at vita, hvussu langt
myndin kundi komið. Men
tað gerst so ikki við nú.
Altíð tikið myndir
Ingun sigur, at henni altíð
hevur dámt ótrúliga væl at
taka myndir.
– Eg havi altíð tikið
nógvar myndir, og tann, eg
sendi inn, var ein sera flott
mynd, haldi eg sjálv. Hon er
tikin vesturi í Vágunum, og
er av einum sólsetri. Tað er
so sjáldan, at tað ber til at
fáa avmyndað himmalin
soleiðis, sum hann sær út í
veruleikanum, men tað
eydnaðist á hesin myndini,
greiðir Ingun frá.
Hon sigur, at tað var so
óalmindiliga vakurt hetta
kvøldið. Sólsetur og bláur
himmal, og hon tók nógvar
myndir av flottu náttúruni.
À teimum flestu gjørdust
himmalin
appelsingulur,
men á hesu einu myndini
eydnaðist tað at fáa himm-
alin soleiðis, sum hann
veruliga sá út, sigur Ingun.
Hon sigur víðari, at hóast
hon altíð hevur havt stóran
áhuga fyri myndatøku, so
hevur hon ikki verið við í
nógvum myndakappingum.
– Eg sendi inn til SMS-
kappingina, men har vóru so
nógvar flottar myndir, at har
hevði eg ongan møguleika
at vinna, staðfestir hon.
Hon var tí ógvuliga yvir-
raskað, tá hon nú brádliga
fekk steyp og medalju
sendandi við postinum.
– Sum sagt, so hevði eg
langt síðani avskrivað hesa
kappingina, og tí eri eg enn
fullkomiliga yvirraskað, tá
tað nú vísti seg at passa, hó-
ast alt, sigur Ingun at enda.
Myndin hjá Ingun Sim-
onsen kemur í eina bók, har
allar hinar finalistmyndirnar
í kappingini eisini vera við.
Ingun Simonsen sæst her við avbera flottu myndini, ið tryggjaði henni bæði steyp og medalju í eini altjóða fotokapping á netinum. – Eg var ótrúliga yvirraskað, tá hetta kom sendandi við
postinum, tí eg var farin at halda, at kappingin bert var tað reina fupp, sigur hon
Mynd Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
19
18