Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. september 2017 · Nr. 106 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ársaðalfundur Ársaðalfundurin hjá Camping.fo verður leygardagin tann 23/09-2017 kl.14.30. í hølum hjá Vestmanna Camping, í Vestmanna. Møti fjølment. Ársaðalfundurin verður at fara fram soleiðis: 1. Val av fundarstjóra og skrivara, 2. Formaðurin greiður frá árinum, 3. Ársroknskapur til góðkenningar, 4. Val av nevndarlimum, grannskoðara og einum tiltakslimi, 5. Ásetan av limagjaldi 6. Lógarmál, 7. Ymiskt. Uppskot, sum ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan ársaðalfundinum. vinarliga Camping.fo Ivan Skorheim, formaður Hósdag 14. september: Kókað neytakjøt · Royktur medistari · Knettir Fríggjadag 15. september: Nakkakotelettir · Stoktar pylsur · Lasanja Leygardag 16. september: Kulottusteik Mánadag 18. september: Fiskafrikadellur · Hamburgarryggur Týsdag 19. september: Gullash · Stoktur medistari Mikudag 20. september: Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur MATSKRÁIN HESA VIKUNA Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00 Kunngerð um kirkjuráðsval 2017 Hervið verður kunngjørt, at kirkjuráðsval verður í Glyvra kirkjusókn týsdagin 7. november 2017 Valevnislistarnir skulu vera formanninum fyri valstýrinum, Eyðolvi Knudsen, í hendi í seinasta lagi Kl. 22:00 mánadagin 25. september 2017 Valstýrið verður at hitta í Glyvra kirkju millum kl. 21:00 og 22:00 tann 25. september 2017. Annars á telefon 44 77 52 ella 22 33 76 Valstýrið fyri Glyvra kirkjusókn Eyðolvur Knudsen, formaður 1939 Skrivstovufólk 1/2 tíð Ítróttasamband Føroya søkir eftir hálvtíðar skrivstovufólki at byrja skjótast møguligt Okkum tørvar eitt skrivstovufólk, sum megnar at loysa okkara dagligu skrivstovu uppgávur, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur. Umsøkjarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt, hava góðar førleikar at samskifta og samstarva við ymiskar áhugapartar, so sum sersambond, almennar myndugleikar, feløg, íðkarar og onnnur. Vit leggja dent á at umsøkjarin hevur góðar mál- og telduførleikar, hetta í mun til samskifti í síni heild, men eisini í mun til heimasíðu og sosialar miðlar. Talan er um eitt fast hálvtíðarstarv, har arbeiðið fer fram í vanligari arbeiðstíð. Tó skal viðkomandi sum verður settur tola, at partur av arbeiðinum fer fram um kvøldið og í vikuskiftinum, eins og arbeiðsbyrðan kann verða skiftandi gjøgnum árið. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K ella sambært nærri avtalu. Umsókn Umsóknir skulu sendast til petur@isf.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. september 2017 kl. 12.00. Viðmerk “Umsókn um starv” í yvirskriftini á teldupostinum. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petur Mittún, aðalskrivara, fartlf. 218284 ella petur@isf.fo. Ítróttasamband Føroya AÐALFUNDUR HJÁ TÓRSHAVNAR FROSKMANNAFELAG Aðalfundur felagsins verður á Sjósavninum, 26. septembur kl. 19:00 Mál, í skulu takast upp, skulu vera nevndini í hendi seinast 7 dagar áðrenn aðalfundin Ársaðalfundur verður hildin við hesi dagsskrá: 1. Val av orðstýrara og fundarskrivara. 2. Ársfrágreiðing formansins. 3. Framløga av granskoðaðum roknskapi til góðkenningar. 4. Val av nevndarlimum og tveimum grannskoðarum. 5. Ásetan av limagjaldi. 6. Innkomin mál. Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara góði maður, pápi, verpápi og abbi, andaðist og varð jarðaður. Jan Ellebye Andersen f. 16/11-1950 – d. 15/6-2017 Takk til starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri alla røkt og umsorgan. Takk til prestarnar, Marjun og Hanus. Takk til kirkjutænarar, gravarar, berarar og forsangarar. Takk til allar skótarnar, sum á ein serligan hátt gjørdu jarðarferðina vakra. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu Jan til gravar. Takk fyri tit øll, sum hava verið um okkum, sent okkum heilsanir og blómur, og fyri alt, sum er borið inn til okkara. Takk til Tekniska skúla og øll tykkum, sum hjálptu til ervið. Takk fyri minnisgávu, sum verður latin Skúvadalshúsinum og Leguhúsinum í Nesvík. Hjartans takk øll somul. Signbrún, Agnar, Ann Mari og Alvin við familjum Ell b A d Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, ið mintust meg á 100 ára føðingardegi mínum. Takk fyri vitjanir, gávur, heilsanir og fyri alla hjálp í samband við dagin. Eisini ein serlig tøkk til Hovs Kommunu. Vinarliga Jensina Jespersen Hov