Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 13. september 2017 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Óla Jákup Mikkelsen f. 19.07.1942 d. 18.03.2017 andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum á LS fyri tíðina, hann var hjá tykkum. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Hjartafelagið. Tøkk til Ova Brim og Joen Magnus Rasmussen fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Takk øll tit, sum á annan hátt hjálptu okkum við jarðarferðini og ervinum, og tøkk til øll tykkum mongu, sum vóru við til jarðarferðina. Guð signi tykkum øll. Familjunnar vegna Hilma Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá góði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Niels Pauli Olsen f. 21/10/35 d. 9/7/17 andaðist og var jarðaður. Takk til øll á Suðuroyar Sjúkrahúsi. sum vóru um hann ta tíð hann var har. Takk til Ólavur Rasmussen prest fyri ta sera góðu talu í kirkjuni. Takk til organist, klokkara og sangarar. Takk til Bergfríð, sum kom í kapellið og segði nøkur góð orð. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir. Takk til tykkum sum hjálptu til við ervinum og bakaðu køkur. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu Niels Paula til hansara seinasta hvíldarstað á fold. Famjunnar vegna Astrid, Danjal og Malan Tøkk Hjartans takk til tykkum sum vístu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Anthonius á Fløtti Olsen f. 04.07.1935 – d. 31.05.2017 andaðist eftir stutta sjúkralegu. Vit ynskja at takka tykkum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, fyri at tit øll tóku tykkum so væl av okkum, ta stuttu tíð Anthonius lá har. Tøkk til Hanus á Gørðum, prest fyri góð orð í kapellinum og í Christianskirkjuni. Tøkk til Andras Sólstein og Páll Andrasson Klettskarð fyri vakurt spæl í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, gravara og tøkk til tykkum øll, sum stukku inn á gólvið, ringdu og sendu eina heilsan og annars hjálptu á ein hvønn hátt. Takk fyri blómur, kransar og stórfingnu peningagávurnar, sum vóru latnar til endurvenjingina á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Stóra takk til tykkum mongu, sum fylgdu Anthonius til hansara seinasta hvíldarstað á foldum. Fyri tey avvarðandi Dagny Súsanna og Elsubeth við familju Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu tá okkara elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi Anfinnur Dalsgaard Joensen f. 18 august 1936 d. 23 august 2017 Takk til prestin Bertórur Bjarkhamar fyri góð og troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar og øll, sum hjálptu til við jarðarferðina. Takk til tykkum øll, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk til sangarnar fyri vakra sangin. Takk fyri heilsanir, blómur og kransar. Familjunnar vegna Sólfríð, Katrin og Elvin Tøkk Vit takka hjartaliga øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Dorthea Vilhelmina Vestergaard Tvøroyri f. 19.11.1925 d. 09.02.2017 andaðist og varð jarðað. Stóra tøkk til øll á Suðuroyar Ellisheimi, sum tóku sær av henni tey síðstu tvey árini. Eisini takka vit Heimahjálpini, sum hjálptu henni so væl árini frammanundan. Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini. Takk til Ólav Rasmussen fyri góða talu í kirkjuni og Berg Stórhamar fyri vøkru orðini í kapellinum og kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangara og gravara. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum, tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur. Tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað. Vegna familjuna Poul, Helgi, Astrið og Turið TÓRSHAVN Vit selja í Vágsbotni hósmorgunin 14. sept. frá kl. 9:30 til kl. 14:00 EYSTUROY Vit selja við kommunu skrivstovuna í Saltangará leygarmorgunin 16. sept. frá kl. 10:00 til kl. 13:00 UTTASTOVUGARÐURIN á Sandi - 211870 TÓRSHAVN SANDEPLIR OG RÓTFRUKTIR TIL SØLU Arbeiði Grava og planera Grava,planera,drena,urtagard v.m. Toyota Avensis stcar til sølu. Hus/ibud vid garage søkist til leigu Nordurstreym/eysturoy 224910 Málaraarbeiði Vit átaka okkum alt málara- arbeiði og arbeiða um alt landið. Ring ella skriva til okkum og bið um eitt tilboð á malarin.fo@ hotmail.com. 253766 Býli í Føroyum KAMAR TIL LEIGU MITT Í HAVN Rúmligt kamar til lesandi, við atgongd til baðirúm, felags køk, felagsrúm, hjall, internet, televarp, vaskimaskinu og turkitrumlu. Í veðurgóðum býarparti mitt í Havn. Til leigu frá 1.des., møguliga áðrenn. Leigukostnaður, kr. 4.000,00, íroknað felagsútreiðslur. Áhugaði, sendi t-post til : bokhald@sos.fo, viðmerk billet merki: 194521 Íbúð/Hús ynskjast til leigu Av tí at húsini vit leiga eru seld standa vit uttan búðstað frá 1. okt. Vit eru 1 par, sum hava fast arb. roykja/drekka ikki, og gjalda til tíðina. 212175/212132 Íbúð ynskist til leigu Friðaligt tilkomið par søkir íbúð í Eysturoy ella Streymoy. Roykja og drekka ikki. Gjalda til tíðina. tlf 529056