hósdagur 14. september 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 107
6
PERSÓNSSØGA
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
T
ey trý børnini hjá Nico-
linu og Bjørgheðini Jac-
ob sen búgva øll utt an-
lands: Døturnar báðar
í Danmark og sonurin í Amerika.
Nico lina og Bjørgheðin hava búð
á Lang a sandi í 55 ár, og tankarnir
um at flyta, ikki bert av Langasandi
men av landinum, er komnir so líð-
andi.
– Vit hava dámt so ómetaliga
væl á Langasandi og orsøkin til,
at vit valdu at flyta er ikki, at vit
ikki trív ast. Heldur ikki tí vit kenna
okk um einsamøll – als ikki – tí vit
eru virkin og eru nógv saman við
fólki. Orsøkin er, at eg eri mamma,
omma og langomma og vil fegin
vera saman við familjuni. Vit blíva
eldri og eru nú 78 og 79 ára gomul.
Skulu vit flyta, so má tað verða nú,
sigur Nicolina Jacobsen, ella Nico-
lina av Kamarinum, sum flest okk-
ara kenna hana.
Hon hyggur út gjøgnum stovu-
vind eyg að at vakra útsýninum enn
eina ferð: Sunnan sæst høgoyggj og
norð an Eiðiskollur.
– Tað er onki at ivast í, at vit fara
at leingj ast heim, og eg dugi ikki at
ímynda mær, hvat tað ger við ein
at fara frá slíkum umhvørvi sum
hes um, sigur hon.
Hóast tankarnir um at flyta eru
komn ir so líðandi, so er avgerðin
nýggj. Bjørgheðin og Nicolina tóku
enda ligu avgerðina í ár.
– Nú eru vit bæði ikki ung
long ur, og húsini á Langasandi
eru vorðin alt ov stór til okkara.
Tá endaliga avgerðin um at flyta
varð tikin, so var tað ikki torført at
venja seg við tankan, sigur Nicolina
Jac ob sen.
Tey stóru eyðkendu gulu húsini
norð ast í bygdini á Langasandi
vórðu sett á sølulista, og tey vórðu
skjótt seld. Vit báðar seta okkum
nið ur í stovuni á Langasandi at tosa
dagin fyri, at tey skulu flyta. Vit
sita millum pappeskjur, flyti fólk
og familju, ið er komin at hjálpa
hjún unum við stóru uppgávuni,
at fáa alt pakkað í kassar, ruddað
og vask að.
– Tað hevur verið strævið at
rigga av við húsunum og døturnar
báð ar eru komnar heim at hjálpa
við tí, greiðir Nicolina frá.
Ein meldur
av kenslum
– Eg má næstan klípa meg sjálva
í armin og vita, um hetta veruliga
hend ir, sigur Nicolina Jacobsen,
tá hon verður spurd, hvussu tað
kenn ist at flyta av landinum.
Hon greiðir frá, at tey bæði
fluttu úr Havnini – har bæði vuksu
upp – norð til Langasands, tá tey
gift ust. Tey hava búð á Langasandi
øll árini, undantikið tíðina tá Bjørg-
heð in gekk á læraraskúla, og tá
hann lærdi til múrara.
– At fara hiðani er ikki ein løtt
av gerð fyri hvørgan okkara. Eg
fari at sakna umhvørvið, fjøllini
og veðurlagið, hóast tað er upp
og niður við tí. Eisini fara vit frá
fam ilju og vinum, men vit velja at
leggja dent á tað góða heldur enn
tað ringa, sigur hon.
Hon greiðir frá, at tað góða er, at
tey flyta í ein minni bústað í Skive
– eina ognaríbúð við trimum kømr-
um, og at tey fara at búgva í vøkr-
um, friðarligum og grønum um-
hvørvi mitt í býnum. Tað eru fimm
minuttir at ganga út á gongu gøt-
una, og tvær kirkjur og ein kirkju-
garð ur eru tætt við.
– Tað besta er, at vit búgva mitt
ímill um døturnar, og at tað bert fer
at taka á leið 30 minuttir at koyra til
báð ar teirra. Eisini verður lættari
at ferðast til USA, har sonur okkara
býr, sigur Nicolina Jacobsen.
– Vit hava eisini ommu- og
abba børn og langommu- og lang-
abba børn. Tað elsta langommu- og
lang abbabarnið skal fermast í vár,
og tað er óalmindiliga stuttligt, at
vit sleppa at vera við til tað, sigur
hon spent.
Hon greiðir frá, at tey árini
børn ini hava búð uttanlands hava
Bjørg heðin og hon verið flink at
ferð ast, bæði til Danmarkar og eis-
ini langa vegin til USA. Tey hava
ofta verið í Danmark á jólum, tí
tað hevur verið lættari hjá teimum
báð um, at ferðast niður enn tað
hev ur verið hjá børnunum øllum,
at komið heim.
– Hetta verður alt lættari nú,
sig ur hon.
Vænta at trívast
Bjørgheðin og Nicolina hava sum
vera man vitjað í Skive fleiri ferðir.
Hon greiðir frá, at har er nógv hjá
pen sionistum at takast við, hava
tey hug.
– Har er bæði fimleikur og dans-
ur, flennir hon, og leggur afturat at
tey ikki hava nakrar serligar ætl-
an ir um, hvat tíðin skal brúkast til,
men tey fara at vita, hvat verður
bjóð að.
– Tað sum er mest átrokandi
er, at man trívist. Eg dugi ikki at
síggja, at vit ikki skulu trívast, stað-
fest ir hon.
Hon greiðir frá, at skuldi tað
bor ið so á, at tey als ikki trívast á
flat londum, so koma tey aftur til
Før oya.
– Nú eru vit bæði ikki ung longur, og húsini á Langa sandi eru
vorðin alt ov stór til okkara. Tá endaliga avgerðin um at flyta varð
tikin, so var tað ikki torført at venja seg við tankan, sigur Nicolina
Jacobsen, sum hósdagin flutti til Danmarkar at búgva
FLYTUR AV
LANDINUM
Nicolina Jacobsen
Fødd ólavsøkuaftan í
1938
Gift við Bjørgheðini
Jacobsen
Tey eiga trý børn
Foreldrini vóru Jóannes
úr Geil ættaður úr
Skálavík og Olevina av
Kamarinum úr Tórshavn
um Nikolinu
6
SÓ
SSØG
Nicolina av Kamarinum:
Ein tann seinasta myndin
áðrenn hjúnini fluttu
av Langasandi