Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 107 7 – Eg sigi ikki, at vit ikki koma aftur, men vit fara við tí í kvitt an- um, at vit vóna og vænta at trívast. Eg haldi, at danska mentanin er løtt at koma inn í og at liva í, sigur hon. – Tað er møguliga ein onnur ment an, men eg haldi, at man fer við einum opnum sinni, og man lær ir av øllum, sum man ger. Man er ongantíð ov gamal at læra og síggja nýggjar síður av tilveruni, legg ur hon afturat. Skrivar altíð sangir Fleiri av sangunum og løgunum, sum Nicolina hevur skrivað og sung ið eru vorðnir fólkaogn. Sangirnir verða til, tá hugalagið er tað rætta, og hon glamrar á ljóð- føri og fær okkurt at hanga saman, greið ir hon frá. – Eg seti meg ikki niður við tí fyri eygað at skriva sangir. Men eg seti meg av og á við gittarini og glamri. Tað er ein prosess, sum altíð er í gongd, sigur hon. Spurd um, hvønn av sangum sín um henni dámar best, er hon skjót at nevna “Mær leingist”. – Eg eri glaðast og stoltast yvir “Mær leingist”. Tann sangin elskaði eg við tað sama, og tað er okkurt við endurtøkuni av orðunum, sum mær dámar væl, sigur hon. Hon nevnir eisini vakra lagið “Tá kvøld ið kemur”, ið varð skrivað eitt kvøld ið hon hevði verið til arbeiðis á Bacalao. – Eg var liðug um miðnátt, og veðr ið var so ótrúliga flott. Tann sang in gjørdi eg lidnan tað kvøldið. Eg gjørdi lagið fyrst, og síðani sang eg orðini inn á ein bandupptakara, legg ur hon afturat. Nicolina Jacobsen greiðir frá, at íblást ur in til sangirnar ofta kemur frá nátt úruni og umhvørvinum. Hon held ur ikki, at hon missir tann íblásturin, hóast hon flytur av land inum, tí íblásturin liggur í henni. Hon er ikki vís í, um hon fer at framføra í Danmark, men tað er væl møguligt, um fyrispurningar koma. Tó, so verður tónleikurin altíð partur av henni og heimi henn ara. – Eg elski tónleik, og tað fari eg altíð at gera, sigur hon. Tónleikur hevur altíð umgirt Nico linu í barnaheimi hennara. Mamm an var musikalsk og somu- leið is øll systkin hennara. Hon er glað um, at børnini og barnabørnini eisini eru dugnalig innan tónleik. – Tað er stuttligt, at tað fer víð- ari. Tónleikur er fantastiskur, og ein um nýtist ikki endiliga at duga væl, tí fantastisk gleði kemst eisini av at lurta, sigur hon. Takksemi Nicolina sær eitt stórt virði í, at sang irnir, ið hon hevur skrivað og sung ið, eru vorðnir fólkaogn. – Tað eri eg glað og óalmindiliga takk som fyri. Tað er eitt vakurt sam band millum menniskju, tá ein sær virði í og vísur áhuga í tí, sum onnur gera. Tað rakar djúpar kensl ur í menniskjum, sigur hon. – Eg havi so ómetaliga nógv at takka fyri. Í Føroyum eru vit so forkelaði, tí vit hava hetta prakt- fulla og friðarliga umhvørvi. Tað er ikki tað stóra av ófriði, sum aðra staðni. Eg havi trivist væl, og eg elski hetta landið, hóast alt ikki altíð er ljósareytt, so hava vit fingið ótrú liga nógv í okkara part. Onkursvegna flytir ein nærri ófriðinum, tá flogfarið fer úr Før oy- um, og hon hugsar eisini um ófriðin og yvirgangin, sum vit hoyra nógv um hvønn tann einasta dag. – Eg hugsi um børnini og tey ungu. Man vil, at alt skal vera gott, og at tey ungu ikki skulu vera bang in fyri nøkrum, men soleiðis er ikki, sigur hon. – Vit mugu tó hugsa positivt, og tað nyttar onki at seta seg niður at býta negl ella verða negativ, men held ur má man royna at síggja tað góða, tí tað eru nógv góð ting og nógv fitt fólk til í verðini. Eg vil gjarna samla uppá tær góðu løt- ur n ar, sjálvt um tað ikki altíð sær so pent út tað heila, sigur Nicolina Jac ob sen. 2011: Nicolina. Soloútgáva 2005: Eg gleðist so hvørt jólakvøld/Mariu sonur 2005: Dámliga Gøtan. Sangperlur í 50 ár  2003: Nicolina syngur í Sandavágs kirkju  2000: Tey av Kamarinum, endurútgivin sum fløga  1984: Tey av Kamarinum  1971: Góði jólamaðurin / Mariu sonur 1963: Teir sigla um havið so víða og aðrir sangir 1960: Mamma mín 1959: Eg hugsi um teg / Lívið 1959: Tá kvøldið kemur / Trygdareiðin  1959: Kvøldarsólin / Í dreymalandi útgávur hjá Nikolinu og Teimum av Kamarinum Hósdagin fluttu Nicolina og Bjørgheðin til Danmarkar at búgva. – Vit hava dámt so ómetaliga væl á Langasandi og orsøkin til, at vit valdu at flyta er ikki, at vit ikki trívast. Heldur ikki tí, at vit kenna okkum einsamøll – als ikki – tí vit eru virkin og eru nógv saman við fólki. Orsøkin er, at eg eri mamma, omma og langomma og vil fegin vera saman við familjuni Tað er eitt vakurt samband millum menniskju, tá ein sær virði í og vísur áhuga í tí, sum onnur gera. Tað rakar djúpar kenslur í menniskjum Nicolina og Bjørgheðin nærhendis Skive, sum verður nýggja heim teirra