Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 107 8 POLITIKKUR ÁRNI GREGERSEN F øroyar eru vorðin ein sterkari tjóð hesi tvey árini, hendan samgongan hevur sitið við valdinum. Sterkari búskaparliga. Í staðin fyri at hava hall á landsroknskapinum, so lupu 158 milljónir av í fjør og avlopið verður uppaftur størri í ár. Hetta er nakað, sum kann stað­ festast, men tað sum ikki kann stað­festast, er um tað er sitandi politisku samgongu fyri at takka ella hetta er hent, tí Føroyar hava havt stórt viðrák, tá ið tað snýr seg um altjóða búskaparliga rákið og høgu prísirnar á teimum markn­aðum, har vit selja oikkara fisk og alifisk. – Persónliga eri eg ómetaliga glaður fyri júst hesa góðu gongd­ ina, sigur samgonguleiðarin og løg­maður, Aksel V. Johannesen. Javnaðarflokkurin. – At fáa eitt hall burtur, sum annars hevur plágað okk­um gjøgnum so mong ár, er ómeta­liga gott, tí tað ger, at vir sum politik­ arar hava eitt sindur fríari ræsur at arbeiða undir. Hall í búskapinum leggur bond á, sum vit ikki sleppa undan at fyrihalda okkum til, sigur løgmaður. Hann leggur tó afturat, at tað at vit hava búskaparligt viðrák ger eisini, at trýstið á samgonguna og tey, sum skulu játta pening, er munandi størri enn tað annars er í góðum tíðum. – Vit vita væl, at tá ið pengar eru í kassanum, tá verður trýst lagt á fyri at fáa pening til alt møguligt, men vit noyðast sum politikarar at hyggja eitt sindur meira yvirskipa uppá búskapin. Vit kunnu ikki bara hyggja at løtu­myndinini, men noyðast at hyggja longur fram, tí vit hava eisini ábyrgd av viðurskiftunum hjá komandi ættarliðum, sigur Aksel V. Johannesen. Tvey ár farin Tvey ár hevur sitandi samgonga sitið við meirlutanum í Løgting­ in­um. Eftir valið fekk and­støðan, sum hevði sitið, meirlutan í Løg­ tinginum, og flokkarnir Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, avgjørdu at skipa landsstýrið. Hetta er fyrstu ferð, at tað er hent, at ein andstøða samlað hevur skipað samgongu eftir eitt val. Støðan var eitt sindur øðrvísi og vísti, at vit seinastu mongu árini í Føroyum hava havt samgongur, sum reka blokkpolitikk. Gamalt er annars, at tað er onkur av flokkunum frá sitandi sam­gongum, sum eftir eitt val gerst partur av nýggjari sam­ gongu. Eftir seinasta val býttu ting­ fólkini í veruleikanum bara sess. Tey sum høvdu sitið í andstøðu settu seg í samgongustólarnar, með­an tey sum høvdu sitið í sam­ gongu, nú sita á andstøðu­stól­ unum. Politiskt broytir tað støðuna rættuliga nógv, at eitt val tørnar út, sum tað gjørdi seinast. Í veruleikanum ger tað, at and­ støðan, sum sat, nú hevur vald­ ið og kann gjøgnumføra tann politikkin, sum hon mælti til, meðan hon sat í andstøðu Í einari parantes skal sigast, at samgongan hevði bert av­ gjørdan meirluta í nakrar dagar, tí javnaðarkvinnan Sonja Jógvans­ dóttir, tók seg úr Javnaðar­flokk­ inum og valdi at arbeiða víðari sum uttanflokka tinglimur. Hon stuðlar framvegis sam­ gonguni, men hon er ikki long­ ur ein formligur partur av sam­ gonguni. Politisku málini Tá ið flokkar ganga saman um at gera eina samgongu, so er vanligt at teir gera eitt samgonguskjal, sum er grundarlag undir tí poli­ tikki, sum flokkarnir í samgonguni semjast um at reka. Soleiðis eisini hesaferð. Tað er sjálvandi ikki altíð lætt at gera eitt samgonguskjal, tá ið tríggir flokkar við hvør síni stevnuskrá, skulu hava part av sínum politikki við í skjalið. Í hesum føri eru báðir teir størru flokkarnir vinstra­hall­ir, men meðan Tjóðveldi er loysingar­ flokkur, so er Javnaðarflokkuri ein samríkisflokkur. Framsókn er ein borgarligur liberalur flokkur, men kortini eydnaðist tað rættuliga skjótt eftir valið at finna fram til og skriva eitt samgonguskjal, sum allir tríggir flokkarnir tóku undir við. Fleiri stór politisk mál skuldu loysast sambært samgongu­skjal­ inum. Fiskivinnan skal nýskipast, ein pensjónsskipan skal gerast og vit skulu hava eina føroyska lóg umss tjórnarskipan. Hesi málini venda vit aftur til. Samgongan vildi eisini rættuliga skjótt hjálpa teimum borgarum í landinum, sum fíggjarliga vóru ringast fyri. – Tað eydnaðist okkum rættu­ liga skjótt at fáa hetta gjørt. Vit áløgdu vinnuni at rinda eitt meira rættvíst og rímiligt gjald fyri teirra framíhjárættindi til fiskiríkidømi og til alingina á firðunum, sig­ur Aksel V. Johannesen, samgongu­ leiðari. Hann sigur at hendan sam­ gong­an álegði vinnuni at rinda í alt 300 milljónir og ein partur av teimum pengunum var givin sum skattralætti og annað til teirra, sum tá vóru ringast fyri. – Vit gjørdu hetta fyri at hjálpa teimum búskaparliga veikastu, men eisini fyri at seta meira ferð á búskapin. At hesi fólkini fingu tað eitt sindur lættari gjørdi, at meira ferð kom á. Tað sást rættuliga skjótt á til dømis MVG-tølunum og tað gav meira í landskassan, sigur Aksel V. Johannesen, Við øðrum orðum vísir hetta, at tá ið fólk við minstu inntøkunum fáa eitt sindur eyka, so fer tað í forbrúk, men peningurin eyka til teirra um frammandunan hava nóg mikið ofta endar á einari bankakonto í staðin fyri. Tey trý stóru Samgongan hevur boðað frá trim­ um stórum skipanum, sum skulu samykkjast í hesum valskeiðnum. Talan er um skipanir, sum røkka munandi longur út í framtíðina enn hetta valskeiðið. Málið, sum hevur mest skund, er fiskivinnunýskipanin, tí verandi skipan fer úr gildi á nýggjárinum. Uppskotið um nýskipanina var lagt fyri tingið í gjár. Talan er í stóran mun um sama uppskot, sum var frammi undan ólavsøku, tó við nøkrum broytingum. Í staðin fyri 2018 verður alt roknað út frá kvotunum, sum eru galdandi í ár. 25 prosent skal yvir uppboðssølu, men markið fyri nær toskur og hýsa fara á uppboðssølu er hækkað. Men hetta er tí fiskidagarnir næsta ár eru ein partur av tí sum kann fiskasst í 2018. Markið fyri hvussu nógv hvør kann eiga samla er eisini hækkað. Ein onnur broyting, sum er arbeidd inn í uppskotið eru fiskidagarnir fyri 2018, tí kvota­ skipanin verður ikki sett í gildi fyrr enn 1. januar 2019. – At onnur sleppa framat fiskivinnuni er latið upp fyri nú, Tvey ár eru liðin, síðani hendan samgongan tók við – mál eru eftir at loysa, men samgonguleiðarin er nøgdur Løgmaður: Mál eftir at loysa m er nøgdur við úrsl