Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBR 2017 SOSIALURIN 107 9 men slitið tá ið 25 prosent av rættindunum fara yvir uppboðssøluna. Vit kundu kanska hugsa okkum at møguleikarnir gjørdust enn betri, men hetta er tað, sum ber til nú, sigur samgonguleiðarin. Í samband við fiskivinnu­ný­ skipanina er eisini vert at nevna, at arbeitt verður við nýggjari alilóggávu. Hóast hon ikki hevur so ógvusligar broytingar við sær, sum í fiskivinnuni, so er tað kortini broytingar, sum vinnan fer at merkja. Hini bæði stórmálini eru stjórnarskipanin, sum eisini nú er løgd fram. Ætlanin er, at hon skal til fólkaatkvøðu flaggdagin næsta ár, men um hetta eydnast avger bert Løgtingið. Pensjónsskipanin er eisini á veg og hon kemur í tingið í heyst. Hendan skipanin skal í stóran mun tryggja, at Føroyar hava ein hald­ góðan búskap, eisini um 30-40 ár. – Tað hevur verið arbeitt eitt sindur í stillum við pensjóns­skip­ anini, men hon verður løgd fyri tingið í heyst, sigur løgmaður. Samgongan hevur sjálvandi eisini fingið onnur mál samtykt hetta tvey ára skeiðið. Tað sum hevur fingið mestu umrøðuna, er rætturin hjá samkyndum at giftast. Upprunaliga var tað ikki eitt samgongumál, men politiska telvingin gjørdi tað í veruleikanum til tað. Eisini fleiri gerandismál eru framd, umframt at samgongan ar­beiðir rættuliga hart bæði við uttan­ríkispolitikki og vinnu­ fremjandi tiltøkum uttanlands. – Vit eru ikki komin á málum við øllum. Í fleiri førum hevur polit­ iska tilgongdin verið knortlut og baldrut, men skal eg taka saman­ um, so eri eg í veruleikanum nøgd­ur við tað, sum vit hava fing­ið burturúr, sigur Aksel V. Jo­ hannesen, samgonguleiðari. ÁRNI GREGERSEN Ongin føroyingur ivast í, at Aksel V. Johannesen, núverandi løg­maður, hevur valt at gera løg­mansleiklutin øðrvísi enn undanfarni løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen úr Sam­ bands­flokkinum. – Ja, og tað er eitt tilvitað val, sum eg havi gjørt, sigur løgmaður. Meðani fyrrverandi løg­ maður var nógv frammi – eisini í sosialu miðl­unum – so hevur núverandi løgmaður valt als ikki at brúka sosialu miðlarnar. – Fyrrverandi løgmaður og eg eru ymiskir. Meðan hann tykist trívast væl at vera á sosialu miðlunum, so havi eg valt hetta frá. Eg havi hugsað, at skal eg gera tað, so noyðist eg at hava fólk at gera tað fyri meg. Á sosialu miðlunum gongur sam­ skiftið tvívegis. Eg haldi ikki eg kann skriva okkurt út og tá ið fólk so seta spurningar ella gera við­merkingar, so svarar løgmaður ikki, tí hann ikki hevur stundir. Tí hava eg valt tann partin frá, sigur Aksel V. Johannesen. Hann hevur eisini givið lands­stýrisfólkunum rúmd at arbeiða og hevur í stóran mun átikið sær ein samskipandi leiklutin, har hann roynir at tryggja, at landsstýrisfólkini halda gongd á og fremja síni mál. Eitt annað, sum serliga fyrstu tíðina gjørdi, at løg­ maður sást nógv í tinginum heldur enn í Tinganesi, er tann veruleikin, at tingmanningin hjá samgonguni upprunaliga var ógvuliga óroynd. Tey royndastu fólkini hjá teimum trimum samgongu­ flokkunum mannaðu frá fyrsta degi sessirnar í Tinganesi og so skuldu eykafólk í teirra stað í tinginum. Harafturat so stillaðu summi ikki uppaftur og tí vóru 13 av teimum 17 nývald. Onkur teirra hevði sitið í tinginum áður, men samgongan í tinginum var óroynd. – Ja, tað kravdi sjálvandi, at hon skuldi stuðlast. Tey skuldu eisini læra politiska spælið og at seta virðir á tað, sum verður sagt, so rættuliga nógv tíð fór til tað, sigur samgonguleiðarin. Sjálvandi hava tingfólkini gjørt sínar royndir hesi tvey árini og hava lært av tí. Samgongan er rættiliga smøl og tað krevur sjálvandi innlit og arbeiði hjá samgongu­ leiðaranum at fáa øll at hava sama áralag. – Sjálvandi krevur tað nakað, men soleiðis er politikkur eisini. Viðhvørt er tað tungt og nógv tíð verður brúkt, men sum ofast fæst úrsit burturúr, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú sam­gongan hevur sitið í tvey ár. Valdi annan leik­lut sum løgmaður