hósdagur 14. september 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 107
11
YVIRGANGUR
IKKI TÝÐANDI
HÓTTAN
– Tað er fá fólk í versturheiminum, ið verða dripin í
yvirgangsatsóknum í mun til, hvussu nógv rúm atsóknirnar
fáa í miðlunum, sigur Bertel Teilfeldt Hansen, granskari
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
T
að er ongin ivi um, at
tað eru nógv færri yv-
irgangsatsóknir í vest-
ara parti av Ev ropa í
dag enn fyri 30-40 ár um síðani,
tá ið umfatandi yv ir gangur varð
framdur kring Eur opa, sigur
granskari Bertel Teil feldt Hansen
frá Institut for Stats kundskab á
universitetinum í Keyp manna-
havn.
Samstundis kennist yv ir gang-
ur in veruligari og nærri, og fólk
hugsa meir um yvirgang og eru
bangn ari fyri atsóknum enn fyrr.
Hes in óttin er at kalla ógrundaður,
heldur Bertel Teilfeldt Hansen.
– Fólkini, sum dripin eru í yvir-
gangi eru fá í tali í okkara parti av
heiminum, og yvirgangur er ikki
nøkur týðandi hóttan fyri nakr an
her. Hóast vit seinastu árini hava
upplivað, at fleiri eru deyð í yv ir-
gangs at sóknum, so vóru 70’ini og
80’ini nógv verri. Tað doyggja nógv
fleiri fólk av hjartatilburðum og
bilóhappum enn av yvirgangi. Ert
tú ikki í einum landi við nógvum
yvirgangi, so sum Irak, Somalia
ella Syria, so er óttin í stóran mun
ógrundaður, sigur hann
Miðlarnir gera ov nógv av
Tá yvirgangur verður framdur
í okkara parti av heiminum, er
miðla dekn ingurin ógvusligur.
Grein eftir grein verður skrivað
um sama tilburð gjøgnum dagin
við mynd um og sjónbondum frá
stað num. Ofta eru myndirnar
grafiskar og ógvusligar.
– Ofta síggja vit ógvusligar
mynd ir og beinleiðis upptøkur
frá staðnum. Vit minnast hetta
frá Charlie Hebdo atsóknini, har
vit sóu upptøkur frá álopinum. Vit
upp livdu tað sama í Manchester,
tá ein av áskoðarunum tók film av
hend ingini, ið fór fram, sigur hann.
– Yvirgangurin verður dekk að-
ur á ein so ógvusligan hátt, at fólk
kenna møguliga, at yvirgangurin
er konstantur og øgiliga nær teim-
um, sigur Bertel Teilfeldt Hansen.
Miðlarnir hava ábyrgd at dekka
stór hendingar og politisk tíðindi,
sum yvirgangur jú er, og lætt er at
siga, at miðlarnir eiga at sensurera
tíð indini um yvirgang, men Bertel
Tei lfeldt Hansen sigur, at sensurur
ikki er loysnin. Tað hevði tó ver ið
dámligari, um tíðindini um yvir-
gang vórðu borin fram á ein ann-
ar leiðis hátt, so at tey vórðu borin
fram í røttum samanhangi.
– Tey flestu tykjast halda, at
óvan liga nógvur yvirgangur verð-
ur framdur í vesturheiminum í
sam tíð okkara. Tey flestu tykjast
eis ini halda, at yvirgangur er ein
risa stór hóttan, sigur hann.
Eisini verður yvirgangur bert
nevndur yvirgangur, tá hann er
framdur av jihadistum. Tá yv ir-
gang ur verður framdur av øðrum,
so verður tað ikki al tíð kallað yvir-
gang ur, sum til døm is, tá ein bilur
koyr ur í eina mannamúgvu í USA
í mun til ein bil, ið ger tað sama í
Barce lona, greiðir hann frá.
– Miðlarnir hava ábyrgd at kalla
yvir gang fyri yvirgang, líkamikið
hvør fremur hann. Tað snýr seg
um, hvussu atsóknin verður framd
og um endamálið við henni, og ikki
um átrúnað, sigur hann.
Mentanir bresta saman
– Eg vildi mett, uttan at hava gjørt
kann ingar júst á hesum økinum,
at ein frágreiðing til spuriningin
um, hví fólk í vesturheiminum
eru bangn ari fyri yvirgangi í dag
er, at ment anir á summum økjum
bresta sam an.
Ofta verður yvirgangur, sum
framd ur er av muslimum hildin
at vera ein stórri hóttan enn ann-
ar yvirgangur. Hetta tí, vit skilja
verri hesa mentanina vegna ym-
isk leik ar í mentanum.
Hetta er ikki altíð rætt. Fleiri
av yv ir gangs monnunum av musl-
imsk um upp runa, ið fremja yv ir-
gang í okk ara parti av heim in um,
eru ikki knýttir at yvir gangsfelags-
skapi, men tað er lætt at ganga
út frá, at tað er sam band millum
stóru yv ir gangs felagsskapirnar og
mongu atsóknirnar.
– Eg skilji væl, hví fólk ganga
út frá, at tað er altíð er samband
mill um felagsskapirnar og yv-
ir gangs atsóknirnar, men tað er
ikki altíð so. Til tíðir eru tað ein-
stakl ing ar, sum hava lítla ella onga
kontakt til felagsskapin ella bara
eru inspireraðir av ideologiini og
propa ganda hjá felagsskapinum.
Fleiri halda, at yvirgangsálopini
eru væl skipaði, men tað eru tey
ofta ikki, sigur Bertel Teilfeldt
Han sen.
Hyggja vit at yvirgangi fyri
30-40 árum síðani og yvirgangi
í dag, so er ikki stórur munur á
meto dun um, ið verða brúktar at
fremja yvirgang. Tað verða í høv-
uðs heitunum nógvar bumbur
brúkt ar í atsóknunum í dag eins
og fyrr, hóast tað hava verið fleiri
primi tivar atsóknir í nýggjari tíð,
sum ikki vóru fyrr, so sum álop við
knívi.
– Tað eru fá fólk í verst ur heim-
in um, ið verða dripin í yv ir gangs-
at sóknum í mun til, hvussu nógv
rúm atsóknirnar fáa í miðlunum.
Ógv usligi dekningurin í miðlunum
skap ar ótta, sum er júst tað, ið yv-
ir gangsfólkini ynskja, sigur hann.
YVIR
YVI
YVIR
Serfrøðingur:
Yvirgangurin
verður dekkaður á
ein so ógvusligan
hátt, at fólk
kenna møguliga,
at yvirgangurin er konstantur og
øgiliga nær teimum