hósdagur 14. september 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 107
12
TEMA: Yvirgangur
Tíðarskeiðið frá 1970-79 var ógvuliga blóðugt.
Serliga vórðu tað trupulleikarnir í Norður
Írlandi, The Troubles, ið vórðu í hæddini. Í 1972
doyðu 385 fólk av yvir gangs at sóknum og 405
í 1974. Samanlag vórðu tað yvir 2500 fólk, ið
lótu lív í 10 ára skeið num frá 1970-1979.
Tað var var serliga IRA, Irish Republican Army, ið
gjørdi nógv um seg. Teir hava gjøgnum árini verið
atvoldin til ógvuliga nógvar atsóknir. Serliga
var Bloody Sunday í 1972, ið er ímyndin av
stríðnum hesi árini. Hóast forboð, so høvdu írskir
nationalistar lagt til rættis eina mótmælisgongu
í norður írska býnum Derry, ið endaði við
einum samabresti millum teir og bretska herin.
Endin var, at 14 fólk lótu lív. Øll vórðu skotin
av bretsku hermonnunum, sum søgdu, at teir
vardu seg vegna skot til burðir móti teimum. Ein
kanning hevur síðan staðfest, at bretski herurin
leyp framav og átti ábyrgdina av til burðinum.
Eftir at úrslitið bleiv almannakunngjørt í
2010, bað táverandi for sætis málaráðharrin,
David Cameron, um almenna um bering.
Tíðarskeiðið
1970-79
Áttati árini vórðu eisini fleiri álop, ið
høvdu fleiri andlát við sær. Millum
annað gjørdi baskiska loysingarrørslan
ETA nógv um seg. Bara í 1980 framdu
teir seks álop og yvir 20 fólk lótu
lív. Ein bumba brast eisini í Bologna í
Italia í 1980 tá 85 fólk lótu lív. Neo-
fasistiski felgsskapurin NAR fekk
ábyrgdina av álopinum, hóast teir ikki
vildu verða við, at tað vórðu teir.
Ógvusligasta álopið hetta tíðarskeiðið
var í 1988, tá Pan Am 103 bleiv
skotið niður omanfyri skotsku
bygdina Lockerbie. 270 fólk lótu
lív í atsóknini, ið fyrrverandi
leiðarin í Libya, Muammar Gadaffi,
tók ábyrgdina av í 2003.
Tíðarskeiðið
1980-89
Tað var ein munandi aftur gongd í
yvirgangsat sóknum í Evopa í níti
árunum, í mun til tey sera ringu árini í
sjeyti og áttati árunum. Trý tey fyrstu
árini vórðu tó øll árini omanfyri 100
andlát. Við tíðini minkaðu álopini og
tað eru fleiri, ið seta tað í samband við
minkandi aktivitet hjá felagsskapum so
sum IRA, ETA og Rote Armee Fraktion.
Tíðarskeiðið
1990-99
0
200
400
600
1970
1971
1972
1973
1974
1975
1976
1977
1978
1979
Fólk latið lív í
atsóknum
Ár
1970-79
0
200
1990
1991
1992
1993
1994
1995
1996
1997
1998
1999
Fólk latið lív í
atsóknum
Ár
1990-99
0
500
Fólk latið lív í
atsóknum
Ár
1980-89
Tølini, ið eru nýtt,
eru frá Global Terrorism
Database, ið lærdi háskúlin í
Maryland í USA hevur ábyrgdina
av. Ásetingarnar, ið nýttar eru, hava
sum krav, at eitt álop er framt fyri at
fremja eina sak, annahvørt politiska,
átrúnaðarliga, sosiala, sam felags liga
ella aðra. Eisini skal eitt fólk ella
fl eiri hava latið lív. Fólk, ið eru
komin til skaða eru ikki við
í tølunum.
FYRR
Tølini eru einans fyri lond í vestur Evropa. Tað
hevur við sær, at tølini frá eitt nú krígnum í Bosnia
ikki eru við. Ei heldur er álopið á World Trade
Centre við, eins og myndin heldur ikki vísir, at
yvrigangstølini í Miðeystri eru farin langt upp.